mikudagur 17. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 113 - 17. juni 2009
Airbus ávarar ímóti gitingum
Evropeiska flogfaraverksmiðjan Airbus ávarar nú fólk og fjølmiðlar ímóti
vat koma við ov nógvum gitingum um, hví Air France-flogfarið datt niður í
Atlantshavið um náttina tann 1. juni. Samstundis sigur Airbus-verksmiðjan,
at tað er ikki rætt at umrøða Airbus A330 sum eitt vandamikið flogfar, tí tað
hevur tvørturímóti víst seg at vera eitt tað tryggasta ferðamannaflogfarið á
marknaðinum, sigur verksmiðjan. Tom Enders, sum er forstjóri í Airbus-
fyritøkuni, sigur við Reuters, at verksmiðjan hevur boðið sær til at veita
flogfelagnum Air France alla hjálp fyri at fáa staðfest, hví flogfarið datt
niður. Eitt nú hjálpa serfrøðingar hjá verksmiðjuni myndugleikunum at
kanna tilburðin.
Ryanair keypir stórt
Meðan tey flestu flogfeløgini kæra sína neyð um fækkandi ferða-
fólk og dýrt brennievni, ætlar írska lágprísfelagið Ryanair at
keypa fleiri hundrað nýggj flogfør til sítt rutukervi. Stjórin í felag-
num, Michael O’Leary, sigur við bretska blaðið Daily Mirror, at
felagið er í samráðingum við tær báðar stóru flogfaraverksmiðjur-
nar Boeing og Airbus um at keypa ikki færri enn 300 nýggj
flogfør frá teimum. Prísurin verður millum sjey og átta milliardir
pund. Ætlanin er, at Ryanair skal fáa tey fyrstu flogførini í 2013,
og málið er, at felagið skal hava knappliga 600 flogfør í 2016,
sigur Michael O’Leary við blaðið. Til samanberingar kann nevn-
ast, at sama ár ætlar British Airways sær at hava 248 flogfør.
Eitt par úr Liverpool
hevur sitið í varðhaldi
síðani seinast í apríl.
Tey eru ákærd fyri
at hava innflutt
ávikavist 200 og 206
extacy tablettir. Tey
játta seg sek í hesum,
men siga seg ikki vita
av hvørjum øðrum
RÚSEVNISMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein 38 ára gamal maður úr
Liverpool situr í dag ákærd-
ur í Føroya Rætti fyri seks
ymisk lógarbrot. Hitt álvars-
ligasta er at hava smuglað
206 extacy tablettir til Før-
oya við Norrönu úr Esbjerg.
Hann varð handtikin, tá
kanning vísti, at hann hevði
goymt tablettirnar uppi í
endatarminum, og hand-
tøkan fór fram á einari
adressu í Dalagøtu í Havn,
har maðurin ballaðist.
Dagin fyri, 26. apríl
2009, varð maki hansara
handtikin á flogvøllinum
við 200 extacy tablettum
uppi á sær.
Hartil er maðurin ákærdur
fyri í tíðarskeiðinum 23. til
31. mars 2008 at hava selt
40-45 extacy tablettir til
navngivnan føroying (ið er
kallaður inn sum vitni
seinnapartin í dag). Triðja
ákæran snýr seg um sølu av
1-2 grammum av amfeta-
mini í døgunum 16. til 18.
oktober 2008 til sama navn-
givna persón.
Í fjórða lagi er hann
ákærdur fyri mánanáttina
30. mars 2009 at hava brot-
ið inn í PE-handilin í Sig-
mundargøtu 1 og har stolið
sigarettir fyri eitt søluvirði
áljóðandi 40.362,80 krón-
ur.
Fimta ákæran ljóðar upp
á at vera rýmdur frá einari
rokning fyri uppihald á
Skansanum áljóðandi 2.700
krónur. Sætta ákæran er fyri
í níggu førum ólógliga at
verða komin inn í Danmark,
eftir at hann 28. september
2007 í býrættinum í Keyp-
mannahavn at verða dømdur
fimm ára útvísing við inn-
ferðarbanni í fram tikl 31.
oktober 2012.
Maðurin játtaði seg sekan
í ákæruni um smugling av
extacy, men noktaði fyri at
hava selt extacy og amfeta-
min. Hann játtaði at hava
stolið sigarettir, men nokt-
aði fyri at hava brotið inn, tí
hurðarnar
vóru
soleiðis
skikkaðar, at hann bara hál-
aði tær sundur. Hann viður-
kendi tó eitt endurgjaldakrav
frá tryggingini áljóðandi
27.490 krónur fyri sigarett-
irnar.
