týsdagur 16. juni 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 112 - 16. juni 2009 ]
HB hevur 100%
úrtøku í sínum
heimadystum – NSÍ
hevur tað sama á
útivølli. Í annaðkvøld
verður sigursrøðin
hjá øðrum teirra
brotin. Og í Klaksvík
skal KÍ royna at vinna
á B36, sum púrasta er
steðgað upp
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu í annaðkvøld verður
12. umfar í Vodafone-
deildini spælt.
Og talan verður um nøkur
ordans brak í bæði toppi og
botni.
Í Gundadali er lagt upp
til rættan toppdyst, tá NSÍ
kemur á vitjan. Runavík-
ingar hava elt HB stóran
part av árinum. Ikki minst
takkað verið framúr úrslit-
unum á útivølli, har runa-
víkingar hava vunnið fimm
av fimm dystum.
Og HB hevur júst somu
hagtøl á heimavølli, og tí
vilja teir uttan iva royna at
styrkja sær enn meira um
støðuna á stigatalvuni, har
teir eru trý stig undan NSÍ
og Víkingi áðrenn dystirnar
í morgin.
Víkingur spælir á útivølli
móti 07 Vestur. Fyrr í ár
vann Víkingur greiðan sigur
móti vágamonnum í Sarpu-
gerði, og uttan iva fara teir
ljósabláu eftir eini endur-
tøku, soleiðis at teir halda
trýstinum á HB og NSÍ.
Seinasti dysturin millum
lið úr ovaru hálvu verður á
Toftum, har tað eisini líkist
einum braki, tá B68 tekur
ímóti EB/Streymi.
Toftamenn, sum ikki hava
tapt í sjey dystum, hava alla
orsøk at vera nøgdir um
síni avrik seinastu longu tíð-
ina, og nú er liðið veruliga
farið at amast móti teimum,
sum stríðast um heiðurs-
merki.
Her
hevði
EB/
Streymur avgjørt ætlað sær
at vera eitt av liðunum, men
enn hevur ikki borið ordi-
liga til hjá meistarunum,
sum við tapinum móti HB
meira líkjast einum miðju-
liði enn einum seriøsum
FM-avbjóðara.
Tvey botnbrak
Teir báðir seinastu dystirnir
síggja eisini sera spennandi
út á pappírinum, hóast teir
ikki
snúgva
seg
um
heiðursmerki.
Í Fuglafirði tekur ÍF móti
AB í einum dysti, sum
fuglfirðingar sera illa hava
ráð til ikki at vinna. AB
varð undan árinum ikki
mett millum tey sterkastu,
men gongdin hevur verið
so heilt hampuliga góð
higartil í ár. Og kunnu
Argjamenn eisini fáa nakað
við sær úr Fuglafirði, eru
teir helst somiki ovarliga
staddir, at teir als ikki
nærkast nøkrum niðurflyt-
ingarvanda yvirhøvur.
Tað gera fuglfirðingar
hinvegin, og hjá teimum
ræður um at vinna sær stig
– og tað skjótt eisin.
Og so er seinasti dysturin í
Klaksvík, har KÍ kanska stend-
ur viðhigar til besta møgu-
leikanum fyri trimum stigum.
Eftir fínu byrjanina er B36
púrasta steðgað upp, og liðið
hevur ikki vunnið, síðani teir í
triðja umfari høvdu heimavøll
móti júst KÍ.
Oddabrak í Gundadali
Av misgávum vóru fakta fyri 11. umfar í Vodafone-deildini ikki
við í blaðnum í gjár. Vit biðja lesararnar halda okkum tilgóðar og
prenta upplýsingarnar niðanfyri.
Víkingur-KÍ 4-1 (1-1)
0-1: Atli Gregersen, 6.
1-1: Kristoffur Jakobsen, 38.
2-1: Zoltan Bukzsegi, 51.
3-1: Súni Olsen, 66.
4-1: Sverri Jacobsen, 80.
Dómari: Lars Müller
Hjálpardómarar: Dan Højgaard & Edvard Højgaard
Víkingur: Geza Turi – Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen,
Hanus Jacobsen – Símun Louis Jacobsen (Magnus Skoralíð, 52.), Súni
Olsen (Hjartvard Hansen, 75.), Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgin Djurhuus
(Bárður Hansen, 84.) – Zoltan Bukzsegi – Andreas Lava Olsen
Gult kort: Niclas Niclasen
KÍ: Jákup Mikkelsen – Steffan Kalsø, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø,
Rudolf Eliasen – Ivan Joensen (Niels Pauli Danielsen, 76.), Oddmar á
Lakjuni (Jón Jacobsen, 71.), Erland B. Danielsen, Eli Simonsen (John
Hammer, 68.), Leon Bjartalíð – Kristoffur Jakobsen
Gult kort: Leon Bjartalíð og John Hammer
AB – B68 0-3 (0-1)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen, 4.
