hósdagur 8. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 216 - 8. november 2001
Nr. 216 - 8. november 2001
5
Fámjin er ein bygd,
sum er væl fyri.
Næsta ár fer Komm-
unan at gera íløgur
fyri 1,4 millión og tí
mugu tey læna
íløgukvbotu frá
hinum kommunun-
um í oynni
FÁMJIN
Áki Bertholdsen
Fámjin er ein av teimum
kommununum, sum er eina
best fyri í landinum upp á
seg. Hon skyldar ikki eina
krónu og inntøkurnar eru
javnt góðar.
Men samstundis ásannar
Bygdaráðið, at nógv liggur
á láni og tað merkir eisini
fíggjarætlanina hjá komm-
ununi fyri komandi ár.
Á fundi í seinastu viku
samtykti Bygdaráðið fíggj-
arætlanina einmælt.
Eftir henni skal Fámjins
Kommuna næsta ár gera
íløgur fyri 1,4 millión. Tað
er nógv meiri, enn komm-
unan kundi gjørt eftir
íløgukvotuni, hon hevur. Tí
hevur kommunan verið
noydd til at læna íløgu-
kvotu frá øðrum komm-
unum í Suðuroy, sum ikki
brúka sína kvotu næsta ár.
Annars verður mett, at
kommunuskatturin í Fámj-
in
næsta
ár
verður
1.950.000 krónur, men
harumframt fær kommunan
80.000 í rentuinntøkum,
samstundis sum hon ikki
hevur eitt oyra í rentu-
útreiðslum.
Restin
av
íløgunum, 900.000 krónur,
verður tikið av pengunum,
sum kommunan hevur á
bók.
Av tí, at so nógv liggur á
láni, heldur kommunan
ikki, at tað er rætt at lækka
skattaprosentið,
hóast
kommunan kundi havt ráð
til tað.
Av tí sama er skatta-
prosentið aftur 16% næsta
ár og barnafrádrátturin er
5.000 krónur fyri hvørt
barnið.
Av íløgum, sum komm-
unan skal gera, er tað fyrst
og fremst vegurin í bygdini,
sum skal gerast, umframt
renovatiónsplássið
og
kloakkir.
Ætlanin at brúka 500.000
krónur uppá ein veg í
bygdini, sum er rættiliga
illa farin. Talan er um vegin
inn í Hviltabotn, sum tað
eitur, tað er vegurin inn til
kirkjugarðin. og ætlanin er
nú at gera hann so góðan, at
bilar kunnu koyra eftir
honum.
Harumframt er ætlanin at
gera kloakkir fyri 400.000
krónur og ætlanin er eisini
at brúka uppá skúlahúsini,
sum kommunan eigur. Enn
er ikki greitt, hvat komm-
unan skal brúka húsini til,
men Bygdaráðið heldur
ikki at tað er rætt, at tey
skulu forfella.
Annars
skulu
stórar
íløgur gerast í vatnbrunn.
Í Fámjin búgva 110 fólk.
Tónleikarar, sum
spældu til dans við
ymsum bólkum í
sekstiárunum fara
á pall í høllini í
Trongisvági hetta
vikuskiftið
AFTURTRÁ
Áki Bertholdsen
Øll tey eldru í Suðuroy,
sum
vilja
minnast
gamlar dagar og øll tey
yngru, sum vilja vita,
hvussu tað var at fara í
býin í gomlum døgum,
kunnu gleða seg til
vikuskiftið.
Leygarkvøldið verður
nevniliga stórt tiltak í
ítróttarhøllini í Trong-
isvági, har litið verður
afur um bak, heilt aftur í
sekstiárini.
Tá fara fleiri av teim-
um gomlu orkestrunum,
sum spældi til dans á
Tvøroyri í sekstiárunum
og kanska eitt sindur inn
í sjeytiárini, á pallin í
ítróttarhøllini.
Tá á døgum vóru
nógv orkestur á Tvøroyri
og trý av teimum fara at
spæla leygarkvøldið.
Ætlanin er at byrja
klokkan 11 leygarkvøld-
ið - og ætlanin er at
byrja stundisliga.
Tey gomlu orkestrini,
sum fara at spæla, eru
Virvar, Beat Shots og
Assorted Creams. Har-
afturat verður Maibritt
úr Hørg eisini við.
Tey fara at spæla einar
seks til 10 sangir í part
og tónleikurin verður
tað, sum var at hoyra tá á
døgum, Elvis Presley,
Shadows, Sven Ingvars,
Creadens
Clearwater
Revival o.s.fr.
Annars fara Trio at
spæla til dans.
Eyðvitað hava allir
hesir
bólkarnir
havt
skiftandi manning, ta
tíðina, teir spældu, og
onkrir ídnir tónleikarar
frá hesi tíðini eru farnir
undir grønu torvu, eitt
nú spældu Arthur Djur-
huus og Símun Nielsen
við Virvar og Rudolf
Niclasen
spældi
við
Stjørnuni og Beat Shots.
