mikudagur 17. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 113 - 17. juni 2009
- Eg vænti, at Føroya
Banki, sum í dag er
einasti kreditorur í
P/F Kósini, fer at biða
Skiftirættin um, at
gjaldssteðgurin verður
”upphevaður”, og so
kann bankin leiga
ella selja virkið útaft-
ur, tá hann heldur,
at tíðin er búgvin til
tess. Tað sigur Jóhan
Páll Joensen, sum nú
ongar vónir hevur um,
at stóra flakavirkið
í Klaksvík letur upp-
aftur undir hansara
leiðslu
Kósin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var í desember 2008, at
P/F Kósin, sum átti og rak
stóra flakavirkið í Klaksvík,
fór í gjaldssteðg – fyribils í
tríggjar mánaðir. Tá henda
tíðin var úti, varð gjalds
steðgurin longdur fram til
17. juni, sum er í dag.
Í prinsippinum kann ein
gjaldssteðgur vara upp til
eitt heilt ár, men Christian
Andreassen,
advokatur,
sum
vegna
Skiftirættin
hevur eftirlitið við gjalds
steðginum, hevur áður sagt
seg ikki vænta, at gjalds
steðgurin verður longdur
enn einaferð.
Seinastu
tíðina
hevur
Sosialurin roynt at fingið
orð á Christian Andreassen,
advokat, men hann hevur
verið eitt sindur ”styggur”,
um vit so kunnu siga. Hann
hevur sitið á fundi og hevur
ikki havt stundir at sagt
okkum,
hvussu
landið
liggur í løtuni.
Soleiðis var eisini seinna
partin í gjár.
Spurningurin er so, hvat
fer at henda við hesum
stóra arbeiðsplássi í dag, nú
nýggur skeringsdagur er.
Tríggir møguleikar
Sosialurin hevur skilt, at
tveir møguleikar eru: 1) at
Føroya
Banki
upphevar
gjaldssteðgin og 2) at P/F
Kósin fer á húsagang.
Í tí fyrra kann liggja, at
bankin fer at selja felagið –
ella leiga virkið út til
áhugaðar og í tí seinna, at
felagið fer á húsagang.
Tað er einasti kredittorur, ið
eftir er, sum kann biðja Skifti
rættin um, at gjaldssteðgurin
verður upphevaður, og hesin
er Føroya Banki.
Tá vit ikki hava fingið
orð á Christian Andreassen
um málið, hava vit vent
okkum til Jóhan Páll Joen
sen, sum hevur staðið aftan
fyri Kósina seinastu árini.
Eg veit ikki, hvat fer at
henda í dag, men eg havi
varhugan av, at bankin fer
at biðja um, at gjalds
steðgurin verður upphevað
ur. Havi skilt, at einki
ítøkiligt fyriliggur um, hvør
framtíðin
hjá
virkinum
verður. Líkt er ikki til, at vit
verða partur av tí virkisemi,
sum kann blíva aftur á
Kósini.
Hann vísir á, at Christian
Andreassen hevur fingið í
lag avtalur við aðrar kredi
ttorar enn Føroya Banka
um akkordir, soleiðis at
bankin, tá dagurin í dag er
lokin, verður einasti kredit
torur, sum er eftir í Kósini.
Eg havi skilt, at P/F
Kósin fer at rinda millum
verandi við hesar kredittorar
í dag, sigur hann.
Spurdur, hvussu stórir
hesir ”leysu” kredittorarnir
eru, sigur Jóhan Páll, at
talan er ikki um teir heilt
nógvu pengarnar.
Tá P/F Kósin fór í
gjaldssteðg, var talan um
eina miljón, og tað er hesin
peningur, sum avtala nú er
gjørd við kredittorar um at
gjalda.
Sosialurin hevur eisini
skilt, at samlaða skuldin í
P/F Kósini er umleið 32
miljónir krónur.
Í ringum tíðum er hetta
kanska nógv, men í góðum
tíðum er hetta tal ikki so
ógvuliga stórt, sigur Jóhan
Páll.
