hósdagur 8. november 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 216 - 8. november 2001
Nr. 216 - 8. november 2001
7
Sambandsflokkurin
hevur sett ríkisfelags-
skapin ovast á dags-
skránna undan kom-
andi løgtingsvali.
Flokkurin sær ríkis-
felagsskapin sum eina
avgerðandi fortreyt
fyri, at frælsi hjá tí
einstaka og vælferðin
verða varðveid.
Samstundis ynskir
flokkurin eisini at
varðveita fólkatings-
umboðini í framtíðini
VALSKRÁ
Heri á Rógvi
Í vikuni kunngjørdi Sam-
bandsflokkurin, hvørja leið
flokkurin ætlar at ganga í
sambandi við komandi løg-
tingsval. Flokkurin hevur
kunngjørt sína valskrá ella
valupplegg. Arbeitt hevur
verið við hesum í longri tíð
nú. Valskráin er fyrst og
fremst ætlað til løgtingsval-
ið, sum væntandi verður
komandi vár. Tá ið tað nú
stundar til fólkatingsval, so
kunnu partar av valskránni
eisini nýtast til hetta enda-
málið.
Sambandsflokkurin hev-
ur sett ríkisfelagsskapin,
persónliga frælsið hjá tí
einstaka og tryggjanina av
vælferðini ovast á breddan
til komandi løgtingsval.
– Talan er ikki um nakra
beinleiðis raðfesting, men
tað er greitt, at vit eitt nú
meta ríkisfelagsskapin vera
eina fortreyt fyri vælferð-
ina og frælsið hjá tí ein-
staka, sigur Lisbeth L. Pet-
ersen, formaður fyri Sam-
bandsflokkin.
Sambandsflokkurin legg-
ur stóran dent á, at framtíð-
in hjá Føroyum eigur at
liggja innanfyri ríkisfelags-
skapin. Flokkurin vísir eis-
ini á nýskipanaruppskotið
hjá sær, sum varð gjørt fyri
nøkrum árum síðani. Tað
uppskotið vísir heilt greitt,
hvussu langt flokkurin er
sinnaður at ganga innanfyri
ríkisfelagsskapin.
– Ríkisfelagsskapurin er
so nógv annað enn pengar,
og vit ynskja als ikki at
byggja samfelagið upp á
ríkisveitingina, sigur Lis-
beth L. Petersen.
Sambandsflokkurin
ynskir ikki, at ríkisveitingin
skal bera føroyska samfel-
agið, og ríkisveitingin skal
heldur ikki vera ov stór og
eigur at verða regulerað
eftir tørvi.
-– Í tráð við, at flokkurin
fyrst og fremst vil tryggja
vælferðina og samstundis
ásanna vit, at tað er stórur
tørvur á betringum á fleiri
økjum, so síggja vit onga
orsøk til at minka ríkisveit-
ingina júst nú. Eisini tá
hugsað verður um, at fíggj-
arlógin fyri komandi ár
nærkast einum undirskoti,
virkar tað mestir sum um,
at vælferðin verður sett til
síðis fyri fullveldinum, sig-
ur Lisbeth L. Petersen.
Eisini ynskir Sambands-
flokkurin at varðveita um-
boðanina á fólkatingi. So at
siga allir flokkar í Føroyum
hava meldað út, at teir
ynskja at avtaka føroysku
umboðanina á danatingi
við árunum, men hetta
ynskir Sambandsflokkurin
als ikki. Sambandsflokkur-
in sær umboðina á fólka-
tingi sum ein part av ríkis-
felagsskapinum.
Møguleikar
– Sambandsfólk kenna seg
sjálvandi fræls, tá ið vit nú
liva í einum frælsum landi
og frælsum ríkisfelags-
skapi, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Sambandsflokkurin hev-
ur sett persónliga frælsið
hjá tí einstaka ovarliga á
dagsskránna.
Alfred Olsen, tingmaður
fyri Sambandsflokkin, sig-
ur, at í ríkisfelagsskapinum
liggja so nógvir møguleik-
ar, tá ið tað kemur til út-
búgving, heilsuverk v.m.
–
Sambandsflokkurin
hevur altíð havt umsorgan
fyri, at hvørt einstakt fólk
skal hava frælsi starv,
heilsuhjálp og annað. Við
ríkisfelagsskapinum lata vit
í veruleikanum eina hurð
upp til fleiri og betri møgu-
leikar, sigur Alfred Olsen.
