týsdagur 16. juni 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Góðu eystanstevnugestir!
Enn einaferð bjóða vit til eystanstevnu
og øll tit, sum ætla tykkum á stevnu,
skulu verða hjartaliga vælkomin á
Skálafjørðin.
Nógv vatn er runnið í ánna síðani fyrstu
eystanstevnuna og sigast má, at nógv er
broytt síðani tá. Røddir hava verið frammi
um, at tíðin er farin frá
summarstevnunum, men týdningurin av
eystanstevnuni er stórur enn, og
eystanstevnan er vorðin ein av teimum
stóru og góðu summarstevnunum.
Á eystanstevnu er nógv á skránni.
Skráin, sum bæði er fjølbroytt og
spennandi, fevnir um eina heila viku.
Fyrireikararnir hava lagt seg eftir at skipa
so fyri, at øll skulu hava okkurt at fara til.
Ítrótturin hevur altíð átt stórt rúm á
eystanstevnu, og soleiðis verður eisini í
ár. Tó er ikki bara ítróttur á skránni, men
eisini kvøldseta, framsýningar, konsert,
kabarett, karneval, dansur, bátatreff,
tivoli, sangframførslur og mangt annað.
Ítróttarfeløg, áhugafeløg, kommunan og
onnur hava gjørt sítt besta fyri at fáa
karmarnar um eystanstevnuna so góðar
sum tilber.
Nú er bert at vóna, at veðrið verður
gott, og at nógv fólk kemur á stevnu,
soleiðis at eystanstevnan 2009 gerst ein
stevna, sum vit minnast aftur á við
gleði.
Eg fari vegna Runavíkar býráð at
ynskja tykkum øllum hjartaliga
vælkomnum á eystanstevnu 2009.
Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Á eystanstevnu er nakað til øll
15. juni til 28. juni