Sum skilst á fyrrverandi
stjóranum á flakavirkinum,
kundi Føroya Banki, um
hann í dag biðir um, at
gjaldssteðgurin
verður
upphevaður, latið virksemið
á Kósini hildið fram við
verandi eigaraviðurskiftum,
men soleiðis verður ikki –
ella neyvan, sum skilst á
fyrrverandi stjóranum.
Nei, eg vænti ikki, at vit
fáa nakran leiklut meira á
Kósini, sigur Jóhan Páll.
Hann vísir á, at honum
kunnugt hava eingir nýggir
íleggjarar meldað seg, og
skal virkið reisast á føtur
aftur og fara undir aftur
framleiðlu, skulu pengar
til.
Vit hava eisini skilt, at
bankin ikki er sinnaður at
veita rakstrarfígging – í
hvussu er ikki við okkum
sum parti, sigur hann.
Veit ikki alt
Jóhan Páll Joensen ásannar
soleiðis, at leikluturin hjá
honum sum stjóra og eigara
av Kósini í Klaksvík helst
er útspældur.
Eg veit ikki alt, og tí er
tað ikki vist, at bankin ikki
hevur okkurt annað í kvitt
anum – og kanska hevur
onkran keypara í kikaran
um. Tað vita vit jú ikki, og
tað veit eg heldur ikki, sigur
hann.
Spurdur, um hann er
bittur, nú líkt er til, at
Føroya Banki, har hann
sjálvur áður hevur verið
nevndarformaður, ikki er
sinnaður at halda fram við
honum sum parti, endur
tekur Jóhan Páll tað, sum
hann áður hevur sagt.
Nei, eg eri ikki bittur, tí
tað kann eg ikki brúka til
nakað sum helst.
Hann ásannar tó, at støð
an viðvíkjandi P/F Kósini
kann koma at ávirka partar
av tí virkisemi, sum Maru
Seafood framvegis hevur.
Tað er ikki óvist, at so
verður, men tað er heldur
ikki vist, leggur Jóhan Páll
Joensen, stjóri í Maru
Seafood, aftrat.
Jóhan Páll hevur
ongar vónir um at
fáa Kósina aftur
Jóhan Páll Joensen hevur nú mist allar vónir um, at hann í
framtíðini fær nakran leiklut á stóra flakavirkinum í Klaksvík,
sum hevur verið afturlatið aseint í 2008
Fiskimenn krevja minstaprísir
Grønlendska fiski og veiðimannafelagið KNAPK vil hava
landsstýrið at áseta minstaprísir á fisk og skeljadjór. Ger landsstýrið
ikki eftir kravinum, er felagið til reiðar at skipa fyri tiltøkum. Tað
fekk Ane Hansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at vita frá
formanninum í KNAPK, Leif Fontain, á fundi í Nuuk í gjár. Felagið
hjá fiski og veiðimonnunum krevur, at landskassin skal lata ískoyti,
tá prísurin á eitt nú toski fellur, soleiðis at fiskimenninir altíð hava
ein tryggjaðan minstaprís. Leif Fontain sigur við kringvarpið KNR,
at minstaprísir eru neyðugir, skulu fiskimenn fáa breyð á borðið, og
hann hóttir við at steingja havnir, vinnur kravið ikki frama.
Michael Moore ger kreppufilm
Tann umstríddi amerikanski filmslikstjórin Michael Moore arbeiðir við at
gera eion dokumentarfilm um fíggjarkreppuna. Tað er ikki greitt enn,
hvussu filmurin eitur, men sagt verður, at hann skal frumsýnast í oktober
ella eitt ár aftaná, at amerikanska Kongressin samtykti ein risastóran bjarg
ingarpakka til bankarnar. Michael Moore sigur, at seinasta heyst komu tey
ríku til ta niðurstøðu, at tey vóru ikki nóg rík, og at tey vildu hava meiri og
uppaftur meiri. Filmurin skal eftir hanssra tykki royn at greina, hví tey ríku
gjørdu av at fara til tann amerikanska skattaborgaran eftir meiri pengum.
Michael Moore hevur gjørt fleiri umstríddar dokumentarfilmar so sum
"Fahrenheit 9/11", "Sicko" og "Bowling for Colombine".