týsdagur 16. juni 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2009 • Sosialurin
3
vónar tó, at tey tiltøk, sum bý
ráðið hevur gjørt av at seta í
verk, verða nóg mikið til at
stabili sera fíggjarligu viður skift
ini hjá kommununi í hesum ári.
– Vit sóu beinanvegin, tá árið
byrjaði, at neyðugt fór at verða
við sparingum á útreiðslusíðuni í
mun til fíggjarætlanina, sum
undanfarna býráð legði. Í dag
fegnist eg um, at vit gripu so
skjótt inn, og eg fegnist ikki
minni um, at full semja hevur
verið í býráðnum fyri sparingum.
Borgarstjórin sigur, at tað
skjótt sást, at inntøkurnar fóru
ikki at halda.
– Soleiðis, sum gongdin hevur
verið seinastu 5 mánaðirnar,
høvdu við løgdu fíggjarætlanini
einar 78 miljónir krónur væntað
í, tá árið varð liðugt. Vit hava
gjørt av at fremja skerjingar og
tillagingar á øllum økjum fyri
einar 7 miljónir krónur, og tað er
serliga á tekniska økinum, at
skerjingar eru framdar.
Hann sigur, at fólk sum heild
skilja og góðtaka, at neyðugt er
við hesum tiltøkum, og tey skilja
umstøðurnar.
– Vit vóna, at viðurskiftini fara
at broytast rætta vegin, tá hetta
árið er liðugt.
Spurdur, hvar í inntøku grund ar
lagnum, at afturgongdin er, sigur
Magnus:
– Hetta er eitt sindur ilt at siga
ítøkiliga, men eg havi varhugan
av, at eitt nú fiskimenn hava tjent
minni í ár, samstundis sum
virksemið í smiðjuvinnuni og
byggivinnuni annars er minkað.
Eg haldi tó ikki, at nógv fólk
ganga arbeiðsleys í økinum.
Borgarstjórin fegnast um, at
kommunan hevur eitt fjølbroytt
vinnulív við støðugum virksemi
hjá eitt nú Faroe Seafood í
Saltangará, Landingarmiðstøðini
í Saltangará, Bakkafrost á Glyvr
um og øðrum vinnu virkjum, sum
eru knýtt at havinum.
– Vinnulívið í kommununi er
fjølbroytt. Vit hava fleiri bein at
standa á, og hetta kemur væl við
í tíðum sum hesum, tó at inn
tøkugrundarlagið í ár av fleiri
orsøkum hevur verið minkandi,
leggur Magnus aftrat.
Ikki anonymur
Magnus sigur, at hann trívist væl
í starvinum sum borgarstjóri.
– Men hetta er ein stór broyt
ing hjá mær og familju míni. Tá
eg var lærari, kom eg tíðliga til
hús seinnapartar. Nú eri eg nógv
minni við hús, og arbeiðsdagurin
er mangan langur. Javnan noyðist
man eisini at vera við til ymisk
tiltøk sum umboð fyri komm
ununa.
Magnus er giftur Eydnu, sum
er úr Fuglafirði. Tey eiga børnini
Jákup, sum er 13 og Kirstin, sum
er 11 ár.
– Eg fái stóran uppbakning
heimanífrá. Fekk eg ikki tað,
hevði hetta slett ikki borið til. Vit
vita jú eisini, at hetta starv er fyri
eina tíð, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin er framvegis
bóndi við stívliga 200 seyðum,
men hevur bróður sín, Arnold,
sum býr í Søldarfirði, til hjálpar,
tá tað er neyðugt. Honum dámar
eisini væl at fáast við seyð og
landbúnað.
Ein velduga stór broyting hjá
Magnusi er, at hann – frá at vera
ein anonymur persónur – nú er
vorðin kendur millum fólk.
– Hetta merki eg væl, tá eg eri
millum fólk og úti á gøtuni. Eg
noyðist bara at viðganga, at eg
ikki á sama hátt eri anonymur
longur. Tá eg áður kom úr
skúlanum og heim til Lambar,
smoygdi eg meg í arbeiðsklæðini
og fór í hagan. Nú eri eg knapp
liga vorðin ein almennur
persónur. So, fyri meg er hetta
ein ógvuliga stór broyting.
Magnus sigur, at hann hevur
følt seg væl móttiknan sum
nýggjur borgarstjóri.
– Eg føli, at eg eri væl mót
tikin allastaðni, har eg eri komin,
leggur hann aftrat.
Virkið samstarv
Borgarstjórin heldur tað hava
stóran týdning, at fólk eru positiv
og líta frameftir – ikki minst í
tíðum sum hesum.
Hann fegnast um, at viður skift
ini við hinar partarnar í komm
ununi, sum eru teir nýggjastu í
Runavíkar kommunu, eru góð,
og her eru tað ikki minst tær
staðbundnu nevndirnar, sum
knýta saman millum økini.
– Tað er týdningarmikið, at
hesi økir ikki síggja tað soleiðis,
at tey eru undirløgd Runavíkar
kommunu, men at hetta er ein
virkin felagsskapur, har vit skulu
royna at fáa tað besta burtur úr
fyri allar partar, sigur Magnus
Rasmussen, borgarstjóri í
Runavíkar kommunu.
Í triðstørstu kommunu landsins
búgva 3.800 fólk.
__________________________
Orð & myndir: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
» … tað er týdn ingar
mikið, at nýggju økini í
kommununi ikki síggja
tað soleiðis, at tey eru
undirløgd Runavíkar
kommunu, men at
hetta er ein virkin
felagsskapur, har vit
royna at fáa tað besta
burtur úr fyri allar
partar…«
(Magnus Rasmussen, borgarstjóri)
»… nú eri eg knapp liga
vorðin ein almennur
persónur, og fyri meg er
hetta ein ógvuliga stór
broyting. Eg føli meg væl
mót tiknan allastaðni,
har eg eri komin …«
(Magnus Rasmussen, borgarstjóri)