Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2009 15 FAROE5 við Múrin Festivalurin við Múrin kunnger í dag, at ungu kvinnurnar í FAROE5 fara á pall í Kirkjubø í summar. FAROE5 var kosin »Besti Nýggi Bólkur« á Planet Awards 2008. Fløgan ‘FAROE5’ varð útgivin í desember 2008 og í summar fara genturnar í FAREO5 at framføra við Múrin. Genturnar, ið mynda bólkin eru Asta Højgaard, Jónva Ellingsgaard, Ragnhild Dam, Vígdis Fjallstein og Lillian Dalsgaard. Sangurin »Tell Me Now« hevur verið í A umfari í útvarpsstøð í Hetlandi. Higartil er hesin sangurin spældur yvir 500 ferðir á hetlendsku útvarpsrásini SIBC, og hann verður enn spældur fleiri ferðir um dagin. - Við Múrin fer FAROE5 at framføra øll tey mongu hittini av fyrstu fløguni, umframt nakrar heilt nýggjar sangir, sum verða givnir út á fløgu seinni í ár, sigur Tina Jacobsen, samskipari. FAROE5 hevur gestasangari við sær við Múrin, sum rappar á 2 sangum á fløguni hjá FAROE5, og er eisini við á nøkrum av teimum spildurnýggju sangunum, sum FAROE5 fara at framføra fyri fyrstu ferð við Múrin. UMMÆLI Gudmund Mortensen Týskvøldið hevði ein fullsettur salur í Norðurlandahúsinum tað einastandandi upplivilsið at hoyra strúkiorkestur við ungfólki úr Finlandi spæla tónleik. Í orkestrinum vóru gott og væl 40 strúkarar við 1. og 2. violin, bratsj, sello og kontrabas. Tónleikurin var av Sibelius, Tjajkovskij, Carl Nielsen og Bartok. Orkestrið, sum er knýtt at einum ávísum skúla í Helsinki, er á vitjan í Føroyum í samband við eina ferð, har tey eisini hava vitja Svøríki og Danmark. Vitjanin í Føroyum er eisini við til at stuðla undir, at Tórshavnar Kommunuskúli aftan á summarfrítíðina fer í holt við verkætlan, sum stavar frá hesum skúlanum í Helsinki. Øll børn í ávísum flokki fara næstu árini at fáa frálæru í at spæla eitt ljóðføri. Verkætlanin verður áhugaverd at fylgja – eisini tí at kanningar hava víst, at børn, sum dagliga fáast við tónleik, ikki bert fara at duga at spæla, men eisini uppá seg duga onnur skúla- fak betri enn børn, sum ikki fáast við tónleik. Hetta skal sikkurt takast við eitt sindur av fyrivarni, men í hvussu so er: Tey fara at royna tað í Kommunuskúlanum. Sera vakurt var tað at hoyra orkestrið spæla við tí eyðkenda ljósa, lætta strú- karaklanginum. Violinirnar kundu rættuliga hevja seg í smidligum, skjótum og løttum rørslum, meðan tú vart heilt ovfarin, tá í tú hoyrdi samlaða sello- og kontrabashópin spæla yndislig og mergja løg í lægru tónastøðunum. Og tá íð ein so veit, hvussu hvør einstakur tónleikari í áravís hevur spælt og vant sítt ljóðføri! Sum mótsvar til samlaða strúkaraklangin vóru eisini støð í tónleiki- num, har bert ein leikari úr hvørjum bólki var at hoyra. Sera upplívgandi at fáa kon- trastir í klangmyndina við samlaða hópinum skiftandi solistum. Orkesturleiðarin er upprunamaðurin til frálæ- ruháttin – kallaður colours- tring ella litaðu streingirnir - sum verður nýttur við skúlan í Helsinki. Áðrenn konsertina segði hann í stuttari røðu, at tað at hoyra tónleik, var sum at lesa eina bók. Øll kundu fáa okkurt burturúr at hoyra tónleikin – tað kundi vera sum at hoyra eina søgu. Eina søgu við hendingum, kenslum og rørslum. Týðiligt var tað, at hesin maður hevði stóran týdning fyri orkestrið, hvus- su tey spældu og evnaðu tónleikin til. Hetta var veruliga spæl við stórum kenslum og innihaldi. Eitt stórt upplivilsi fyri øll, sum vóru í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Frálík konsert við ungum strúkarum í Norðurlandahúsinum Heiðrikur í nýggjum hami Heiðrikur á Heygum, ið seinni í ár gevur út nýggja fløgu, fer í summar at framføra hansara forvitnisligu nýggju løg, og verður tað við Múrin í Kirkjubø. Við Múrin í ár fer ungi evnaríki havna- maðurin Heiðrikur á Heygum á pall við bólki sínum. Tónleikurin hjá Heiðriki hevur verið nógv frammi seinnu tíðina, og í summar ber til at hoyra nýggja tónleik frá Heiðriki, tá ið hann trínur á pall í Kirkjubø. - Nýggi tónleikurin má sanniliga sigast at vera øðrvísi enn nakað, ið vit hava hoyrt frá honum áður, sigur Tina Jacobsen, samskipari. Fyrsta fløgan hjá Heiðriki bar heitið »An Invisible Gun«(2007) og løg sum »Jealous« og »HEYHEY« gjørdust sannar landaplágur. - Nú fer Heiðrik á pall fyri fyrstu ferð við fullari manning og nýggjum tilfari. Talan er um nýggjar tónar frá hansara komandi fløgu, ið verður givin út seinni í ár, og Heiðrikur hevur veruliga skift ham. Sum altíð er sterka og viðbrekna røddin í hásæti, men nú við meira melodiøsum og sorgblíðum løgum, har Heiðrikur veruliga vísur síni kynstur sum sangari og lags- miðjur, sigur Tina Jacobsen, samskipari. Hesi nýggju løg verða fyri fyrstu ferð at hoyra við Múrin, og við sær á pall hevur Heiðrikur Heðin Ziska Davidsen (Tjant), Brynjolfur á Heygum (Side Effect, B.A.B.Y), Andreas Dalsgaard (LadyFire,), Bjarki Meitil (Brekku Brothers) og strúkarir eru Heiðrun Petersen, Tóri Restorff, Andreas Restorff og Angelika Nielsen. -Les og hoyr meira um Heiðrik á myspace síðu hansara: www.myspace.com/heidrik