Alfred Olsen ivast ikki í,
at ríkisfelagsskapurin vil
tryggja tað mesta persón-
liga frælsið.
– Í ríkisfelagsskapinum
fáa vit atgongd til mestu
møguleikarnar, og í ríkis-
felagsskapinum faa vit
samstundis atgongd til tað
frælsið, sum ikki kostar
nakað, sigur Alfred Olsen.
Røktarpláss og
pensjón
Sambandsflokkurin hevur
eisini sett almanna- og
heilsumál á válskránna.
Flokkurin ætlar at fáa fleiri
røktarpláss í Føroyum.
Samstundis ynskir flokkur-
in eisini, at pensjónirnar í
Føroyum skulu vera á sama
støði sum í okkara granna-
londum.
– Sambandsflokkurin vil
við
fólkapensjónini
tryggja, at pensjónistar fáa
eina pensjón, sum teir
kunna liva av, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Hon sigur samstundis, at
Sambandsflokkurin
ikki
útilokar, at fólk fáa sær pri-
vatar pensjónir, men fólka-
pensjónin eigur at vera til at
kunna liva av.
Sambandsflokkurin vil út
við nøkrum tølum um, hvat
alt hetta fer at kosta. Lis-
beth L. Petersen sigur, at
fyriliggja onkrar útrokning-
ar, men hesar eru ikki heilt
lidnar enn.
Flokkurin heldur í øllum
førum, at tað ikki er eitt stig
tann rætta vegin at skerja
ríkisveitingina.
Sambandsflokkrurin sær
fegin, at eitt nýtt landsstýri
kemur til eftir næsta val,
har Sambandsflokkurin er
umboðaður.
Seinni í vikuni
Av skrivstovuni hjá Sam-
bandsflokkinum
verður
upplýst, at listin yvir val-
evni til fólkatingsvalið
væntandi verður greiður
seinni í vikuni. Flokkurin
fer væntandi eisini sum
skjótast at almannakunn-
gera listan.
Eftir hvat skilst, so verð-
ur listin rímiliga stórur, og
umboð úr øllum landinum
vera væntandi á listanum.
Undir fyrstu viðgerð-
ini av navnalógini í
tinginum komu eitt
sindur misjavnar
áskoðanir fram. Teir
flestu politikararnir
høvdu onkra navna-
søgu at siga frá, og
tíðin fór mest við hes-
um. Flestu tingmenn
tykjast samdir um
lógarleistin, um teir
altso kunnu fáa
okkurt navnið afturat
við á listan
TINGMÁL
Heri á Rógvi
Tað var herfyri, at Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
við lógarmálum, legði fram
broytingaruppskot í før-
oysku navnalógini. Før-
oyska navnalógin er frá
1992, og hann ásetir einari
navnanevndin at gera ein
listan yvir tey nøvn, sum
eru góðkend í Føroyum.
Velur onkur at kalla seg
annað navn enn eitt, ið
stendur á listanum, so er
hetta at meta sum lógarbrot
og kann revsast. Men fyrst
skalt tú fram við skráset-
ingarmyndugleikanum, t.e.
prestur
aloftast.
Sigur
prestur nei til eitt ávíst
navn, so kann tann einstaki
kæra til navnanevndina og í
seinna føri landsstýris-
mannin.
Alt hetta verður framveg-
is óbroytt í framtíðini eftir
ætlan. Tað skal gerast lætt-
ari at uppkalla og eisini ætt-
leidd børn skulu fáa lættari
við at taka upprunanavnið
aftur. Tað verður eftir ætlan
framvegis navnanevndin,
sum kemur at siga hvat og
hvussu. Eftir hvat skilst,
hevur navnanevndin havt
heldur truplar umstøður at
virka undir, men nú skal ar-
beiðið hjá nevndini eftir
øllum at døma ganga væl.
Tey flestu broytingarnar í
lógini snúgva seg mest um
skráseting og umsiting.
Ein onnur nevnd hevur
síðani fyrireikað eitt upp-
skot at endurskoða navna-
lógina. Hetta hevur síðani
verið úti til viðmerkingar,
og er síðani lagt fyri tingið.
