Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 216 - 8. november 2001 Nr. 216 - 8. november 2001 3 Nøkur fá orð um vinmann mín í Sandvík Kjartan Johannesen f. 10.09.1926 – d. 20.09.2001 Fragur millum fragar Vart tú allar tínar dagar. Eingin nakrantíð nakað Kundi úr hond tíni taka. Lítandi vestur í Rituskorð Tú vart ein maður Eitt orð var eitt orð. Nú sólin stendur í Ásmundarstakki Fyri trúskap og vinarlag, Kjartan eg takki. Góði Kjartan, eg fari at takka tær av hjarta fyri alt tað, ið eg havi fingið frá tær, síðani eg kom at kenna teg. Tú hevur altíð givið mær góð ráð og vegleitt meg. Tú hevur verið trúgvur sum trøllið. Eg hevði ikki vilja verið tíni góðu ráð og tína hjálp fyri uttan. Hvíl í friði góði vinmaður mín. Ein vinur Ein seinasta heilsan til besta abba okkara í Sandvík Kjartan Johannesen f. 10.09.1926 – d. 20.09.2001 Tað besta vit fingu, var at ringja suður og siga góð tíð- indi, tí vit vistu hvussu glaður tú bleivst, tá tað gekk okkum væl. Tá vit ringdu, spurdu vit altíð, »hvussu gongur abbi?« Og tú svaraði, »okur hava tað gott og je skal ikki klaga«. Nei abbi, ongantíð læt tú illa at, ei heldur nú tú vart so sjúkur. Hvørja feriu elskaðu vit at sleppa suður til tykkum. Góðu omma og abbi, tað er altíð so hugnaligt, at koma suður og serliga nú vit koma suður við okkara børnum, tykkara langommu- og langabba børnum. Tað kennist so løgið at vita, at tú abbi ikki ert millum okkum meira. Men vit fara ongantíð at gloyma teg. Vit vilja altíð goyma minnið um teg í hjørtum okkara. Har eigur tú eitt stórt pláss, ið er fult av kærleika. Vit eru heldig abbi, tí vit hava átt ein góðan abba og tú fert ongantíð at doyggja í minnum okkara. Kærleikin til okkum frá tær, hann kann eingin taka frá okkum. Góða besta omma, má Jesus styrkja teg í sorgini, nú abbi er farin heim til Harran. Vit elska teg omma. Við hesum fáu orðum ynskja vit, at lýsa frið yvir minnið um abba okkara í Sandvík. Bergljót, Beinur, Kára og Henny Tíðindaskriv Buy Sunhouses er sponsk fyritøka við íslenskum eig- ara, og byrjaði fyritøkan í 1997. Buy Sunhouses fæst við at selja hús, serstakliga í Spania og Florida. Seinastu tvey árini hava vit samstarvað við ein av teimum størstu byggifyri- tøkunum í Spania, sum nevnist Torreblanca del Mediterrano og byggja tey uml. 700 til 1000 hús um árið. Samstarvið við tey, tryggjar kundum okkara góð hús, í vinarligum um- hvørvið. Húsini eru lykla- klár við øllum hentleikum (fult møbleraði). Kundi tú hugsað tær at ognað tær eitt av okkara húsum, so støkk inn á gólv- ið á Hotel Hafnia leygar- dagin 10. november ella sunnudagin 11. november frá kl. 14 - 18 og fá meir at vita. Tíðindaskriv Sunnudagin 11. november klokkan 16 fara Havnar Hornorkestur og Harmoni- orkestrið GHM at hava fel- ags konsert í høllini á Venj- ingarskúlanum í Havn. Bæði orkestrini venja van- liga til eina heystkonsert, og ofta hava hesar konsertir verið hildnar hvør sær. Men í ár fara so bæði orkestrini í Havnini at skipa eina felags konsert, har hvørt orkestrið spælir sína helvt. Havnar Hornorkestur fer at framføra eina skrá við fjølbroyttum tónleiki. Har verða verk av tildømis Goff Richards og Edward Greg- son, bæði tvey upprunaverk fyri hornorkestur, eitt verk av Carl Nielsen, sum er út- sett fyri brassband og har- afturat onkur meira popp- kend løg og onkur