mikudagur 17. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 113 • 17. juni 2009
10. partur
Endiliga á veg heim
Fríggjadagur, 9. mai
Kom upp kl. 6 í morgun. Tað var
av allar fínasta veðri, stilli og
sjógvurin stóð sum ein sveiti.
Soleiðis hevur veðrið verið allan
dag. Um kl. 6 tíðina í kvøld kom
eitt lítið fleyr av landnyrðingi. Nú
er landsynningur - okkara ringasti
fíggindi. Vit hava nú spílað hvønn
klodda fyri hana, hon gongur o.u.
2-3 míl. Í dag hava teir staðið við
snørini til kl. 3 seinnapartin. Teir
hava o.u. 900 fiskar. Nú er mest
sum liðugt á dekkinum. Teir ríva
um í lastini. Hevði nú vindurin
trilkast og ført okkum heim, heim!
Leygardagur, 10. mai
Passeraðu Kap Reykjanes kl. 6
fyrrapartin, tá vóru 3 skip har
eisini. Tað var eitt lítið fleyr av
landnyrðingi. So bleiv hann aftur
landsynningur. Um middagin stilti
av. Kl. 6 í kvøld kom aftur eitt fitt
lot av landnyrðingi. Nú siga teir,
at hann skallar aftur. Teir royndu
eftir fiski, meðan vit lógu í stilli.
Nakrar fiskar fingu teir. Sjógvurin
er kolasvartur her. Eitt skip sigldu
vit framvið, sum lá avhálað. Tað
siglir nú við okkum. Hini skipini,
sum hava passerað okkum í dag,
eini 6 í tali haldi eg, høvdu øll
motor, men hetta eru vist deyð-
siglarar. Í morgin aftur at stríðast
við lundar til døgurða. Barometrið
er fallið nakað. Alt væl.
Sunnudagur, 11. mai
Tá eg kom upp í morgun høvdu vit
passerað (Vestmanna)oyggjarnar,
og kós var sett móti Føroyum. Vit
lógu ikki upp í og verri enn so.
Ættin var at byrjað við landsynn-
ingur, men skakaði sær á, til hann
bleiv lágur eystan og harvið bleiv
tað so. Tað verður nokk ættin fyri
tað fyrsta. Tað er nokk so tung
alda, so smátt gongur. Veðrið
hevur annars verið gott í dag.
2 skip sóu vit, tá vit passeraðu
oyggjarnar. Annað legði bakk, og
annað sigldi nakað við okkum,
men vendi so inn á aftur.
Lestur høvdu vit í dag á
middegi og andakt í kvøld. Kokkar-
íið hevur gingið gott. Alt væl.
Mánadagur, 12. mai
Í dag er ikki nógv at skriva um.
Vit sigldu fyrst suðuryvir, so
vendu vit norðuryvir aftur. Ættin
er tann sama, eystan. Einaferð
seinnapartin sóust tvey skip sigla
aftan á okkum. Teir hildu seg
kenna annað fyri "Silver Spray".
Vit mistu tey so skjótt burtur.
Í kvøld er veðrið ruskað, hon
gongur sum á gróti. Nú munna
teir skjótt fara at taka segl frá.
Nú eru ringir fyristillingar, summir
vænta at vit verða ikki heima
fyrrenn um 14 dagar, aðrir um 3
vikur. Eg vildi nú, at tað skuldi
blivið skjótt, tí provianturin fer
at ganga undan. Mjølið og rísið
blivu uppi í dag. Nú bleiv vent
suðuryvir aftur í kvøld.
Týsdagur, 13. mai 1930
Í morgun, tá eg kom upp, var
meira ónosligt. Stormur av
landsynningi suður. Vit lógu við
fokkuni miðskips. Breiðfokkan
var tikin og størsti klyvari og ein
fimmdúkur stóð fyri. Tað hevur
verið óróligt har frammi í dag
at kokkast. Júst áðrenn eg kom
fram høvdu vit fingið ein skvamp,
sum hevði knúst tríggjar rútar í
skylettinum. Har hevði alt ligið og
flotið á dúrkinum. Tað var meira
óhugaligt at taka upp arbeiðið,
men tað gekk gott kortini. Nú
tørni eg inn aftur og vænti, at vit
liggja betur upp, tá eg tørni út
aftur í morgin.