Meginreglan í navnalógini
er framvegis tann sama: at
øll nøvn skulu vera í sam-
ljóð við føroyskar málregl-
ur. Nøvn, sum eru til í før-
oyskum máli skulu eisini
hava røttu føroysku stavset-
ingina, eitt nú Christian
verður til Kristian og Dani-
el til Dánjal.
Søgur
Ein av teimum, sum oftast
stilla seg á tingsins røðara-
pall, var Jógvan á Lakjuni
úr Fólkaflokkurin. Hann
legði eisini sera hart út og
setti spurnartekin við, um
alt hetta arbeiðið nú var
neyðugt. Hann eins og aðrir
fýltist rættiliga nógv á, at
fólkið slett ikki verður
eftirspurd í hesum spurn-
inginum, og hann eins og
aðrir vísti á, at fleiri fólk
leitaðu sær til Danmarkar
fyri at doypa síni børn.
Samstundis sum hann segði
hetta, kom hann eisini við tí
hugskoti, at øll børn í einari
familju skuldu eita sama
eftirnavn. Navnanevndin
fekk somuleiðis av grovfíl-
uni frá fuglafirðinginum.
– Mann fær altíð svar frá
navnanevndini, men tá tað
so kemur, so kann tað ikki
brúkast, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Eisini javnaðartingmenn-
inir, Hans Pauli Strøm og
Dan
Reinert
Petersen,
funnust at lógini, men
samstundis róstu nevndini,
sum hevði gjørt nýggja
uppskotið.
Heðin Mortensen setti
spurnartekin við løgfrøði-
liga og moralska festi hjá
lógini, tá ið segði, at lógin
ikki kundi brúkast, tí hon
gekk ímóti menniskjaligu
rættindunum.
Høgni helt í flestu førum,
at talan var um misskiljing-
ar, og navnalógin er ein
virðilig lóg, sum bert áset-
ur, hvussu vit skráseta okk-
um.
Samanumtikið var kjaki í
tinginum lívligt, men var
fyrst og fremst merkt av, at
løgtingsmenn høvdu nógv-
ar søgur at siga frá.
Framtíðin er í ríkisfelagsskapinum
– Í tráð við, at flokkurin fyrst
og fremst vil tryggja væl-
ferðina og samstundis
ásanna vit, at tað er stórur
tørvur á betringum á fleiri
økjum, so síggja vit onga
orsøk til at minka ríkisveit-
ingina júst nú. Eisini tá
hugsað verður um, at fíggjar-
lógin fyri komandi ár nærk-
ast einum undirskoti, virkar
tað mestir sum um, at væl-
ferðin verður sett til síðis fyri
fullveldinum, sigur Lisbeth L.
Petersen
Mynd: Jens Kristian Vang
Sambandsmenn ætlar sær á val við ríkisfelagsskapinum ovast á listanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Misjavnar meiningar um navnalógina
Eisini onkur málfrøðingur leitaði sær niðan í Útvarpshøllina
henda dagin, tá ið navnalógin kom fyri tingið
Jógvan á Lakjuni helt ikki
nógv um viðurskiftini í
navnalógini
Mynd: Jens Kristian Vang
Landsstýrismaðurin
við vinnumálum legði
týsdagin uppskot um
ferðavinnupolitikk
fyri tingið. Talan er
um álit, sum ein
arbeiðsbólkur innan
ferðavinnuna hevur
evnað til
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Ásannandi
at
føroyska
ferðavinnan stendur á ein-
um vegamóti, hevur lands-
stýrismaðurin við vinnu-
málum fingið gjørt eitt álit
um ferðavinnu í framtíðini.
Álitið varð lagt fyri tingið
týsdagin.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnumál-
um, sigur, at álitið um
ferðavinnuna,
hann
nú
leggur fram, er ein partur
av tí samskipaða vinnupol-
itikkinum, sum fyrr er frá-
boðaður.
Ferðavinnan er ein serlig-
ur partur av inntøkugevandi
vinnuni, sigur hann Ein
partur, sum í ávísan mun
brýtur av frá aðrari vanlig-
ari vinnu.
Bjarni Djurholm sigur, at
ferðavinnan er sum so eing-
in sjálvstøðug vinna, uttan
ein samanrenning av fleiri
pørtum. Bæði profession-
ellari vinnu og ítrivi hjá fel-
øgum og einstaklingum.
