týsdagur 16. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Dagur 2 av 4
Hvat er betur enn ein vikuskiftistúrur
til London við vinkonuni? Vit eru
farnar til London hetta vikuskiftið,
við vón um at uppliva ymiskt, sum
vit ikki hava møguleika til, í okkara
annars so deiliga landi. Vit vóna at
uppliva ymiskt, bæði hvat viðvíkur
mentan, søgu, shopping, býarlívi
og ikki minst tey áhugaverdu og
fjølbroyttu matstøðini, sum tann sera
metropoliski høvuðsstaðurin hevur
at bjóða. Møguleiki er fyri at lesa
um okkara vikuskiftistúr í Sosialinum
hvønn dag í vikuni, og vónandi
er tað ein inspiratión til aðrar
føroyingar, sum leingast eftir øðrum
upplivingum.
Cambridge – ein
søguligur og
mentanarligur býur
Okkara túrur gekk víðari frá Stansted
til Cambridge. Hetta var ein sera
lættur og skjótur túrur við toki
beinleiðis úr Stansted Airport. Túrurin
tekur einans ½ tíma og kostar áleið
80 krónur, og er Cambridge sostatt
avgjørt vert eina vitjan, um ein
hevur áhuga í arkitekuri, mentan
ella søgu. Samstundis nýtist einum
ikki at hugsa um viðførið, tí tað
er møguligt at gjalda millum 50
krónur og 80 krónur og lata viðførið
trygt frá sær á jarnbreytastøðini í
Cambridge. Okkara avmarkaða tíð
hevði við sær, at vit einans høvdu ein
dag í Cambridge, men um dagurin
er lagdur til rættis, kann man náa
nógv upp á nakrar tímar í tí sera
áhugaverda býi – einans hálvan tíma
uttan fyri London.
Cambridge Unviersity
Øll hava ivaleyst hoyrt um enska
býin Cambridge, og verður hann
óivað knýttur saman við lærdómi,
av teimum flestu. Hetta kemst av,
at Cambridge er ein býur við eitt
av tí mest kenda, viðurkenda og
prestiguuniversitetum í heiminum,
Cambridge University, ið er uppbygd
við 31 ymiskum skúlum. Tað fyrsta
er frá 1284 og er sostatt 4. elsta
universitet í heiminum. Skúlin
skuldi fyrst og fremst tæna ríkum
bretum, men í fleiri øldir var bara tað
eina kynið umboðað á Cambridge
University, tí gentur høvdu ikki
atgongd til sama lærdóm. Tær fingu
ikki møguleika at nema sær eina
útbúgving frá Cambridge Univeristy
fyrr enn í 1869, tá ið ein gentuskúli
endiliga varð stovnaður.
Men skúlin fyri gentur mátti
plaserast minimum 30 míl frá øllum
øðrum fasilitetum. Hetta, fyri ikki at
forstýra teir týdningarmiklu og ríku
dreingirnar, sum gingu á Cambridge,
so sum Sir Isaac Newton, ið sigst
at vera inspireraður til tyngdikraft
lógini, eftir at síggja eitt súrepli detta
niður úr einum træ.
Sir Isaac Newton var professari í
støddfrøði og undirvísti á Cambridge
University í nógv ár. Newton búði á
universitetinum og uttan fyri hansara
íbúð stendur eitt træ, ið sigst at
vera eftirkomari av tí upprunaliga
’Newton trænum’.
Aftur til konufólk á Cambridge,
so fingu tær fría atgongd til allar
skúlarnar í Cambridge í 1947 og
fingu samstundis eitt rættiligt prógv
og sluppu til próvhandanina eisini.
Áðrenn tað, fingu tær bara eina
skrivliga váttan uppá, at tær høvdu
gingið á Cambridge University og
ongan annan heiður.
Les meira um okkara upplivingar
frá Cambridge á næstu síðu.
Vikuskiftistúrur til London
Cambridge Unviersity er uppbygd av 31 ymiskum
skúlum og er 4. elsta universitet í heiminum
Í Cambridge sær man professarar, íklæddir kápum, á hvørjum hjørni