0-2: Dánjal Pauli Højgaard, 50.
0-3: Ahmed Keita, 78.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
AB: Tórður Thomsen – Janus Joensen, Tehe Aristide, Rói Danielsen,
Alex Mellemgaard – Evrard Blé, Jobin Drangastein, Kenneth Jacobsen
– Høgni Joensen (Rasmus Nielsen, 67.), Nikolaj Eriksen (Tummas Hans
Rubeksen, 56.), Tummas Justinussen (Dánjal Rói Olsen, 56.)
Gult kort: Kenneth Jacobsen, Tehe Aristide, Evrard Blé
B68: Vlada Filipovic – Poul N. Poulsen (Jónleif Højgaard, 64.), Pól
Jóhannus Justinussen, Johan Dávur Højgaard, Niklas Joensen – Óli
Olsen (André Olsen, 83.), Nenad Stankovic, Ndende Adama Gueye,
Øssur Hansen (Jóan Símun Edmundsson, 46.) - Dánjal Pauli Højgaard,
Ahmed Keita
Gult kort: Vlada Filipovic
B36-ÍF 0-0
Dómari: Petur Reinert
B36: Jóan Pauli Jakobsen – Johan Ellingsgaard, Poul Arni Jacobsen,
Herberg í Lon Jacobsen, Bergur Midjord – Róaldur Jacobsen, Klæmint
Matras, Magnus Olsen – Brima Koroma, Høgni Eysturoy (Hanus Thor-
leifsson, 57.), Bogi Hermansen (Christian í Garði, 82.)
Gult kort: Brima Koroma
ÍF: Andras Gango – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Pól Ennigarð, Jan
Ellingsgaard (Viggo Johannesen, 83.)– Frank Poulsen, Aleksander
Jovevic, Høgni Zachariassen – Hanus Eliasen (Vincent Jacobsen, 55.),
Nenad Saric (Ari Ellingsgaard, 46.), Andy Olsen
Gult kort: Áki Petersen
NSÍ-07 Vestur 5-1 (2-0)
Dómari: Georg Rasmussen
1-0: Bogi Løkin 20.
2-0: Karoly Potemkin 43.
3-0: Bogi Løkin 47.
4-0: Bogi Løkin 58.
4-1: Jens Erik Rasmussen 65.
5-1: Óli Hansen br. 82.
Meinhard Joensen – Jens Joensen, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen
(Monrad Holm Jacobsen, 78.), Einar Hansen – Jan Martin Mortensen,
Høgni Madsen, Bogi Løkin, Jan Ingi Petersen (Sjúrður Jacobsen, 76.),
Hjalgrím Elttør (Øssur Dalbúð, 76.) – Karoly Potemkin
Gult kort: einki
Trygvi Askham - Sjúrður Ellefsen, Gunnar Haraldsen, Hans Arni
Ellefsen, Hendrik Rubeksen – Ricardo Da Silva Braga, Ragnar Niclasen,
Milan Pejcic, Sigtór Petersen (Eli F. Nieslen, 30.) – Tór-Ingar Akselsen,
Jens Erik Rasmussen
Gult kort: Hendrik Rubeksen
EB/Streymur – HB 2-3 (1-2)
0-1: Bjarni Jørgensen, 8.
1-1: Alex Dos Santos, 27.
1-2: Bjarni Jørgensen, 31.
2-2: Arnbjørn Hansen, 53.
2-3: Andrew á Fløtum, 54.
Dómari: Dagfinn Olsen
EB/Streymur: Gunnar á Steig – Bárður Olsen, Egil á Bø (Dánjal David-
sen, 70.), Marni Djurhuus, Alex Dos Santos – Arnbjørn Hansen, Pauli G.
Hansen (Pætur D. Jacobsen, 70.), Sorin Angel, Levi Hanssen, Hans Pauli
Samuelsen – Leif Niclasen (Gudmundur Nielsen, 61.)
Gult kort: Marni Djurhuus
HB: Símun Rógvi Hansen – Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus
Nolsøe, Mortan úr Hørg – Bjarni Jørgensen (Christian R. Mouritsen,
82.), Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen (Jóhan Ejvind R.
