týsdagur 16. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2009
15
viðmerkingar
Boðskapurin hjá
Hermanni Oskarssyni
er stuttskygdur,
ábyrgdarleysur
og vandamikil
»Tey fara í stovuna og læsa,
konan tekur eitt ilt skrín út und
an seingini og telur upp úr
handragnum nakrar neyðars
rukkutar seðlar og eitt sindur
av smápengum, góðar hundrað
krónur.
Eina løtu sita tey tigandi á
songarstokkinum og stara at
dunganum.
Tá heldur konan:
»Eg hugsi, vit mugu selja
kúnna.«
Hon hugdi burtur og tiv
aði.
Ketil bliknaði og fekk suð
fyri oyruni: »Tað verður sum at
missa hondina. Hon er einasta
livandi, vit eiga, og so skulu vit
sita svørt í tvey ár.«
Tey fara bæði uttar aftur og
lata fjóshurðina upp, standa og
hyggja. Kúgvin liggur so rein
og nosslig á bóli og jótrar, hon
vendir høvdinum, hyggur at
teimum og drynjar. Tá tók
Ketil húgvuna fyri andlitið, og
konan fjaldi høvdið í bringuni á
honum.
Áðrenn fólk var á fótum
morgunin eftir, fóru feðgarnir
niðan um garðarnar við kúnni.«
Orsøkin til henda
tragikomiska endan á Feðgar á
ferð, var eingin stór skuld. Ketil
hevði bara í fyllskapi keypt
nakað nógv tvøst.
Men Ketil og Ketilskona
vildu einki skylda. Tey vildu
heldur liva við ongari kúgv, enn
teirri skommini, sum skuld var
í teirra eygum.
Heiðurligur hugburðurin, má
sigast. Men hann var avoldaður.
Í einum samfelag har pengar
dríva alt verk, er skuld ein
náttúrligur partur. Og var eitt
samfelag rikið eftir grundregl
uni um ongantíð at skylda
nakað, hevði tað skjótt steðgað
upp.
At taka lán er ofta bæði gott
og neyðugt og ábyrgdarfult.
Men tað kann eisini vera
sera ábyrgdarleyst.
Tað ber til at misnýta møgu
leikan fyri at taka á seg skuld.
Tað ber til at liva av lánum,
sum ein als ikki ætlar at rinda
aftur.
Tað ber til at fáa onnur at
rinda fyri sítt lív og sín levnað.
Og tað ber enntá til at senda
rokningina fyri raksturin av
einum heilum samfelag til
framtíðar ættarlið.
Hava vit lært nakað?
Tað gjørdi Anker Jørgensen í
síni tíð. Hann rak Danmark við
lántøku. Samsvar var ikki
millum inntøkur og útreiðslur,
og í staðin fyri at fáa samsvar,
rindaði hann við læntum
pengum. Undanførslan fyri
politikkinum var tann sama
perverteraða útgávan av
Keynes, sum altíð verður brúkt:
Tað eru truplar tíðir! Vit mugu
hava hjólini malandi! Skuldin
kann rindast tá tíðirnar batna!
Men tíðirnar batnaðu ikki.
Danmark fekk í 80'unum stórt
arbeiðsloysi, og tað gjørdist eitt
drúgt stríð hjá øllum landsins
løntakarum at rinda lánini aftur.
Fá ár seinni var sama søga í
Svøríki undir Olof Palme. Fyrst
vanstýring og lántøka síðani
arbeiðsloysi og beinharðar
treytir frá lángevarum.
Men ongastaðni hevði hesin
kendi leikur so tragiskar
avleiðingar sum í Føroyum.
Ongastaðni var vanstýringin so
total og lántøkan so nógv. Og
ongastaðni máttu ósek fólk
rinda so høgan prís, sum hjá
okkum.
Tey lærdu av tí í Svøríki. Og
tey lærdu av tí í Danmark.
Vit lærdu eisini í Føroyum.
Eitt sindur. Hóast alt.
Politikarar fingu størri virðing
fyri tí grundleggjandi
samanhangi, sum má vera
millum útreiðslur og inntøkur.
Og fiskivinnan var fullkomiliga
umskipað við góðum úrsliti.
Hevði tað verið í 80'unum at
undirskotið á fíggjarlógini var
700 milliónir, hevði fáur
hugsað so nógv um tað. So
leingi vit bara sleppa at læna, er
eingin vandi, hevði mann sagt.
Nú eru vit fleiri, sum ræðast
eitt so stórt undirskot. Tí
goymslurnar eru skjótar at
tøma. Og bara tankin um
biddaragongdirnar í 90'unum
gevur okkum kuldagýsningar.
