mikudagur 17. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 113 - 17. juni 2009
Gjaldssteðgurin hjá P/F Kósini gongur út í dag, og í morgun var ikki vist, hvat
fer at henda við virkinum. Líkt er tó til, at Føroya Banki, sum nú er einasti
kredittorur, fer at biðja um, at gjaldssteðgurin verður upphevaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Arbeiða uttan løn
Leiðslan í British Airways vil hava starvsfólkini at sleppa ein
ari mánaðarløn fyri at hjálpa felagnum. Sambært BBC hava øll
tey umleið 30.000 starvsfólkini hjá British Airways fingið eina
áheitan frá leiðsluni um at arbeiða uttan løn. Tey kunnu so
velja, um tey vilja sleppa einari vikuløn ella tveimum ella helst
einari heilari mánaðarløn. Willie Walsh, sum er aðalstjóri í BA,
hevur sagt, at hann skal ikki hava nakra løn í næsta mánað.
Sjálvur sigur hann, at tiltakið er neyðugt, skal flogfelagið yvir
liva. British Airways hevði meiri enn 400 milliónir pund í halli
í 2008 orsakað av dýrum brennievni og øðrum útreiðslum.
Sleppa ikki úr Gaza
Ísraelskiu mannarættindafelagsskapirnir Hamoked og Gisha leggja
ísraelsku myndugleikarnar undir at skilja Gaza og Vestara Áarbakka
sundur við umsitingarligum tiltøkum. Felagsskapirnirn siga, at nýggjar
reglur hjá ísraelsku myndugleikunum fara at gera tað so at siga ógjør
ligt hjá einum palestina at flyta bústað úr Gaza til Vestara Áarbakka.
Blaðið Jerusalem Post skrivar, at myndugleikarnir fara bara at loyva
fólki at flyta, tá talan er um heilt serligar umstøður. Hamoked og Gisha
siga, at tann broytta umsitingin er enn ein ísraelsk roynd at gera tann
landafrøðiliga og politiska skilnaðin millum Gazageiran og Vestara
Áarbakka uppaftur størri, enn hann longu er.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Útróðrarbátarnir, Líðhamar og Reynsmúli í
Klaksvík, hava landað á Kósini bæði í dag og í gjár.
Í gjár hevði Líðhamar 10.000 pund, og í dag
høvdu teir 9.000 pund.
Somu dagar hevur Reynsmúli havt umleið 5.500
pund hvønn dagin.
Á landingarmiðstøðini í Klaksvík sigur Pól
Fuglø, landingarformaður, at slagið hjá Líðhamri og
Reynsmúla er hvítingur og hýsa, harav umleið tveir
triðingar er hvítingur.
Mánadagin landaði línuskipið Jákup B stívliga
43.000 pund í Klaksvík, og í morgun landaði
línuskipið Kvikk 45.000 pund.
Størsta landingin av línufiski í Klaksvík hesa
vikuna hevur Fugltúgvan, sum væntandi landar
100.000 pund í morgin.
Meðan slagið hjá Jákupi B serliga var hvítingur
og hýsa, er meginparturin av veiðini hjá
Fugltúgvuni brosma og longa.
Eisini trolfiskur
Mánadagin landaði eisini trolbáturin Varðin í Klaks
vík. Teir høvdu stívliga 29.000 pund.
Í morgin landa ísfiskatrolararnir, Safir og
Smaragd, sum Kristian Martin Rasmussen og synir
hansara eiga.
Teir vænta, at kørini verða full, tá túrur er lokin.
Góðir útróðrardagar
hjá klaksvíksbátum
Nakrar landingar hava verið í Klaksvík hesa vikuna, og í
dag landa ísfiskatrolararnir, Safir og Smaragd
Mynd: Vilmund Jacobsen