Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 113 • 17. juni 2009 Sandal í land at keypa skerpikjøt til døgurða. Vit hava tað gott umborð í dag. Var í landi einaferð í kvøld og inni hjá Hans Jákupi, tey vóru blíð. Á Müllers kontórið vóru vit einaferð og fingu okkum pengar. Síðani spákaðu vit aftur og fram. Janus kom til Havnar í dag. Vit gingu nakað leingi í landi og sótu síðani og prátaðu umborð eina tíð. Kl. 12 tørnaði eg inn. Alt væl. Týsdagur, 20. mai Kl. 5½ fóru vit upp í morgun at landa. Eg landaði eisini. Veðrið av tí allar fínasta. Vit landaðu gott 200 skippund. Kl. 7 góvust vit og so í land. "Tjaldrið" legði at kajini, og har kom ein rúgva av skipsfólki frá Suðuroy. Tað var hugnaligt at síggja hetta vakra skip, ið føroyingar eiga, koma til kaj. Og hugnaligt var eisini at hoyra hesar flottu menninar kommandera á føroyskum. Mikudagur, 21. mai Byrjaðu at landa kl. 6 í morgun. Tað var sirm í morgun, men seinnapartin var gott veður. Tað gekk ikki skjótt at landa, men ferdigir blivu vit kl. 6 s.p. So í land at keypa. Har runnu vit úr einum handli og aftur í ein annan, og fingu akkurát gjørt okkum lidnar áðrenn lukkitíð. Kollfirðingarnir fóru norð í kvøld. Eg var einaferð umborð á Ellu og prátaði. Síðan fóru vit í land og tóku okkum ein biltúr niðan á Sanatoriið – umborð kl. 11. Eg fór so at pakka niður. Tørnaði inn kl. 2. Martin bleiv so uppi. Gott veður, ættin vestan. Alt væl. Hvat man hon fara at siga? Hósdagur, 22. mai Fór vestur til Sandavágs við Álkini (rutubátur). Kom hagar o.u. kl. 10 f.p. Veðrið var gott tá, alt var sum tað skuldi vera. Vildi so illa sova, at eg legði meg. Eg svav heilt til kl. 4 s.p. Fór so út á Trøð til J. Paula og tey við millummála. Velti eina løtu. Tá var mjørki og regn. Vit hava tað, Gud havi lov, øll gott. Tað menniskja, sum eg helst vildi sæð, sá eg ikki í dag. Eg leingist eftir at kunna siga tað við hana, hvussu nógv hon er verd fyri mær. Radio er ikki komið, eisini eitt skuffilsi. Einki bræv frá brævskúlanum, so einki bleiv av tí, sum eg gleddi meg til. Enn er eitt eftir, skal tað eisini blíva eitt skuffilsi??? Fríggjadagur, 23. mai Í morgun fór eg upp sum í óðum verkum kl. 9. Veðrið var av tí allar besta. Jákup Pauli hevur verið og skotið í nátt, so eg má at velta, meðan hann svevur. Eg sá hana í dag. Hon smíltist, tá eg bað góðan dag. Hon er her. Eg veit ikki, hvat eg hugsaði, men eg sá hana. Og tað var so nokk fyri fyrst. Vit góvust kl. 8, tá vóru vit lidnir. Eg gekk úti alt kvøldið, men eg bar ikki eyga við hana. Hevði tað ikki verið so strævið, so skuldi eg farið niðan, men tað tori eg ikki. Hon er her, og eg skal tosa við hana, um tað, sum liggur mær á hjarta. Alt væl. Sunnudagur, 25. mai Veðrið av tí allar fínasta. Sólin skínur bæði oman og niðan. Havhesturin kom kl. 10 við 200 fundargestum, m.a. Hans A. Djurhuus. Eg var í kirkju, har var lítið fólk. Fundurin byrjaði kl. 4 s.p. Eg mátti ganga, tað var ikki hugsingur um at fáa bil, t.v.s. teir koyrdu fullir í heilum. Fundin dámdi mær væl. Av øllum røðarunum dámdi mær best Djurhuus, mín gamla kennara. John Brown var her við fólki og ein bátur var úr Kvívík, tveir ella tríggir úr Kirkjubø, tríggir úr Skopun. Í kvøld hevði nokk borið til hjá mær. Eg síggi, at eg kann hava hop, men eg eri for smæðin. Eg