Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin • Nr. 112 - 16. juni 2009 Hann hevði ongantíð stillað upp til eitt kommunuval áður, tá hann stillaði upp á seinasta kommunu­ vali, og hann droymdi als ikki um at gerast borgarstjóri i trið­ størstu kommunu landsins. Men heilt síðan hann var stórur smá­ drongur, hevur hann havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í beiðari merking. – Abbi mín, Joen Magnus Lam hauge, búði inni hjá okkum. Hann hevði stóran áhuga fyri samfelagnum, og eg haldi av gjørt, at hann hevði sína ávirk­ an á, at mín áhugi fyri sam felags­ viðurskiftum birtist. Eg havi altíð fylgt væl við, bæði í kommunal­ og landspolitikki, og eg havi eisini fylgt við tí, sum gongur fyri seg og rørist í sam felagnum annars. Tað sigur Magnus Rasmussen, sum hevur mammu úr Lamba og pápa úr Søldarfirði, haðani eftirnavnið Rasmussen stavar. Hann hevur verið lærari síðan 1986, undantikið í trý ár, tá hann í eitt ár fekst við fóðring av alifiski á Skálafjørðinum og Lambavík, og tá hann í stívliga eitt ár starvaðist sum sølumaður hjá Nevinum Fiskaeksport í Saltangará. Triðja og seinasta árið fekst hann við fyrifallandi arbeiði. – Eftir fyrsta árið í alivinnuni fór eg aftur í lærarastarv, men tvey tey seinnu árini, eg var úr lærarayrkinum, vóru saman­ hangandi. Uppundir endan av tíðini hjá Nevinum gjørdi eg av at taka uppaftur lærarastarvið og seinasta tíðarskeiði av hesum tveimum árunum hevði eg fyrifallandi arbeiði, eitt nú á vegadeildini hjá Runavíkar kommunu. Sum fiskasølumaður fekst hann serliga við at selja konga­ fiska fløk, steinbítafløk og hav­ taskusporl. – Hetta var alt fekst, og vit seldu hesar vørur um alt Evropa, heilt niður til Spania. Tað var ein gamal næmingur hjá mær, sum starvaðist hjá Nevinum, ið spurdi, um eg hevði hug at royna meg sum sølumann, leggur hann aftrat. Umframt at vera ágrýtin seyða­ bóndi og røktingarmaður í síni frítíð, hevur Magnus soleiðis aftrat lærarastarvinum eisini gjørt sær ymiskar royndir í sínum arbeiðslívi. Fyrst valdur Lambamaðurin dylur ikki fyri, at hann gjørdist rættiliga ovfarin, tá úrslitið av kommunuvalinum fyrilá, og hann sum nýggjur býráðslimur í Runavíkar komm­ unu hevði fingið flestar persónligar atkvøður – 219 í tali. – Hetta hevði eg slett ikki væntað. Eg hevði gjørt lítið burt­ ur úr valinum. Skrivaði tveir stubbar í bløðini og sendi eitt skriv í húsini. Magnus sigur, at hann í skriv­ inum eingi lyfti gav, men hevði trý høvuðsmál í síni valskrá – fíggjarligu viðurskiftini í komm­ ununi, umhvørvi og mentan. – Eg gav eingi lyfti, tí eg dugdi at síggja, at kommunan fór ikki at vera før fyri at gera tær stóru íløgurnar, nú so nógvar íløgur longu vóru gjørdar upp á lut fals­ liga stutta tíð. Eg helt tað ikki vera rætt at fyrigykla fólki, at kommunan fór at hava ráð til tær stóru íløgurnar tey komandi árini. Men hví gjørdi Magnus so av at stilla upp? – Eg kann vera púra erligur og siga, at nú eg var vorðin stívliga 40 ár, kendi eg meg at hava orku til at gera okkurt munagott fyri kommununa og fólkið. Hugsaði ikki minst um fíggjarliga partin, sum er ein fyritreyt og grundar­ lag undir øllum øðrum. Hetta hevði einki við tað at gera, at undanfarna býráð ikki hevði røkt sínar uppgávur og sína ábyrgd. Magnus vísir á, at hann als ongan hug hevur at skjóta eftir teimum, ið undan fóru. – Tað eru vit, sum nú eru vald, ið hava til uppgávu at stýra kommununi – hiðani og fram­ eftir. Hetta er okkara ábyrgd og skylda. Vit hava eina rættiliga væl útbygda kommunu við skúlum, barnaansing, eldrarøkt, havnaviðurskiftum og fjølbroytt­ um vinnulívi. Strævin tíð Borgarstjórin sigur, at hann hevði ímyndað sær, at starvið fór at vera nøkulunda soleiðis, sum tað hevur verið hesar stívliga fimm mánaðirnar, síðan nýggja býráðið tók við. – Hetta hevur verið ógvuliga spennandi, men tað hevur eisini verið stævið, serliga at fáa fíggj­ ar liga partin at hanga saman, nú búskaparligu vánirnar bæði her og kring um okkum broyttust so knappliga. Magnus vísir á, at Runavíkar býráð eins og fleiri kommunu­ stýri og býráð kring um í land­ inum hevur verið noytt at repa segl, sum hann tekur til. Hann Lærarin og bóndin sum gjørdist borgarstjóri: – Fyrr smoygdi eg meg í arbeiðs klæði og fór í hagan Lærarin og bóndin í Lamba, Magnus Rasmussen, ið kom sum eitt skot uppí kommunalpolitikk og gjørdist borgarstjóri, hevur nú sitið í hesum starvi í stívliga fimm mánaðir. – Púra erligt, hevði eg als ikki í kvittanum at gerast borgarstjóri, men eg helt, at tíðin var komin til, at eg kanska kundi blanda meg upp í kommunalpolitikk og gera mun, har eg kom – og um eg kom, sigur hann - Eg kann vera púra erligur og siga, at nú eg var vorðin stívliga 40 ár, kendi eg meg at hava orku til at gera okkurt munagott fyri kommununa og fólkið, sigur borgarstjórin, Magnus Rasmussen Í triðstørstu kommunu landsins búgva í dag 3.800 fólk, og kommunan røkkur heilt úr Oyndarfirði um Elduvík, Funning og Skála og suður til Æðuvíkar