Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2009 33 tíðindi Undan vitjanini hjá KÍ í Sarpugerði leygardagin, var Uni Holm Johannesen í Klaksvík og loddaði dýpið millum klaksvíkingar í Roykstovuni FRÁSØGN Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Hey, tað er Ragnar. Hvar ert tú? Eg fari til fót- bóltsdyst. Jú, góða, jú, eg fari. Hann situr og skeldar nið- ur í telefonina. Seinastu løtuna er hann vorðin freist- aður av fótbólti, og nú skal hann við vinmanninum at hyggja eftir fótbóltsdysti í Norðagøtu. Vit hava sein- astu longu løtuna sitið í Roykstovuni í Klaksvík og práta um fótbólt. Og nú er eingin bøn: Hann skal við. Lítið prát Seinnapartin leygardagin, tveir tímar undan dystinum millum Víking og KÍ, leiti eg mær inn í Roykstovuna í Klaksvík. Tað er friðaligt í hølinum. Eg kenni tað sum, at tað lítla prátið, sum var, steðgar, tá eg tríni inn í rúmið. Tað ganga sekund. Og tey fýra fólkini byrja at práta aftur. Í bakrundini sigur Suni Merkistein frá kappróðri, men eingin vísir honum ans. Tveir mans í 50-árunum standa við diskin og suttla hvør sína øl. Hin eini hevur lítið hár á høvdinum og brillur, og hin reyður um trínið og íklæddur selabuks- ir. Sjálvur sessist eg við eitt borð nær við, og royni at leggja annað oyrað til, meðan eg lati sum um, at eg lesi í danska Tipsblaðnum. - Skulu vit keypa eina øl afturat, og síðan sleppa okk- um niðan?, spyr maðurin við brillunum. Jú, tað var gamaní. Eg hugsi, at eg helst eri komin í skeivt stað. Ætlanin var at fáa eitt fótbóltsprát í lag við onkran, men her verður ikki tosa um nakran rundan leðurbólt. Eg reisist skjótt aftur, og seti meg á ein stól við diskin. Eg havi júst biðið um eina kola, tá eg varnist, at maðurin við reyða tríni- num hyggur at mær. Hann sær út, sum hevur hann drukkið tvær øl ov nógv. - Hvat skal tú við kola, spyr hann undrandi. - Nei, eg koyri, svari eg honum aftur. Hann hyggur framvegis at mær. Eg royni at smílast, men hann varðveitir sítt undrandi andlitsbragd. So peikar hann at mær. - Hví hevur tú ein hatt á høvdinum?, spyr hann og vísir til kollin, sum eg havi á høvdinum. - Tað er so kalt úti, svari eg, hóast sannleikin er, at eg havi morgunhár. Vin- maður hansara situr bara og eygleiðir meg smílandi. Minnast aftur Eg siti eina løtu við mínari kola, áðrenn hann aftur vendir sær til mín. Eg vil ikki reiðuliga greiða honum frá hvør eg eri í óttanum fyri, at hann ikki vil práta við meg. Men tað skuldi ikki vísa seg at gerast ein trupulleiki. - So ert tú komin í skeivt stað, lítli mín. Vit spæla ongan fótbólt her, sigur maðurin við brillunum, og fer at flenna eftir sær sjálvum. Eg flenni við. Teir venda skjótt prátinum og fara at tosa um fótbólt. Enn ein maður, eg vildi skotið javngamalur við teir báðar, kemur inn í hølið og stillar seg við síðurnar av. Hann hevur grátt yvirskegg og skitið og ófantaligt hár. Men hann er blíður og fyrikomandi. - Her er ein ítróttar- journalistur komin á vitjan. Hann vil fegin vita, hvussu vit hava tað, nú gongdin hjá KÍ er so vánaligi, sigur tann eini. - So skal eg fegin greiða tær frá. Eg skíti á handan fótbóltin. Tað bara oyðileggur. Fólk tosa ikki um annað og ganga bara við gron. Hatta er jú bara ein bóltur, fýsir hann eftir mær, áðrenn hann sleppur sær út um at roykja. - Soleiðis er hann onkutíð, orsaka teir báðir og fara at tosa um, tá KÍ vann sítt seinasta føroyameistara- heitið. Tað var í oktober 1999, tá málverjin Stephen Boyle, Rógvi Jacobsen, Andrezj Pacek, Kurt Mørk- øre og Jan Allan Muller taldust millum leikararnar. - Eg var í Djúpumýru tann dagin, teir fingu gullið. Tað regnaði nakað so illa. Og eg skal siga tær tað, journalisturin, at tá hevði eg væntað, at vit fóru at vinna í fleiri ár afturat. - Men hvussu rakar tað teg og restina av Klaksvíkini, at tað gongur so illa í løtuni?, spyrji eg hann. - Sjálvandi harmist eg um tað. Tað eru fleiri orsøkir til vánaligu gongdina. For helviti, nevndin hevur ikki dugað at sett venjarar. KÍ kann einans takka sær sjálvum. Hasin onglending- urin, hvussu var tað hann æt?, spyr hann stamandi. - Tony Paris?, sigi eg og royni at hjálpa honum á veg. - Ja, hann. Hann var góð- ur! Hann revsaði leikar- arnar, tá tað ikki gekk væl. Og tað var eisini fínasta slag, tí teir skuldu stríðast fyri frálíku lønina, teir fingu. Eg krevji ikki gull hvørt ár. Men eg má kunna krevja, at vit ikki skulu vera í niðurflytingarvanda, sigur hann og drekkur av ølini. KÍ hevur framvegis sín fyrsta sigur til góðar í hes- um kappingarárinum. Liðið er í løtuni seks stig frá bjargingini, og í løtuni er lítil framstig at hóma hjá ungu klaksvíkingunum. Men vinmenninir meta, at teir hava loysnina á trupul- leikan. - Vit skulu bara skjóta bóltin í handan málið. Tað kann ikki vera so torført. Tú hevur eitt stórt mál, ein lítlan mann og ein bólt. Eg hevði í øllum førum klárað tað. Vit hava ikki so gott fólk akkurát nú, men tað kemur. Vit mugu bara hava álit á venjarunum og leikar- unum. Eg vóni eisini, at vit fáa fólk at hjálpa okkum. Um tað ikki gongur, so koma Harley Bertholdsen, Todi Jónsson og Rógvi Jacobsen bara at hjálpa okkum. Vit mugu ikki flyta niður, greiða teir frá. - Latið bara liðið flyta niður, so verður friður eina løtu, svarar maðurin við yvirskegginum aftur, nú hann júst er komin aftur. Klokkan er júst farin av fimm, tá eg takki fyri meg og vendi nøsini móti Norðagøtu og Sarpugerði. - Síggi eg tykkum so til dyst um eina løtu?, spyrji eg teir. - Ja, nú fara vit at rópa á KÍ, svara teir aftur í einum. Og jú, teir vóru sanniliga millum áskoðararnar í Sarpugerði. Tveir teirra, í øllum førum. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg skíti á handan fótbóltin. Tað bara oyðileggur KÍ-fjeppari Tilveran sum KÍ-fjeppari hevur ikki verið serliga løtt í ár. Men enn er stuðulin til bláa liðið ljódligur, tá spælt verður Eg hevði skotið bóltin í hatta málið