swing- løg eisini. Havnar Hornor- kestur telur í løtuni 27 spælarar, og dirigentur er Ove Olsen. Á skránni hjá GHM verður bæði nýggjur og eldri filmstónleikur, so sum »Limelight«, »Hello Dolly«, »James Bond« og »Batman«. og eisini spælir GHM musicaltónleik. Í GHM eru umleið 25 spælarar og dirigentur er Martin Mouritsen. Konsertin verður skipað soleiðis, at Havnar Horn- orkestur spælir fyrru helvt og GHM seinnu helvt. Og konsertin verður sum nevnt í Læraraskúlahøllini sunnu- dagin klokkan 16. Seinnu ferð eydnaðist fyrstaráðharranum í Norð- urírlandi at fáa nóg mikið av atkvøðum í tjóðartingin- um. Tískil slapst undan pol- itiskari kreppu. Upprunaliga skuldi ting- ið endurvelja David Trimble seinasta leygardag, men tá atkvøðurnar vóru taldar upp, vísti tað seg, at hann hevði fingið ov fáar atkvøður, tí nakrir av hans- ara egnu høvdu ikki atkvøtt fyri honum. Hesir eru ímóti semjupolitisku kósini hjá Trimble. Bretska stjórnin boðaði alt fyri eitt frá, at varð Trimble ikki afturvaldur, fór hon at útskriva val ella at seta norðurírska sjálv- stýrið úr gildi. Hóttanin virkaði. Tá tingið atkvøddi av nýggjum, valdu tríggir tinglimir í Samgonguflokkinum at at- kvøða fyri Trimble, og tað var nóg mikið. Við teirra at- kvøðum fekk hann 51,7 prosent av atkvøðunum. David Trimble fór í juli frá sum fyrstiráðharri, eftir at IRA sýtti fyri at lata vápnini frá sær, hóast hetta var partur av friðaravtaluni, sum varð gjørd Langa fríggjadag í 1999. Tá IRA fyri fjúrtan døgum síðani brádliga gekk við til at lata vápnini frá sær, játtaði Trimble at taka við aftur. Avgerðin kann fáa alstór- an týdning fyri friðartil- gongdina í Norðurírlandi. Myndugleikar í USA og Evropa hava stóran áhuga í 180 passum, sum vórðu funnin í Vanda- floghavnini uttan fyri Helsingfors fyrr í heyst Síðani yvirgangsatsóknirn- ar tann 11. september hava myndugleikar um allan heim vent eygunum ímóti øllum, sum hevur við ferðir og ferðatrygd at gera. Tey 180 passini úr Finnlandi hava tí vakt stóran ans. Finska løgreglan fann tey 180 passini uppi á einum belgiskum manni, sum sambært finsku løgregluni hevur verið við til at útvega í minsta lagi 1500 pass. Finsku myndugleikarnir kenna seg kortini vísar í, at passini eru ikki gjørd í Finnlandi, men at tey eru flutt ígjøgnum Finnland. Tey 180 passini, sum belgiumaðurin hevði uppi á sær, vóru belgisk, fronsk og italsk. Tey vóru tóm. T.v.s. at har vóru eingi nøvn og ongar myndir ella upplýs- ingar um eigaran. Men málið verður mett sera álv- arssamt. Finsku myndugleikarnir hava kunnað amerikansku sendistovuna í Helsingfors um passini og mannin, sum hevði tey uppi á sær. Finsku myndugleikarnir hava eis- ini havt samband við evropeiska løgreglusam- starvið Europol í Haag um málið. Uttan úr heimi Trimble afturvaldur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum hjálptu og stuðlaðu okkum, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Sørin Svabo Sørensen Klaksvík doyði og varð jarðaður.Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Janhild, Páll Sigmund og Sólfríð Hevði 180 pass uppi á sær Felags hornkonsert í Havn Hús títt í sólini Foreldur í Göteborg- økinum, sum brádd- liga missa eitt barn í ferðsluni ella av ólukku, verða ikki longur send heim við linnandi heilivági eft- ir eitt stutt farvæl. Jutta Kjærbeck tekur sær av teimum og hjálpir teimum at koma víðari í lívi- num. Og fyri hesa tænastuna er hon heiðrað í Svøríki GERANDISHETJA Turið Kjølbro Jutta Kjærbeck, sum er fødd og uppvaksin á Tvør- oyri, varð í farnu viku út- nevnd hetja í Svøríki av Göteborgs Minnesfond. Jutta Kjærbeck er útbúgvin sjúkrasystir og jarðarmóðir, og hevur halgað alt sítt lív til børn og avvarðandi teirra. Í nógv ár var hon leiðari á bráðfeingismót- tøkuni á Östra Sjúkrahúsi í Göteborg. Har sá hon tørv- in á eini serligari hjálp til foreldur, sum bráddliga missa eitt barn í ferðsluni ella av ólukku. Tí hevur hon skapt sokallaða göte- borgskamodellið á Östra sjúkrahúsinum, sum hevur størstu bráðfeingismóttøku av børnum í Norðurlond- um. - Eftir mínum tykki dugdi sjúkrahúsið ov illa at vísa umhugsni og atlit yvir fyri foreldrum, sum brádd- liga missa eitt barn. Eg havi mist tvey børn, so eg veit, hvussu tað kenst, sigur Jutta Kjærbeck við Göte- borg Posten seinasta miku- dag. Tøk altíð Foreldur, sum bráddliga missa eitt barn, verða ikki longur send heim við linn- andi heilivági eftir eitt stutt farvæl við barnið. Tá ið eitt barn bráddliga doyr, er Jutta Kjærbeck tann fyrsta, sum bjargingartænastan ella løgreglan ringir til. Hon er altíð tøk og fer út nær tað skal vera døgnið runt árið runt. Göte- borgskamodellið gongur í grundini út uppá, at starvs- fólk á sjúkrahúsinum niður í smálutir vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey hava við avvarðandi at deyðum børnum at gera. Jutta Kjærbeck vegleiðir og upplærir sjúkrahússtarvs- fólkið, men fram um alt hittir hon altíð sjálv tey, sum hava mist. Hjálpin kann verða sam- røða og stuðul í fyrsta um- fari, og hjálp til jarðarferð- ina. Eisini hevur Jutta fing- ið í lag, at foreldrini fáa høvi til at tosa við løgregl- una sum var á staðnum, fólkini í sjúkrabilinum og starvsfólkini á skaðastovu- ni. Av og á fer Jutta við for- eldrunum til arbeiðis aftur eftir tilburðin fyri at greiða arbeiðsfeløgunum frá, hvat er hent. Fyrr varð hjálp bara veitt foreldrunum, men Jutta hevur víðkað hjálpina til at umfata familjuna og tey, sum eru rørd av tilburði- num. Sera stóran týdning metir Jutta Kjærbeck tað hava, at foreldrini síggja deyða barn sítt, ikki bara ta einu ferð- ina, men fleiri ferðir. - Tað hevur týdning at síggja barnið fyri at skilja tað, sum er hent, tí tað er veruleikin. Eisini um barn- ið hevur fingið skaða. Tað ber altíð til at binda um skaðar eftir eina ólukku. Foreldrini síggja ikki skað- an, men barnið, sigur hon. Eisini heitir hon á for- eldrini um at taka myndir av barninum, sum hon hongur á veggin. Júst nú stendur ein mynd av einum lítlum glaðum ljóshærdum dreingi á borðinum við síð- una av einum blómutyssi. Jutta Kjærbeck greiðir frá, at sambandið millum hana og tey avvarðandi ikki altíð heldur fram at vera professiónelt. Nógv vinar- løg eru knýtt og mangan hittast tey aftur seinni, tá ið nakað er fráliðið og undir betri umstøðum. - Tað kemur fyri, at eg verði biðin um at verða gumma, tá ið hesi foreldr- ini, sum hava mist, fáa eitt barn afturat. Eisini verði eg onkuntíð biðin um at vera við á føðistovuni, tá ið ein mamma, sum hevur mist eitt barn, skal eiga. Tað hevur tikið Juttu Kjærbeck átta ár at sann- føra leiðsluna á Östra Sjúkrahúsi í Göteborg um, at tað er tørvur á hjálp og rúmi fyri tey avvarðandi. Her