Men teir, sum spæla
við, eru allir tónleikarar
frá teirri tíðini.
Beat Shots er mann-
aður við Albert Johanne-
sen, Paula Einarsson,
Finn Thomsen og Errolf
Thomsen. Í Virvar
spæla Kári Niclasen,
Vilhelm Meyer, Jens
Johannesen
og
Finn
Thomsen. Í Assorted
Cream eru tað Kristian
Petersen, Anton Øster,
Jens Johannesen og Finn
Thomsen.
Hesa seinastu tíðina
hava bólkarnir vant eitt
sindur, so teir eru ikki
ófyrireikaðir, teir fara á
pallin.
Tað
er
Gamlaárs-
nevndin, sum skipar fyri
tiltakinum.
Atgongu-
merkið
kostar
100
krónur.
Suðuroyingar
fara aftur í
sekstiárini hetta
vikuskiftið
Leygardagin verður
seyðasýning í Hvalba.
Seinni verður
oyggjarfinala
SEYÐASÝNING
Áki Bertholdsen
Leygardagin verður aftur
seyðasýning
í
Hvalba.
Hetta er aðru ferð í ár, at
seyðasýning er í Hvalba.
Fyrru ferðina vóru tað
veðrarnir, sum vórðu sýn-
aðir, men hesuferð verða
tað
veðurlombini,
sum
stóðu fyri tørni.
Sýningin verður uttan
fyri Roynhøllina og hon
byrjar klokkan 13. Hesu-
ferð verður eitt sindur meiri
gjørt burturúr, enn teir
plaga. Eitt nú fer MBM at
hava eina framsýning inni í
Roynhøllini við ymsum
útbúnaði og ymsari útgerð
til seyðahald.
Somuleiðis verður burt-
urluting, har vinningarnir
eru eitt lamb, kikari, kara-
mellur og kraftfóður. Í
Hvalba hava seyðasýningar
verið síðani 1994. Dómarar
vera aftur hesuferð Petur
Karl av Rana, Ásmund
Bærentsen, Óli í Hjøllum
og Frits Poulsen. Teir, sum
eiga tey vakrastu lombini,
fáa eisini steyp.
Í heyst hava seyða-
sýningar verið í flest øllum
bygdum í Suðuroynni. Um-
framt í Hvalba, hava sýn-
ingar hava verið í Sumba,
Porkeri og í Hovi.
Seinni,
helst
annað
vikuskiftið, verður so ein
oyggjarfinala, har allir teir,
sum hava fingið steyp í
teimum ymsu sýningunum,
vera við.
Seyðasýning í Hvalba leygardagin
Fáminingar mugu
læna kvotu
Bygdaráðið í Fámjin ásannar, at nógv liggur á láni og tí eru íløgur stórar upp á seg. Bygdaráðið hevur einmælt samtykt
fíggjarætlanina fyri komandi ár. Her eru tað f.v. Magnus Ellendersen, næstformaður, Hans Joensen, Arni Nielsen og Niels Jacob
T. Nielsen. Borgarstjóri er Elin Nielsen
Fiskur hevur nógvar
aðrar møguleikar enn
flak, sum er tað mest
vanliga at framleiða
av fiski. Restin av
fiskinum kann vera
meira verd enn flakið,
og tí kann tað vera
stórur vinningur í at
virka restina av fiski-
num, sum vanliga
verður tveitt burtur
VIRÐISØKING
Stefan í Skorini
Hetta
hava
norðmenn
prógvað. Har hava fyritøkur
sum Maritex lagt seg eftir
at viðgera tann partin av
fiskinum, ið vanliga verður
tveittur burtur. Hetta hevur
við sær eina stóra virðisøk-
ing av rávøruni, og vænt-
andi fer henda vinnan veru-
liga at taka dik á seg kom-
andi árini.
Norrøna
Atlantssam-
starvið (NORA) skipar í
hesum døgum fyri eini ráð-
stevnu í Norðurlandahúsi-
num,
ið
hevur
heitið
»Økonimisk vækst og nye
vækstmuligheder i Nordisk
Atlantregion«. Løgmaður
setti stevnuna mikumorg-
unin.
Í hesum sambandi eru
fólk úr hinum Norðurlond-
unum komin til landið at
hava fyrilestrar um teirra
royndir og úrslit. Fyrst á
skránni mikudagin var ný-
skapandi viðgerð av ráevn-
um úr havinum, og hvussu
meira kann fáast burturúr
fiski sum heild.
Stórir møguleikar
Eingin ivi er um, at stórir
møguleikar eru í hesi vinn-
uni. Í Noregi eru fleiri fyri-
tøkur, ið útvinna vørur úr tí
partinum av fiskinum, ið
ikki verður nýttur til flak
ella aðra væl kenda fram-
leiðslu.
Bara umleið 35% av ein-
um fiski verður nýtt til
flakið. Hin parturin fer til
hjáframleiðslu.
