Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 112 • 16. juni 2009 2 Eftir at vera komin til Cambridge, tóku vit eina taxa inn í miðbýin, sum kostaði einar 40 krónur og fóru beinleiðis í gongd við okkara fyrstu útferð, sum var ein punting túrur. Vit høvdu ongantíð hoyrt um punting áðrenn, men fingu túrin viðmældan frá kunningarstovuni í Cambridge, sum var við til at leggja okkum túrin til rættis. Tað vísti seg, at puntingbátar, ið eru flatir og breiðir av eyðkenni, blivu fyrstu ferð bygdir í 1860 og nýttir til at ferma góðs eftir áðum. Í dag er tað nýtt til útferðir og er serliga nógv brúkt í Oxford og Cambridge. Vit vórðu settar í ein rættiliga stóran bát saman við seks øðrum ferðafólkum. Vit høvdu okkara egna ferðaleiðara við, ið var ein ungur lesandi á Cambridge University, og dugdi hann sera væl at greiða frá teimum ymisku bygningunum og hugleiddi eisini við ymiskum stuttligum um tey kendu og kongaligu, sum hava gingið á Cambridge University. Til dømis vísti hann okkum, hvar Charles Prinsur búði, tá ið hann gekk á skúlanum og segði samstundis, at eingin skilti, hvussu prinsurin í Bretlandi bleiv góðtikin á universitetinum, tí hann dumpaði í fólkaskúlan. Tað vísti seg eisini, at hansara vaktur, ið var við til allar fyrilestarnar á skúlanum, fekk bjóða at taka endaligu royndina og fekk hann enntá betur úrslit enn Charles Prinsur. Søgan sigur víðari, at vakturin fór úr starvi eftir hendingina. Skifti kyn og identidet og eitur í dag Camilla Parker. Túrurin eftir Cam ánnað tók áleið ein tíma og kostaði £5. Vit fingu sera nógv fyri kostnaðin. Gongutúrur í Cambridge Aftan á ein sera góðan túr oman eftir Cam ánni í Cambridge, fingu vit tíð til ein skjótan frokost, áðrenn leiðin gekk víðari til ein gongutúr upp á tveir tímar við guide. Cambridge er kent fyri arkitektur, mentan og søgu, men har er ein ørgrynna av matstovum, hugnaligum pubbum og nógvum handlum, serliga sást nógv til dýr og kend altjóða klædnamerkir. Man er tessvegna ongantíð í iva um, at Cambridge er ein yvirklassabýur. The Eagle Okkara gongutúrur byrjaði í kunningarstovuni, har ið eini 20 fólk møttust, saman við einum ferðaleiðara. Má siga, at eg var eitt sindur skeptisk um okkara ferðaleiðara, ið var ein sera lítil og spinkul eldri dama upp á eini 75 ár. Men, hon gekk sum ein unglingi og dugdi sera væl at greiða frá og var samstundis stuttlig at lurta eftir. Seinni fekk eg at vita, at ferðaleiðararnir í Cambridge eru øll útbúgvin og skulu til royndir á hvørjum árið, fyri at halda fram sum ferðaleiðari. Vit byrjaðu okkara túr við at fara inn á eina lítla pub, The Eagle, sum vísti seg at vera staðið, har Crick og Watson høvdu funnið fram til strukturin av DNA, yvir eina øl í The Eagle. Báðir vóru professarar í Cambridge og kunngjørdu teir um teirra loynidóm á somu pub í 1953. Cambridge Univeristy Síðan gekk leiðin til teir ymisku skúlarnar í Cambridge Univeristy. Tað var sera vakurt at síggja teir ymisku bygningarnar, har tann elsti sigst at vera frá 1284. Leygardagin, sum vit vitjaðu Cambridge vóru nógvir løgreglufólk at síggja og tað vísti seg, at har var ein próvhandan fyri kandidatar og professarar. Harímillum var Bill Gates sum fekk prógv sum professari, men tíðanverri bleiv hann, og onnur av sínum slag, snýkt inn ígjøgnum bakdyrnar, so tey mongu ferðafólkini, sum vóru samlaði til prógvhandanina, fingu ikki eyga á ‘heimsins ríkasta manni’. Gongutúrurin gekk skjótt, og leiðin hjá okkum gekk víðari til London, men tað er einki at ivast í, at vit kunnu róliga viðmæla eina vitjan í Cambridge, um tað so bara er nakrar tímar. Meira kann lesast um Cambrigde á www.visitcambridge.org og skuldi onkur verið áhugaður í at fara til Cambridge University at lesa, so finnur man meira kunning um hetta á http://www.admin.cam.ac.uk/ Punting í Cambridge Í Cambridge er punting eitt ‘must’. Her sæst ein punting við ferðafólkum og Kings College Chapel í bakgrundini Trinity College var grundlagt av Henry VIII í 1546. Eingin sleppur at ganga á tí vakra grasinum, burtursæð frá professarunum Bókasavnið Wren í Cambridge, bleiv tikið í brúk í 1695 og sigst at vera eitt av tí elsta í heiminum sum nýtti stór vindeygu. Á bókasavninum liggur millum annað nakrar av teimum fyrstu útgávunum av Shakespare, Winnie the Pooh og aðrar útgávur, heilt aftur til ár 800 Kendi bretski barnafilmurin er partvís upptikin í hesum bygninginum í Cambridge Fríggjadagin fekk Bill Gates handað prógv sum professari frá Cambridge Univeristy Newton træðið