hevði chance, men brúkti hann ikki. Mánadagur, 26. mai Í dag fór eg seint upp. Bilurin fór við torvfólkið, men vit fóru ikki við av tí, at vit høvdu ongar hakar lánt okkum. Tað var kanska til held, tí tað bleiv áarføri. Í dag havi eg so koyrt grebini uppá, so nú fara vit í morgin við bil á suðurtriðing, tí vit fáa ongan bát. Eg havi fingið boð í dag at koma fríggjadagin (til skipið) og ikki havi eg hitt hana, tað verður trist. Eg havi í kvøld bíðað uppá tjans, men ongan fingið. Gongur alt væl, so skal tað verða hósdagin. Alt væl. Endiliga forlovaður!!!! Hósdagur, 29. mai Veðrið var av tí allar fínasta í dag. Eg var í kirkju og til altars. Møtið var kl. 6. Nógv kom í vegin, men til endan eydnaðist tað. Kl. 11-12 seinnapartin fekk eg fatur í hana. Vit fóru niðan til teirra. Alt gekk gott. Eg kann nú rokna meg at vera trúlovaðan! Takk og aftur takk fái tú Gud, at tað gekk gott. Á, tú Anna! at eg nú eigi teg, er fyri mær sum ein dreymur. Nú kann eg við góðum hug fara avstað. Eg elski teg, tú! At tú eisini ert góð við meg, er tann størsta lukka eg kann ynskja mær á jørðini. Alt væl. Fríggjadagur, 30. mai Í morgun kl. 10 kom Álkan aftur, og eg fór so til Havnar. Hon og pápi hennara komu út til Miðvágs í bilinum. Ferðin til Havnar gekk væl. Tað var eitt lot av landsynn- ingi. Konufólkini, sum við vóru, høvdu tað ringt, m.a. Alvilda, hon var rættiliga ring av sjóverki. O.u. kl. 1-2 vóru vit so í Havn. Skiparin kom nakað aftaná okkum. Um kvøldið var eg í landi og vitjaði Binu. Kl. 11 bleiv farið umborð at sova. Leygardagur, 31. mai Í dag hava vit málað hana innanborða og uttanborða. Eg havi málað, Sandal var kokkur. Í dag mitt sum vit málaðu uppá tað allarbesta, tá var eldur í King Arthur. Vit fóru umborð við pøsum at sløkkja, men tá vit komu hagar, var eldurin longu minkaður, so vit nýttust ikki longur at vera har. Eldurin var komin av eini tjørupøs, sum hevði staðið úti á kabyssunni. Eldur var komin í hana. Kokkurin var illa brendur, hann fór á Hospitalið. Eina løtu var eg í landi. Rigga til at fara avstað Sunnudagur, 1. juni Eg fór seint upp í morgun. Tá eg kom á dekkið, eftir at eg hevði sett ketilin útá, tá kom Janus rógvandi inn eftir við einum báti. Hann var komin um náttina við Dúgvuni. Hann bleiv so verandi umborð hjá okkum. Eftir døgurða fóru vit so í land at spáka. Eina tíð vóru vit inni hjá Vestmanna- Hans Jákupi. Síðani vóru vit á møtinum. Heilsaðu har uppá Pastor Rasmussen og Petru, tey eru nú gift. Kl. 10 fóru vit umborð og fóru so ongantíð í land aftur. Mánadagur, 2. juni Í dag hava teir so sligið segl und- ir. Seinnapartin í dag komu allir til skipið uttan norðanmenninir. Eg var eisini í dag í landi. Vilhelm var komin. Vit tóku okkum so ein gongutúr. Í morgin skulu vit til Stabban. Eg havi reinsað kabúss- una í dag, tað var eitt ringt tørn. Alt væl. Foreldrini hjá Onnu, Eiðis Rakul og Dánjal, deknurin, saman við trimum av teirra níggju børnum. Anna var sum triðyngst er tó ikki við á hesi myndini Bernhard er týðuliga ávirkaður av Hans Andreas Djurhuus, sum hevur verið lærari í Sandavági Her sæst eitt lugar í einum modelli av eini slupp. Niðast á myndini er koljallarin, sum Bernhard eisini umrøður ➘ Vanligt var at lesa lestur sunnudagar. Her lesur Geila Jóannes av Húsum lestur umborð á Gudrun