Nógvir
møguleikar eru at vinna
ymiskar vørur úr hesum
partinum.
Fóður, fiskamjøl, heilsu-
kostur av ymsum slag, kos-
metik, proteinir og lýsi eru
nakrar av teimum vøru-
num, ið kunnu útvinnast.
Geir Wilhelm Wold er
stjóri í norsku fyritøkuni
Maritex, og hann greiddi
eitt sindur frá teirra virk-
semi.
Verksmiðjan
hjá
teimum byrjaði við at virka
toskalivrar. Síðani er fram-
leiðslan økt, so at hon nú
eisini umfatar fiskahøvd,
magan, rogn, ryggjastykki,
livrar og annað. Framleiðsl-
an er tí sera fjølbroytt í dag.
Fyritøkan er væl fyri í
dag og hevur ein partapen-
ing á einar 80 milliónir
norskar krónur. Hon hevur
lagt seg eftir at virka tann
partin av fiskinum, ið van-
liga ikki verður nýttur.
Hetta hevur eydnast avbera
væl.
Geir Wilhelm Wold sigur,
at tey hava roynt at fáa fulla
úrtøku úr rávøruni, ið verð-
ur førd til lands.
Hetta verður ikki gjørt í
Føroyum.
Men
Sigrun
Bekkevold úr Noregi vænt-
ar, at henda menningin fer
at breiða seg til øll Norður-
lond og kanska um allan
heim. Føroyingar eiga tí at
fara at hugsa um hesar
møguleikarnar.
Tey bæði Sigrun og Geir
eru á einum máli um, at tað
krevur nógv at fara í gongd
við slíka vinnu. Almennnu
myndugleikarnir
mugu
vera við í menningini, og
tað krevur stóra vitan um
hesa vinnuna. Eisini er um-
ráðandi at hava altjóða
marknaðin fyri eygað og
ikki bara at hugsa um
nærmastu grannarnar.
Stór virðisøking
Sigrun Bekkevold starvast
hjá RUBIN í Noregi, og
endamálið
hjá
hesum
stovni er at skapa virðisøk-
ing av rávøruni í havinum.
Hon sigur, at virðisøkingin
hevur verið umleið ein
milliard um árið.
Hon væntar harafturat, at
áðrenn tíggju ár eru liðin,
verður henda hjáframleiðsl-
an meira verd enn høvuðs-
framleiðslan av rávøruni
fiski.
Kunnu fáa meira burturúr fiskinum
Klaksvík: Leygardagin
og sunnudagin skipar
Klaksvíkar Ítróttarfelag
fyri stórari bilstevnu í KÍ-
høllini.
Bilstevnan í Klaksvík
er vorðin afturvendandi
táttur, og á hvørjum ári
eru tað fleiri, sum nýta
høvi til at keypa sær
nýggjan bil.
Bilasølurnar,
sum
verða við hesaferð, eru
Reyni Service, Nordbil,
Ivan Johansen, Esmar
Simonsen, Bilfríðkan og
Suzuki. Harafturat fer
P/F Hansen at hava við-
festivognar á stevnuni
Stevnan verður opin
leygardagin og sunnu-
dagin frá kl. 15.00 til
21.00.
Í sambandi við bila-
stevnuna
undirhalda
klovnarnir Fjotti og Bobo
í Lognbrá. Hetta verður
leygardagin kl. 17.00, og
atgongumerkini,
sum
verða keypt til klovna-
undirhaldið, kunnu eisini
brúkast til sjálva bilstevn-
una.
Fimm av teimum
átta limunum í
kirkjuráðnum í
Klaksvík vóru valdir
á loftslistanum
VAL
Eyðun Klakstein
Klaksvik: Tríggir listar
vóru til kirkjuráðsvalið í
Klaksvík, og tað gjørdist
listi 1, sum fekk fimm av
teimum áttu limunum í
ráðnum.
Av hesum lista, sum tey
plaga at rópa loftslistin,
vóru
Karl
Gudmund
Henriksen, Jákup Dion
Frederiksen, Jaspur Pet-
ersen, Rannvá Joensen og
Terji Kjærbo vald í
kirkjuráðið.
Listi 2, sum serliga er
mannaður við fólki úr
Emmaus, fekk eitt umboð
í kirkjuráðið, og tað
gjørdist Tummas Lervig.
Triði listin, sum serliga
umboðaði KFUM & K,
fekk tveir limir. Ólavur í
Mittúi Christiansen og
Ågot Poulsen vóru vald í
kirkjuráðið.
Nýggja kirkjuráðið tek-
ur við fyrsta sunnudagin í
advent.
Bilstevna í Klaksvík
Loftslistin vann
Geir Wilhelm Wold sigur, at
tað krevur nógv at fara undir
at virka tann partin av fiski-
num, ið ikki fer til høvuðs-
framleiðsluna
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógv fólk úr vinnuni var í Norðurlandahúsinum mikudagin, og tey hava óivað fingið okkurt
gott hugskot
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4