týsdagur 16. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 112 - 16. juni 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leygardagin 13 juni fylti
Torleivur Mikkelsen shipp
ingmaður í Havn 65 ár.
Torleivur er ættaður úr
Vestmanna, sonur Gunnu,
f. Johannesen, og Jóannes
Mikkelsen.
Hann er elstur av trimum
systkjum.
Torleivur varð útbúgvin
skipsførari í 1970 og sigldi
í umleið 10 ár við skipum
hjá A.P. Møller.
Umleið 1980 legðist hann
upp á land og fór at arbeiða
sum
shippingmaður
hjá
Traderline.
Í 1990 stovnaði hann fyri
tøkuna Tor Shipping, sum
er m.a. eitt skipsmeklara
virki og umboðar ymisk út
lendsk skip.
Torleivur er giftur við
Nicolinu, f. Højgaard, av
Toftu m. Tey eiga trý børn,
Joan, Gunnleiv og Maluna.
-red
Torleivur Mikkelsen 65
Í morgun gingu fingu tey á
Tilhaldinum í Tórsgøtu í
Havn óvæntaða vitjan og
ein gávukekk upp á 47.800
krónur frá teimum sum
skipaðu fyri Várfestini, sum
var í Havn sunnudagin 17.
mai.
Várfestin var eitt tiltak í
miðbýnum í Havn við tón
leiki, drama, og dansifram
førslu, har bíbilski boðskap
urin varð boðaður á ein øðr
vísi hátt, enn vit eru von
við í Føroyum. Tiltakið var
skipað av fleiri samkomum
og kirkjum í Havn.
Á Várfestini var ein t.d.
ein uppboðssøla av máln
ingum, sum fleiri føroysk
listafólk høvdu málað og
málaðu á Vaglinum, meðan
Várfestin var. Vegna tað
hjálpsemi og vælvild sum
tiltakið fekk frá Tórshavnar
kommunu, avráddu fyrireik
ararnir at avlopið av tiltak
inum skuldu fara til okkurt
vælgerandi endmál í komm
ununi, og tað bleiv so Til
haldið í Tórsgøtu.
Vegna fyrireikararnar av
Várfestini segði Erling í
Liða m.a. “Vit samdust um,
at yvirskotið skuldi fara til
Tilhaldið. Tað er tíverri
oftani soleiðis, at tey gomlu
verða gloymd. Vit høvdu
eisini hoyrt um leiðaran,
Wanju Petersen, sum er ein
sonn eldsál. Hvat hevði Til
haldið verið uttan Wanju?
So hendan gávan skal eisini
takast sum eitt herðaklapp
til Wanju fyri tað ótroyttiliga
arbeiði, sum hon ger í Til
haldinum”.
Eftir at kekkurin varð
handaður, takkaðu tey trý:
Wanja Petersen, vegna Til
haldið, Heðin Mortensen,
borgarstjóri, vegna Tórs
havnar kommunu, og Jákup
Lindenskov,
formaður
í
nevndini fyri Tilhaldið, fyri
stórfingnu peningagávuna.
-red
Várfest í Tilhaldinum
B68 dagur verður á Svanga
skarði leygardagin 20. juni
við nógvum ymiskum til
tøkum. Í hesum sambandi
verður
grasvøllurin
á
Svangaskarði tøkur til camp
ingpláss alt vikuskiftið.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almannamál
um, byrjar B68 dagin kl.
11.30. Áðrenn bygda og
stuðulsrenningina kl. 12.30
verður møguleiki at fáa blóð
trýstið mált av fólki frá hjarta
felagnum. Upphiting verður
á graslíkisvøllinum við tón
leiki og upphitingarcoach.
Stóra teltið hjá Bátafelagn
um verður karmur um flestu
av tiltøkunum. Seinnapartin
frá kl. 16 verður B68búffur
við chips og grønmeti í
hugnaliga umhvørvinum í
teltinum við livandi tónleiki
afturvið. Tónleikur, mattom
bola, grill, kappingar og
spøl fyri børnini verða nøkur
av tiltøkunum hendan dag
in.
Landskappingardystur
í
fótbólti í 1. deild verður mill
um B68 og TB kl. 17, og kl.
20 verður ein dystur millum
gullliðið hjá B68 frá 1984
og NSÍ liðið frá 1984.
Nógvur sangur og tónleik
ur verður á eisini skránni.
Kl. 16 verður tónleikur við
Johan Magnus Kristiansson
Olsen og hálvan tíma seinni
við Trianity. Taborkórið og
Nebokórið syngja ávikavist
kl. 19 og 19.30, og kl. 22
verður Syngið við tiltak við
undirspæli.
B68 dagurin endar við
Contry dansi við Halli Joen
sen og orkestri frá kl. 23.00.
Sum nakað nýtt, verður
grasvøllurin á Svangaskarði
tøkur til campingpláss alt
vikuskiftið.
Kostnaðurin fyri camping
pláss er kr. 120 um sam
døgrið, og kostnaðurin fyri
teltpláss er kr. 75 um sam
døgrið. Tilmelding til camp
ingpláss kann gerast við at
ringja til Haldor Gaardbo
tlf. 217760 ella 447760.
Skráin fyri B68 dagin
sæst á www.b68.fo.
-red
B68 dagur á Svangaskarði
80 ára føðingardagur
Mikudagin 17.juni. verður Poula Christiansen, Kolla
fjørður 80 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum
í Kollafirði, Mikudagin 17.juni. frá kl. 17. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Dagurin
16. juni. Tycho. Í fjórðu
ella fimtu øld var hann
biskupur í Amatus á
Kypros.
Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
og fjølbroyttan hátt sýndu okkum samkenslu og
troyst í sakninum, tá okkara elskaða fitta sólstrála
Jona
fór heim til Jesuspápa.
Vit takka fyri tað størsta, tað minsta, tað sjónliga og
tað ósjónliga, tað nærverandi og tað fráverandi.
Takk fyri øll tykkum, sum vóru um Jonu og okkum
fýra við orðum, hugsanum og við verkum, gjøgnum
lív hennara, sjúku hennara og gjøgnum burturferð
hennara.
Vit takka sjúkrahúsverkinum bæði í Føroyum og í
Danmark fyri umsorgan og hjálp – ein serlig tøkk til
tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Vit takka umlættingarheiminum Dáanum fyri
umsorgan og kærleika av høgum stað.
Vit takka stuðlum og skúlanum fyri ómetaligan
kærleika og tol.
Vit takka øllum, sum heiðraðu minnið um Jonu við
at stuðla minningargrunn hennara, sum er fyri børn
og ung við breki.
Mátti Hann, sum sær alt, hoyrir alt og skilir alt;
Harrin Gud, Tann fyrsti og tann síðsti,
vælsigna tykkum øll somul.
Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin,
mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til,
í aldur og allar ævir!
Anna Maria, Rógvi, Rebecca og Karl
Lesið
Sosialin
Hans Pauli Strøm og Harry
Hansen á B68-degnum í fjør
Wanja Petersen leiðari
í Tilhaldinum við kekk-
inum frá Várfestini 2009
Mynd: Álvur Haraldsen