Oskarsson
Men fyrrverandi formaðurin í
búskaparráðnum sær ongan
vanda! Í tveimum Sosialum í
farnu viku prædikar hann, at
eingin vandi er á ferð, og at tað
als ikki er ábyrgdarleyst at hava
so stórt undirskot. Nei, tað er
ábyrgdarleyst at vilja avmarkað
undirskotið, heldur hann.
Hann sigur fleiri ting sum eru
so grundleggjandi skeiv, at tey
krevja eina viðmerking:
Hann sigur at: »Tað almenna
er tað einasta, sum kann átaka
sær eitt hall og betala tað aftur
yvir tey næstu 100 árini.«
Tað er rætt at tað almenna
kann taka sær drúgva skuld
hóast 100 ára afturgjaldingartíð
er nóg so rívan tikið til. Men
við hesum stóra møguleika
fylgir eisini stór ábyrgd.
Men Hermann heldur, at tað
er »als ongin trupulleiki fyri
almennu Føroyar at átaka sær
eina skuld upp á einar tvær
milliardir tey næstu fáu árini.«
Hetta, heldur hann, »kann
landið kann betala aftur tey
næstu 20 árini ella longri«.
Skal »landið« betala
pengarnar aftur? Nei, tað kann
»landið« ikki. »Landið« merkir
í hesum føri fólkið. Tað verða
børnini hjá Hermann, skulu
rinda. Og tey skulu ikki bara
rinda lánini aftur. Tey skulu
eisini rinda 100tals milliónir í
rentum! Vilja tey tað? Tíma tey
tað? Hevði Hermann viljað
arvað eina so stóra skuld?
Eina aðrastaðni sigur hann at
»borgararnir sjálvir skulu
betala tað bara yvir nógv
longri tíð«. Men tað er heldur
ikki rætt. Tey, sum í framtíðini
koma at rinda lánini aftur, eru í
stóran mun onnur enn tey, sum
læna í dag.
Hermann kallar tað »hum
bukk at tosa um, at Føroyar
fara at enda í eini skuldar
fellu«, og »skuldarfella er tað,
sum Zimbabve, Suðurafrika og
Peru kunnu koma í.«
Humbukk? Vit vóru í eini
skuldarfellu fyri bara 15 árum
síðani! Og hóast hon ikki
verður so álvarsom sum tá, seta
vit kortini eina fellu fyri okkara
eftirkomarar, um vit draga fleiri
milliardir í skuld uppá teir. Teir
sleppa ikki at gera íløgur í
framburð og menning, tí vit
binda teir til at rinda rentur og
avdrøg fyri okkum.
Ongar politiskar broytingar
Í síðstu kreppu var fiskivinnan
fullkomiliga umløgd. Hundrað
tals árligar milliónir vóru tiknar
burtur, og vinnan varð endur
reist á sunnum grundarlag. Varð
tað ikki gjørt, hevði samfelagið
als ikki komið so skjótt fyri seg
aftur.
Eisini í dag eru fleiri avlag
andi studningsskipanir, sum tað
hevði verið gagnligt at endur
skoða. Men Hermann er ósamd
ur: »Sum støðan er nú, skulu
politikarar halda fingrarnar
burtur frá øllum, sum ávirkar
inntøkurnar hjá fólki til tað
verra. Slíkt skal gerast í góðum
tíðum«.
Í góðum tíðum? Hvørji verð
livir hann í? Politikarar gera
sjáldan nakað sum er ópopulert
uttan so, at umstøðurnar tvinga
teir til tað. Á tann hátt kann ein
kreppa í veruleikanum vera
gagnlig. Men skal politiska
skipanin nú einki annað gera
enn at spræna læntar pengar inn
í samfelagið, verða vit illa
brynjað til komandi avbjóðingar.
Ov bygdaslig
Hermann heldur at »Kanska eru
vit so bygdaslig í heimssamfelag
num, at vit seta tað fremst av
øllum at spara og onki skylda,
hóast avleiðingin er, at arbeiðs
loysið veksur og at byrðan hjá
mongum verður so tung, at tey
kanska rýma av landinum.«
At spara og einki skylda er
einki mál í sær sjálvum. Og
kunnu vit forða arbeiðsloysi og
fráflyting við lántøku, so kann
tað vera skilagott.
Men ov stór lántøka kann
sanniliga eisini hava við sær
fráflyting! Vit eru stutt síðani
komin úr eini kreppu sum kom,
júst tí vit skyldaðu og ikki
spardu! Tí vit læntu og læntu til
eingin til endans trúi uppá, at
vit kláraðu at rinda lánini aftur.