Mouritsen, 90.) – Páll M. Joensen (Milan Kulic, 68.) – Andrew á Fløtum
Gult kort: Pætur Jørgensen
FAKTA um Vodafone-deildina
Vodafone-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 HB
11
8
-
2
-
1
29
16
13
26
2 NSÍ
11
7
-
2
-
2
26
15
11
23
3 Víkingur
11
7
-
2
-
2
26
15
11
23
4 B68
11
5
-
3
-
3
21
18
3
18
5 EB/S
11
4
-
4
-
3
20
15
5
16
6 AB
11
4
-
2
-
5
12
16
-4
14
7 B36
11
3
-
3
-
5
14
20
-6
12
8 ÍF
11
2
-
3
-
6
11
18
-7
9
9 07 Vestur
11
1
-
3
-
7
20
34
-14
6
10 KÍ
11
0
-
4
-
7
8
20
-12
4
Formbarometrið
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 HB
6
5
-
1
-
0
20
10
10
16
2 Víkingur
6
5
-
1
-
0
15
7
8
16
3 B68
6
4
-
2
-
0
15
7
8
14
4 NSÍ
6
4
-
0
-
2
13
7
6
12
5 EB/S
6
1
-
4
-
1
10
9
1
7
6 AB
6
2
-
1
-
3
5
10
-5
7
7 ÍF
6
0
-
3
-
3
6
10
-4
3
8 B36
6
0
-
2
-
4
4
11
-7
2
9 07 Vestur
6
0
-
2
-
4
10
18
-8
2
10 KÍ
6
0
-
2
-
4
5
14
-9
2
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 HB
13
8
-
3
-
2
30
14
16
27
2 B71
13
8
-
2
-
3
30
17
13
26
3 TB
12
6
-
4
-
2
21
17
4
22
4 VB/S
12
6
-
3
-
3
25
20
5
21
5 B68
13
6
-
2
-
5
29
21
8
20
6 NSÍ
13
6
-
2
-
5
24
26
-2
20
7 FC Hoyvík
13
6
-
1
-
6
16
20
-4
19
8 Víkingur
13
3
-
5
-
5
14
15
-1
14
9 Skála
13
2
-
2
-
9
13
25
-12
8
10 MB
13
0
-
2
-
11
13
40
-27
2
Vodafone-deildin
17.06 HB-NSÍ
Petur Reinert
17.06 ÍF-AB
Georg N. Rasmussen
17.06 KÍ-B36
Dagfinn Olsen
17.06 07 Vestur-Víkingur
Andrew Christiansen
17.06 B68-EB/S
Eiler Rasmussen
1. deild
16.06 VB/S-TB
Lars Müller
Komandi dysir
Lagt er upp til ordans brak í
Gundadali, har HB hevur havt
fulla úrtøku í heimadystum
sínum. NSÍ hevur hinvegin
vunnið allar útidystir sínar í ár
Komu til Serbia í gjárkvøldið
Føroyska hondbóltslandsliðið kom í gjárkvøldið til Zajecar í Serbia,
har landsdystur er á skránni mikukvøldið. Føroyski hópurin er kom-
in fram í øllum góðum til Hotel Lux, sum er einar 10 kilometrar
uttan fyri serbiska býin Zajecar – høvuðsbýin í Timocka Krajina
landslutinum, har eysturi í landinum. Manslandsliðið venur tvær
ferðir týsdagin og eina ferð mikudagin. Dysturin ímóti Serbia verð-
ur spældur mikukvøldið. Eftir sigrarnar á Føroyum hóskvøldið og á
Serbia sunnukvøldið, er Russland fremst í EM-undanbólki 2 við 14
stigum. Serbia og Bosnia eru næst við 11 stigum, Sveis hevur 7,
Italia 5 og Føroyar hava enn einki stig.
Kostaði Tottenham 80 mió kr.
David Bentley verður eftir øllum at døma ein dýrur harri fyri enska
Tottenham. Bentley varð í fjør summar keyptur til Tottenham fyri
140 mió kr., men tað hevur ongan tíð eydnast honum at bíta seg
fastan á liðnum, og nú vil leiðslan í felagnum hava pengarnar aftur.
Tað verður tó ikki øll upphæddin, tí ensk bløð skriva, at Tottenham
er til reiðar at lata spælaran til tann, sum vil rinda 60 milliónir. Tað
vil Aston Villa, og í løtuni samráðast teir við spælaran.