Ymsir partar
Nýggi ferðavinnupolitikk-
urin er býttur upp í fýra
partar, sum í álitinum verða
nevndir: Leikluturin hjá tí
almenna, karmar, netverk
og hagtalsgreiningar. Hvør
av hesum pørtunum verður
síðan viðgjørdur í uppskot-
inum, sum lagt varð fyri
tingið týsdagin.
Uppskotið er eitt hefti,
sum skrivað er niður til ein-
ar tólv síður burtur úr eini
størri verkætlan, sum fyrr
er gjørd, sigur Bjarni Djur-
holm.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, sigur, at hug-
sjónin aftan fyri uppskotið
um framtíðar ferðavinnuna,
greitt miðar ímóti, at vinn-
an skal verða ein sjálvstøðu
og berandi vinna, sum fer at
seta dygd og tænastustøði í
fremstu røð. Samstundis
skal ferðavinnan sum sítt
aðalmál leggja dent á at
brúka og samstundis verja
náttúru okkara, umhvørvi
mentan eins og føroyska
samfelagið
sum
heild,
soleiðis at vit ikki offra
nakað
av
okkara
ser-
eyðkennum fyri at tekkjast
fremmandum ferðafólki. Tí
tað er júst okkara ser-
eyðkenni, fremmandamað-
urin kemur at uppliva.
Almenna uppgávan
Hóast ferðavinnan er ein
sundurgreinað vinna, sum
røkkur at kalla í hvønn
privatan krók, hevur tað
almenna eina heilt greiða
og sera týðandi upgávu at
røkja. Tað er at menna Før-
oyar sum ferðamannaland
eins og at kunna um og
marknaðarføra
Føroyar
sum ferðamál uttanlands,
sigur arbeiðsbólkurin, sum
hevur gjørt uppskotið um
ferðavinnuna.
Tá tosað verður um tað
almenna innan ferðavinn-
una, verður hugsað um
Ferðaráðið, sum er almenni
ferðavinnustovnurin undir
Vinnumálastýrinum.
Ferðaráðið skal millum
annað hava til endamáls at
fáa til vega eina góða og
samskipaða tænastu, eins
og syrgt eigur at vera fyri,
at góðskan og trúvirðið hjá
vinnuni altíð er í hæddini,
sigur Bjarni Djurholm.
Ferðafólk, sum koma til
Føroya, eiga at kunna
kenna seg trygg við tað, tey
keypa. Tí skulu góðir karm-
ar skapast um vinnuna við
reglum, sum tillagaðar eru
altjóða
marknaðarsam-
starvi, sigur Bjarni Djur-
holm.
Ferðafólk, sum koma
hendanveg,
skulu
altíð
kunna hava álit á, at tað, vit
selja teimum, ber til at líta
á, og at tær avtalur, gjørdar
verða, halda.
Og tað er ikki bara ein
almenn uppgáva at syrgja
fyri tí. Men so sanniliga
eisini ein uppgáva hjá vinn-
uni sjálvari, sigur lands-
stýrismaðurin.
Uppskotið hjá Bjarna
Djurholm, landstýrismanni
við vinnumálum, um ferða-
vinnupolitikk í framtíðini
kemur til aðalorðaskifti í
Løgtinginum komandi týs-
dag.
Menna ferðavinnuna
Ein av komandi
døgunum fer Bjarni
Djurholm, landsstýr-
ismaður við vinnu-
málum, at leggja
uppskot fyri tingið
um broytingar í
lógini um Ferðaráð
Føroya
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Stýrið fyri Ferðaráð Føroya
skal víðkast frá trimum
limum til umleið tað dup-
ulta. Tað fer helst at gera ar-
beiðið hjá ráðnum tyngri,
heldur formaðurin í Ferða-
ráðnum.
Í samband við uppskotið
um framtíðar ferðavinnu-
politikk, sum Bjarni Djur-
holm hevur lagt fyri Løg-
tingið, fer hann at leggja
uppskot um umskipan av
Ferðaráðnum.
Ferðaráðið, sum tað er í
dag, hevur eitt trímanna-
stýri, sum er valt sambært
løgtingslóg. Í lógini stendur
soleiðis:
»§ 3.1) Fyri Ferðaráðnum
situr stýri við 3 limum, ið
verða valdir soleiðis: 1 av
Føroya landsstýri, ið er for-
maður, 2 av Føroya lands-
stýri eftir tilmæli frá ávika-
vist flutningsfeløgum, her-
undir
ferðamanna-
og
kunningarstovum, og hotel-
og gistingarhúsvinnuni, ið
hvør sær skulu innstilla 3
evni.