Hósdagur, 15. mai
Fyrrapartin av degnum var hann
landsynningur. Sjógvurin hevur
verið ringur, hann hevur flaksað
allar vegir. Eina tíð um seinna-
partin var stilli, so kom hann av
útsynningi suðri, tað er ættin
í kvøld. Enn er lítil vindur og
lítið gongur hon eisini av tí, at
sjógvurin er so tøssutur. Einaferð í
dag var regn. Fartoy hava vit eingi
sæð uttan ein trolara. Lundar
høvdu vit til døgurða í dag. Nú er
lagið betur innanborða, tí vindurin
er komin til vildar. Eg havi sitið og
lurta eftir søgum alt kvøld inntil
nú kl. er 11 seinnapartin. Gævi
tað bleiv góður vindur, tá eg kom
upp aftur í morgin. Spulað bæði
dúrkini í kvøld. Alt væl.
Fríggjadagur, 16. mai
Høvdu vindin á tvørs, tá eg kom
upp. Hon hevði tá eina sámiliga
ferð. Seinni á fyrimiddagsvaktini
bleiv meira vindur, og eftir-
middagsvaktina grópaði hon seg
fram gjøgnum sjógvin. Hon hevur
so javnan gingið sínar 7 míl.
Ónossligt hevur tað verið. Ofta
hevur tað verið nær við, at eg
havi verið vátur. Kl. 7 í kvøld sóu
vit land, Mykines. Vit lógu ikki
omanfyri tað og hildu tí undan á
Djúpini. Nú eru vit komnir undir
land og nú er eisini sukrið uppi.
Tað hevði kanska strekt til í morg-
in afturat. Loggið hevur logið 30
fjórðingar. Alt væl. Gud havi lov.
Koma á Havnina
Leygardagur, 17. mai
Komu inn á Havnina kl. 6 fyrra-
partin. Nógv skip komu inn í dag.
"Ondina" kom í nátt, "Prinsessan"
í morgun. Reiðarin var væl fornøj-
aður við fiskiskapin. Tey væntaðu
okkum 25.000 (fiskar) í hægsta
lagi. Ebba (reiðarin) var so blíð,
at hon visti ikki hvat hon skuldi.
Hon bjóðaði okkum bæði eitt
og annað. Fólkið fór tað mesta
norður í kvøld. Nú er so friðarligt í
kvøld, vit liggja fyri fortøjning.
Sunnudagur, 18. mai
Vóru bara 6 mans umborð. Hinir
vóru heimfarnir. Gott veður.
Eg var í landi í kvøld til møti í
Meinigheitshúsinum. Rasmussen
heilsaði uppá meg, men kendi
meg ikki. Síðani var eg eisini í
plantasjuni, har sá eg tríggjar
tamar svanar. Vit spákaðu til kl.
10 um kvøldið. Tá var eg kaldur
og fór umborð. Í dag hevur verið
so friðarligt. Sandal og eg fóru
umborð á "Marshall" við J. Paula,
har funnu vit ein bát á ferðini inn
aftur við tveimum smádreingjum.
Teir lógu og rókust við ongum
tolli í øðrum borðinum. Vit hjálptu
teimum til lands. Alt væl.
Mánadagur, 19. mai
Fór ikki upp fyrr enn
kl. 9 í morgun. Sendi
Kokkurin á Nólsoy:
Bernhard og Anna fingu bert
fýra ár saman
Hetta er seinasti partur í hesi røðini um Nólsoy og Neptun, sum gingu burtur í 1934 fyri 75 árum síðani.
Í hesum parti verður eisini lýst tann stórhending tað var, tá ið skipini fingu radio, og kundu hoyra útvarp
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Familjumynd hjá Bernhardi. F.v. Johannes, Elsa, Birita (mamman), Bernhard og Maria. Aftast er elsti beiggin
Johannes, sum eisini fórst við Nólsoy. Pápin er deyður tá ið henda myndin er tikin
➘