Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin • Nr. 112 - 16. juni 2009 Vitjið Bygdar­ savnið Forna Gjøgnum nógv ár hevur innsavningin av lutum og myndum vaksið um bygdarsavnið Forna á Glyvrum, og í dag er savnið bæði umfatandi og áhugavert. Húsið er innrættað við eini gamlari stovu frá 1874, gomlum handli frá fyrra helmingi av farnu øld, gomlum køki og gomlum kamari – alt við tilhoyrandi innbúgvi. Á framsýningini á savninum eru nógvar gamlar myndir, sum eitt nú lýsa dagliga yrki, hús og bátar í gamlari tíð. Vanliga er Bygdasavnið opið hvønn mánadag og mikudag frá klokkan 16-18, men á eystanstevnu er savnið eisini opið leygardagin og sunnudagin frá klokkan 16-19.00. Bygdasavnið Forni á Glyvrum er avgjørt vert eina vitjan. Bygdarsavnið Forni er avgjørt eina vitjan vert. Á eystanstevnu hevur savnið eisini opið leygardag og sunnudag Mynd: Vilmund Jacobsen Svanur luttekur eisini Sum nakað nýtt verður Svanur við á eystanstevnun í ár. Hetta nýggja felag hevur til endamáls at menna ítróttin og at skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoynni. Hetta er fyrsta stevnuárið, at Svanur er umboðað, og í hesum sambandi heitir felagið á sínar limir um at møta upp til karnival gonguna. Skipað verður eisini fyri boccia-kapping við stevnuøkið í Runavík leygardagin klokkan 18. Kappingin er fyri øll, og tað er ikki neyðugt at tekna seg fyri at verða við. Limir í Svani og onnur áhugaði kunnu ogna sær T-shirtir, búnar ella jakkar við búmerkinum á við at vendar sær til felagið ella á www. svanur.fo. Svanur, sum ynskir øllum eina góða eystanstevnu, ynskir at varpa ljós á, at ítróttur er fyri øll, og at øll kunnu hava tað stuttligt við ítrótti. Karnevalur í staðin fyri skrúðgongu Tað verða í fyrsta lagi ítróttarfólk, sum fara at ganga karnivalsgongu í Runavík fríggjakvøldið. Stevnunevndin hevur soleiðis gjørt av at taka væleydnaða tiltakið, sum fyrstu ferð varð roynt á eystanstevnu í fjør, uppaftur. Heldur enn at hava skrúðgongu leygardag, hava fyriskipararnir gjørt av at endurtaka ”hittið” frá í fjør. Soleiðis verður stór karnivalsgonga, áðrenn stevnan verður sett fríggjakvøldið klokkan 20. Farið verður av økinum við ítróttarhøllina í Runavík klokkan 19, og gingið verður heim á stevnuøkið, har ítróttarfólk fara at hava ymiskar framførslur. Eisini verða maskottar og annað spennandi at síggja í skrúðgonguni, sum fyrireikararnir ikki vilja avdúka frammanundan. Mentanarhúsfelagið tekur nú táttin upp aftur og fer at skipa fyri kvøldsetu á eystanstevnu. Á skránni verða millum aðrar Hans Jacob Kollslíð, Kári Sverrisson og Hanus G. Johansen. Kvøldsetan hesaferð er heilt serlig, tí hetta er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri tiltaki í nýggja mentanardeplinum í Runavík, sum hevur fingið navnið Løkshøll. Mentanarhúsfelagið hevur í nógv ár arbeitt fyri at fáa eitt mentanarhús í Runavík, og nú er dreymurin loksins gingin út. Løkshøll er eitt samstarv millum Runavíkar kommunu, ið hevur latið høllina byggja sum part av skúlanum og Mentanar- húsfelagið, ið stendur fyri innbúgvi og ljóð- og ljósútgerð. Tað verður Mentanarhúsfelagið sum fer at reka virksemið í Løkshøll. Nøkur smærri tiltøk hava longu verið og ætlanin er at skipa fyri einum stórfingnum upplatingartiltakið í heyst. Á kvøldsetuni, sum verður fríggjakvøldið, verður høvi at hoyra fløguaktuellu Hans Jacob Kollslíð & Kára Sverrisson og ein av Føroya best umtóktu vísusangarum, Hanus G. Johansen. Eisini verður búmerki, sum lýsingarfyritøkan Sendistovan hevur gjørt, avdúkað. Vinnarin av navnakappingini, ið felagið læt skriva út fyrr í ár, fær virðisløn handaða. Á kvøldsetuni verður eisini høvi at keypa sær okkurt gott í steðginum. Kvøldseta á eystanstevnu Løkshøll er navnið á nýggja mentanarhúsinum í Runavík Mynd: Vilmund Jacobsen