Sum Hermann sjálvur sigur:
»Tað, sum hendi í kreppuni í
nítiárunum, var, at tað almenna
skyldaði so nógv, at vit høvdu
ongar møguleikar at læna.«
Júst so. Og tað almenna
skyldaði so nógv, tí tað almenna
hevði lænt so nógv!
Balansugongdin
Hermann Oskarsson hevur rætt
í, at vit helst noyðast at reka
samfelagið við undirskoti í
nøkur ár.
Men at siga at stór skuldar
binding av samfelagnum ikki er
nakar trupulleiki, er sera, sera
ábyrgdarleyst. Tí hóast tað
kanska ikki er ein trupulleiki
Hermann og hansara ættarlið,
so verður tað ein stórur
trupulleiki fyri teirra børn!
Vit eiga sjálvandi at gera alt
vit kunnu fyri at avmarka
arbeiðsloysi og fráflyting. Men
vit eiga eisini at brynja okkum
til framtíðar avbjóðingar. Og
tað gera vit als ikki við
Hermansa uppskrift.
Tí skulu vit ikki skapa ella
varðveita almenn arbeiðspláss
bara fyri at halda fólki í gongd.
Vit mugu tora at rationalisera
og spara, har tað er gagnligt
fyri búskapin.
Vit skulu ikki varðveita
studningsskipanir, sum vit vita
eru skaðiligar.
Hvør føroyingur brennur
meira enn dupult so nógva olju
sum hvør ESborgari. Við tí
útgangsstøðinum eru vit sera
illa fyri at taka ímóti framtíðar
avbjóðingum. Tí mugu vit gera
íløgur í tiltøk, sum kunnu
minka um samlaðu oljurokn
ingina. Og kann ein minni floti
skapa somu virði fyri
samfelagið sum verandi floti,
so er tað tann vegin, vit skulu.
Almennu íløgurnar skulu ikki
bara skapa arbeiðspláss. Tær
skulu eisini bøta um okkara
kappingarføri. Sum ein nýggjur
flogvøllur t.d. hevði gjørt.
Men alt er ein balansugongd.
Tí at avmarka undirskotið má
eisini alla tíðina vera eitt
aðalmál!
Ketil ella Bagger?
Hermann hevur rætt í, at
fráflyting er eitt veldugt
vandamál.
Men fylgja vit ráðunum frá
Hermanni, standa vit um nøkur
ár við einum samfelag, sum
ikki hevur framt neyðugar
politiskar broytingar, sum av tí
sama er stirvið, tungt og dýrt at
reka og sum skyldar tvær
milliardir.
Hvussu mann tað fara at
ávirka íbúgvaratalið? Hvussu
lokkandi er eitt tílíkt samfelag
at flyta til?
Kanska er tað »bygdasligt« at
ræðast eina stóra skuld. Men
hóast Ketil gamli ikki skal vera
nøkur fyrimynd, so er hansara
hugburður altso sunnari tann
hjá Stein Bagger. Ketil letur
ikki onnur rinda fyri sítt lív!
Legitimerað ábyrgdarloysi?
Fólk plaga at siga, at tey vilja
hava politikarar, sum tora at
taka ópopulerar avgerðir.
Andsøgnin er, at tann polit
ikari, sum torir tað, verður ikki
politikari leingi. Hann verður
ópopulerur, og rýkur út. Og so
kemur ein populistur í staðin...
Í løtuni hava vit stórar avbjóð
ingar. Politiskar avgerðir mugu
takast, sum verða truplar og
ópopulerar. Nógv vilja sleppa
undan at taka tær. Og tí er
vandi fyri, at tær als ikki verða
tiknar.
Og eg eri bangin fyri, at boð
skapurin frá Hermann Oskars
son er vatn á mylluna hjá teim
um, sum vilja sleppa undan at
dálka sær fingrarnar.
Tí boðskapurin verður lisin
soleiðis:
Vit nýtast ikki at broyta
nakað! Vit nýtast ikki at
rationalisera! Vit nýtast ikki at
brynja okkum til komandi
avbjóðingar! Vit skulu ikki gera
nakað, sum rakar nakran! So
leingi vit sleppa at læna, skulu
vit bara lofta øllum við
almennum pengum!
Rentur og avdrøg og alt hitt
má onkur annar orðna onkun
tíð tá tíðirnar eru vorðnar betri!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í
2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ímillum Ketil og Stein Bagger
Tíðargreinin
tíðargreinin
Sjúrður Skaale