verða ljós tendrað, og øll systkin fáa ein lítlan eingil at taka heim við at leggja til deyðu systrina ella beiggjan. Í løtuni verð- ur arbeitt við at gera um- støðurnar hjá teim avvarð- andi betri á sjúkrahúsinum. Á hurðina ætlar Jutta Kjær- beck at hanga nýggja skelt- ið. Har stendur Nangijala, sum er staðið har øll børn eina ferð hittast aftur - í skaldsøguni um Brøðurnir Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren. Smábarnadeyði Jutta Kjærbeck fór av Tvør- oyri til Keypmannahavnar at læra til sjúkrasystur í 1960. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hon í fimm ár við psykiatriskum sjúklingum í Keypmannahavn, og í 1969 flutti hon til Göteborg, har hon síðani hevur starvast og búð. Tey seinastu gott og væl 20 árini hevur hon arbeitt við børnum, og síðani 1976 við pinkubørnum. Í 14 ár arbeiddi hon serliga við børnum, sum høvdu astma og ovurviðkvæmi. Fyri nøkrum árum síðani fekk hon til uppgávu at byggja upp eina nýggja deild. Hon setti tá ta treyt, at hon fram- vegis slapp at arbeiða við pinkubarna- og smábarna- deyða, og tað hevur hon gjørt síðani 1989. Eftir eldsbrunan á dansi- staðnum í Göteborg fyri trimum árum síðani, sum kravdi meiri enn 60 ung mannalív, hevur Jutta Kjær- beck arbeitt við teim av- varðandi, foreldrum, systkjum og vinum. Jutta Kjærbeck hevur sjálv átt fimm dreingir. Tann elsti er føddur í Før- oyum í 1965. Næsti sonur hennara doyði bert 10 mánaðir gamal í 1973, og fjórði sonurin doyði beint áðrenn hon skuldi eiga hann í 1977. Í 1985 átti hon fimta sonin. Jutta av Tvøroyri heiðrað í Svøríki - Vit skulu ikki bert liggja undir borði- num og eta molar- nar, sum detta á gólvið frá teimum, sum áseta sína egnu lønir sjálvir, sigur nevndin í Lands- felag Pensjónist- anna SÓLSETUR Turið Kjølbro Veljið ikki av gomlum vana, veljið tey, sum stuðla pensjónistunum og sum vísa tað í verki. Hetta er boðskapurin í oddagreinini í blaðnum Sólsetur, sum Landsfelag Pensjónistanna gevur út tvær reisur um árið. - Høvdu vit verið fleiri í felagnum, kundu vit lagt størri trýst á politikarar- nar. Vit skulu ikki bert liggja undir borðinum og eta molarnar, sum detta á gólvið frá teimum, sum áseta sína egnu lønir sjálvir. Tað eru stakir pensjónistar, sum liva undir hungursmarkinum, men sum eru ov stoltir til at siga frá. Nú eru lønar- samráðingar gjørdar við flest øll feløg, og øll hava fingið munandi lønar- hækking. Enn hava vit einki hoyrt um, at pen- sjónirnar hækka samsvar- andi, sigur oddagreins- skrivarin. Nú val stundar til, eru allir flokkar farnir at fríggja til pensjónistarnar og lova bæði gull og grønar skógir. – Mussið ongan fyrr enn tit síggja, at teir gera okkurt áðrenn valið, tí eftir valið er alt gloymt, verður sagt í oddagrein- ini. Ov fáment Pensjónistarnir eru ikki tann bólkurin í samfelag- num, ið rópar harðast. Og ein orsøk er kanska, at ov fáa gera seg galdandi í pensjónistafeløgunum kring landið. Fjúrtan slík feløg eru við íalt 1200 limir. Hetta er ov lítið, heldur Landsfelag Pen- sjónistanna, tá ið hugsað verður um, at 6000 pen- sjónistar eru í landinum. – Limirnir standa fríir at hava sína meining. Vit mæla øllum til at taka ein virknan lut í politikki og stuðla teimum, sum arb- eiða fyri pensjónistunum, verður sagt í oddagreinini í Sólsetri. Pensjónistar ávara pensjónistar C M Y K 3 2