Stk. 2. Stýrið er hægsti
myndugleiki fyri ferða-
ráðnum og hevur ábyrgdina
av virkseminum hjá ráðn-
um.
Formaður í stýrinum fyri
Ferðaráð Føroya er Petur
Oliver í Hoyvík. Hann sig-
ur, at eftir hansara meting
verður tað tyngri at arbeiða,
tá stýrið fer at vaksa til tað
dupulta ella so, um gingið
verður eftir tí uppskoti, sum
hann kennir til og væntandi
fer at verða lagt fram.
Hann sigur, at vinnan
framvegis fer at gera inn-
stilingar til síni umboð,
men at tað fara at verða
fleiri stýrislimir, sum velj-
ast skulu av eitt nú Vinnu-
málastrýrinum og Undir-
vísingar- og Mentamála-
stýrinum. Landsstýrismað-
urin fer sjálvur at útnevna
formannin í stýrinum.
Petur Oliver í Hoyvík sig-
ur, at hann ivast eitt sindur
í, hvussu rætt tað er, um
Ferðaráðið í framtíðini fer
at verða stýrt av einum em-
bætismannastýri heldur enn
av vinnuni sjálvari. Og tað
heldur hann vera eina løgna
gongd undir einum høgra-
liberalistiskum stýri, sum
tað, vit hava í Føroyum í
dag.
At stýrið verður mans-
sterkari, heldur hann vera
fyri at ganga ynskjum á
møti, frá pørtum, sum meta
seg sjálvan at eiga sess í
stýrinum.
Formaðurin í Feðraráðn-
um vísir á, at stýrið fyrr
hevur verið væl størri, enn
tað er nú, men varð tøvt til
tað núverandi, júst við teirri
grundgeving, at tað helst
fór at virka betri. Og hann
metir, at tað hevur gingið
rímiliga væl at fáa teir
tríggjar stýrislimirnar at
samstarva,
sigur
Petur
Oliver í Hoyvík, formaður í
stýrinum fyri Ferðaráð Før-
oya. At økja talið av stýris-
limum, metir formaðurin
kann fara at hava ein fjald-
an møguleika fyri afturstigi
við sær.
Ferðaráðið umskipast
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, fer at
leggja fram uppskot um
umskipan av Ferðaráðnum,
sum formaðurin í
Ferðaráðnum, Peter Oliver í
Hoyvík, h.m., óttast fyri,
kann hava fjaldar
møguleikar fyri afturstigi við
sær
Mynd: Edvard Joensen
Sjálvstýrisflokkur-
in fer at hava eyka-
aðalfund í Klaskvík
leygardagin. Tá
verður formansval-
ið endaliga avgreitt
POLITIKKUR
Landsnevndin hjá Sjálv-
stýrisflokkinum
sam-
tykti á fundi týskvøldið,
at eykaðalkfundur verð-
ur hildin í Klaksvík
komandi leygardag.
Á tí fundinum verður
Sámal Petur í Grund
formliga valdur til for-
mann, sigur landsnevnd-
arformaðurin,
Edvard
Hermansen.
Edvard Hermansen fer
sjálvur at leggja fram
sína formansfrágreiðing
til aðalfundin, sum ikki
varð
hildin
seinasta
leygardag, tá regluligi
aðalfundurin ikki varð
av nørkum vegna ov lítla
undirtøku.
Hvat hann fer at siga í
frágreiðingini, vil Edv-
ard Hermansen ikki av-
dúka, uttan tað, at hann
fer at leggja eina for-
mansfrágreiðing fram,
sum er merkt av hansra
egnu støðu til floksmál-
ið.
Um metingarnar, sum
Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrøðingur hevur
havt í pressuni um fram-
tíðarstøðu Sjálvstýris-
floksins, sigur lands-
nevndarformaðurin, at
hann metir tær í so
svartskygdar.
At fólkatingsvalið fer
at verða vánaligt, væntar
hann, men hann metir, at
tað fer at bera til at koma
aftur í aftur áðrenn løg-
tingsvalið, sigur Edvard
Hermansen.
ej
Eykaaðalfundur
leygardagin
C
M
Y
K
7
6