Somuleiðis játtaði hann
seg sekan í at vera rýmdur
frá rokningini á Skansanum
við fylgjandi endur-gjalds-
kravi, eins og hann góðtók
eitt endurgjaldskrav fyri
umvæling av hurðini í PE-
handlinum áljóðandi 1506
krónur.
Viðvíkjandi
innferð
í
Danmark noktaði hann seg
sekan við teirri grundgeving,
at hann var í transit (skuldi
ferðast víðari).
Røvarakeyp
Maðurin segði, at hann tær
fýra ferðirnar, hann hevur
verið í Føroyum, hevur ver-
ið her fyri at leita eftir
arbeiði. Tó ikki fyrstu ferð,
tá hann og makin vóru í Før-
oyum fyri at síggja landið.
Tað hevði kortini ikki
eydnast manninum at finna
nakað arbeiði í Føroyum,
men hann hevur ongantíð
havt nakað fast arbeiði í
lívinujm, men hevur ferðast
runt og arbeitt meiri ella
minni frá hondini í munn-
in.
Hann greiddi frá, at hann
hevur arbeitt nógv í Noregi,
men eisini summi tíðarskeið
hevur arbeitt í Íslandi og í
øðrum londum runt um í
Europa. Tó ongantíð í Dan-
mark, har hann bara hevur
verið á vitjan.
Ákærdi maðurin greiddi
frá, at hann hevur trupul-
leikar við alkoholi, og at
hann drekkur illa. Tó ikki,
tá hann hevur arbeiði.
Hann segði eisini, at hann
ikki vanliga selur rúsandi
evni, men at bæði hann og
maki hansara nýta stórar
mongdir av extacy. Kortini
ikki í heiminum, tí tey vilja
ikki útseta børnini fyri slíka
sjón.
Hann dugdi ikki at siga,
hvar makin fekk fatur á
sínum rúsevnum.
Á hesi seinastu ferðini til
Føroya í apríl, hevði hann
ongar ætlanir um at smugla
nøkur rúsevni inn í landiðp
við sær. Hann hevði verið í
Noregi í eina viku, tá hann
fór við Color Line til Hirts-
hals og síðani víðari til
Hjørring. Tað bar ikki til at
far við toki beinleiðis úr
Hirtshals, og tí mátti hann
til Hjørring, har hann so lá
nátt. Har kom hann í prát
við fólk á onkrum verts-
húsum, sum bjóðaðu honum
við hansara egnu orðum
ógvuliga bíligum extacy
tablettum. Tað var eitt til-
boð, sum ikki kundi sigast
nei til, og tí keypti hann
206 tablettir fyri 30 krónur
stykkið.
Á ferðini til Føroya var
hann fullur meginpartin av
tíðini, men stutt áðrenn Nor-
röna legði at landi, stakk
hann tablettirnar upp í enda-
tarmin.
Kann kosta eitt ár
Fyrrapartin hevur bert mað-
urin verið avhoyrdur, men
eftir miðdag verður fyrst
vitnið, sum sigur seg hava
keypt extacy tablettir og
amfetamin frá tí ákærda,
avhoyrt, og síðani verður
kvinnan avhoyrd.
Ákæruvaldið vil vera við,
at maðurin hevur hjálp til
við at útvega kvinnuni ext-
acy tablettirnar, og tað var
eisini tað, hann segði undir
grundlógaravhoyringini.
Nú hevur hann kortini
broytt frágreiðing og sigur,
at hann einki hevði við
tablettirnar hjá makanum at
gera, og at hon sjálv hevði
útvega sær teir.
Hann segði eisini, at hann
at byrja við hevði tikið
skuldina á seg, fyri at hjálpa
makanum.
Eisini vildi maðurin vera
við, at stór ósemja hevði
valdað teirra millum, og at
hann ikki hevði sæð makan
í fleiri vikur. Tískil var hann
ovfarin, tá hann sá makan í
fongslinum eftir handtøk-
una.
Tað kom eisini fram, at
tey ikki sótu væl um sátt,
og tó at maðurin ikki vildi
tosa um orsøkina, so skiltist,
at kvinnan ákærir mannin
fyri at hava eina frillu í
Noregi.
Maðurin hinvegin avsann-
ar, at hann hevur nakra
frillu, hvørki í Føroyum
ella í Noregi.
Málið er sum nevnt ikki
endað enn, men sambært
ákæranum, Finn Ougaard,
so kann maðurin, um hann
verður dømdur fyri at hava
viðvirka til smugling av
teimum 200 tablettunum,
sum makin hevði við sær,
umframt sínar egnu 206,
fáa heilt upp til eitt ára
fongsul.
Sakarmálið heldur fram
seinnapartin í dag.
Vistu
ikki av
hvørjum
øðrum
Parið hevur smuglað 406 extacy tablettir til Føroya 26. og 27. apríl. Tey hava sitið í varðhaldi síðani