mikudagur 17. juni 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 17. juni 2009
17
Ein atomroyndarspreing
ing fleiri túsund kilometr
ar burtur hevur havt eina
sjónliga ávirkan í Føroy
um og fyllir nærum alla
síðu 9 í Dimmalætting 11.
juni. Talan er ikki um
vandamikið geislavirkni,
men um málburð. At Út
varpið í eini tíðindasend
ing hevur loyvt sær at
siga, at Norðurkorea ”und
irgrevur støðufesti”, hev
ur fingið ilt í heiðamannin
Jóhan Petersen ið vísir á,
at teir í staðin kundu sagt,
at Norðurkorea ”undirgrev
ur stabilitetin í økinum”.
Haldi at okkara málfrøð
ingar saman við Útvarpi
num hava hava gjørt eitt
megnar dygdargott
arbeiði at savna og varð
veita málsliga dýrgripin,
tí vit eiga eitt fjølbroytt,
ríkt og livandi mál í talu
og skrift, ikki minst
sendingini Orðabókin fyri
at takka. Haldi somu
leiðis, at okkara málfrøð
ingar mangan hava verið
hepnir við at smíða nýggj
føroysk orð, sum við
tíðini fella náttúrliga fyri
okkum at nýta s.s. tyrla
og telda. Vit eiga, at
kunnu loyva okkum at
vera varin um málið,
uttan at eyðmerkjast sum
puristar.
Gongur ella rennur
Miðflokkurin undan?
Í aðrari grein hartar Jóhan
Petersen formann Miðflok
sins Jenis av Rana, løg
tingsmann fyri at renna
undan sínum egna skugga
og sigur, at hesin í sep
tember 2001 keypir yvir
tøkur fyri 366 milliónir og
hálvt ár seinni ikki vil
gjalda. Jenis av Rana
svarar: ”Grundhugsan mín
um blokkin er annars, at
hann er ogn okkara. Eingin
meining er í við einvísari
minking, at geva einum
ríkum landi sum Danmørk
pening, sum vit og eftir
komarar okkara eiga”.
Bill Justinussen vísir í
svargrein 12. juni, at Mið
flokkurin ikki rennur und
an nøkrum sum helst, men
gongur undan og vísir veg.
”Vit føroyingar, skulu
gjalda okkara egnu rokning
ar”. Víst verður til støðuna
hjá Jenis av Rana í 2002
um fíggjarligu uppgerðina
við danir.
Vil Miðflokkurin ikki
minka ríkisveitingina?
Tann 02.02 – 2008 bleiv
eitt samgonguskjal undir
ritað millum Tjóðveldi,
Javnaðarflokkin og Mið
flokkin. Undir Ríkisveiting
verður sagt.
Málsøki Serumsorgan
verður yvirtikið. Kostn
aðurin er 117 milliónir.
Upphædd av ríkisveiting
ini verður árliga sett til
viks at røkka hesum
máli.
Fíggjarmálaráðharri var
Karsten Hansen úr Mið
flokkinum. Hóast roknað
varð við einum hallið áljóð
andi tvey til 300 milliónir
var ætlanin, at samráðing
arnar við danir seinasta
heyst skuldu viðføra niður
skurð 60 milliónir á Ólav
søku og at samlaða skerj
ingin í blokkinum 117
milliónir skuldi verða
framd 1. januar 2010. Fyri
Sjálvstýrisflokkin var altav
gerandi, at bleiv skerjing
framd var ein fortreyt, at
tilsvarandi avlop var á
fíggjarlógini, sum gjørdi
eina lækking møguliga.
Vil Sambandsflokkurin
ikki minka blokkin?
Tá BAC samgongan
bleiv skipað,varð eisini ein
áseting viðvíkjandi ríkis
veitingini í samgonguskjali
num. Undir yvirskriftini
Ríkisveiting stendur.
Ásannandi, at tað er
umráðandi fyri samfelag
okkara at vaksa seg til ein
sjálvberandi búskap, er
semja millum flokkarnar
um, at ríkisveitingin verður
lækkað við 15 prosentum
av reella inntøkuvøkstri
num av skattum og avgjøld
um hjá landskassanum við
støði í meðal vøkstrinum
seinastu 5 árini. Skipanin
kemur í gildi í sambandi
við fíggjarlógina fyri 2010.
Er politiska semjan
sostatt ikki rættuliga breið
um, at gongdin við ríkis
veitingini er einvegis ?
Johan Petersen og hinir í
Sambandsflokkinum hava
við verandi samgongu
skjali framt eina royndar
spreinging við sterkari
løðing. Nú eru sambands
menn til reiðar at lækka
blokkin óheft av yvirtøkum
og óheft av fíggjarorku –
hvør undirgrevur tá
stabilitetin?
løgtingsmaður
Kári P
Højgaard
Karsten átti uppskotið um blokkniðurskurð. Jenis
sigur at vit eiga blokkin, atkvøddi fyri yvirtøkum,
sum kostaðu blokkniðurskurð, men atkvøddi móti
niðurskurðinum. Bill sigur, at føringar skulu gjalda
egnar rokningar. Argumentatiónin er høpisleys.
Heldur Miðflokkurin føringar vera býttar?
Uppskotið um at skerja blokkin átti eingin annar
enn Karsten Hansen, sum nú er tingmaður hjá
Miðflokkinum!
Jenis vil yvirtaka, men ikki gjalda
Jenis av Rana roynir í blaðgrein at forsvara, at
hann atkvøddi fyri yvirtøkum, sum komu at kosta
366 mió kr. í blokkniðurskurði, men tá uppskotið
um at skerja blokkin, sum var prísurin fyri yvitøk
unum, kom, atkvøddi hann ímóti. Fall uppskotið,
var ongin yvirtøka – so einfalt er tað!
Og nú trínur Bill Justinussen eisini fram í
blaðgrein og forsvarar Jenis. Men hann sigur, at vit
føringar skulu gjalda okkara egnu rokningar.
Miðflokkurin gongur í trimum
Altso átti ein núverandi miðflokkatingmaður
uppskotið um blokkniðurskurð. Annar atkvøddi
fyri at yvirtaka, hóast hann visti, at tað kostaði 366
mió. kr. í blokkniðurskurði, men atkvøddi ímóti at
gjalda. Og tann triði sigur, at vit skulu gjalda
sjálvi.
Heldur Miðflokkurin føringar vera býttar?
Álvaratos, argumentatiónin er høpisleys. Hetta er
at blaka torvmold í eyguni á føringinum.
Heldur Miðflokkurin føringar vera býttar?
Torvmoldspolitikkur
Miðfloksins
joHan
Petersen
Ætlanin er at broyta fólka
pensjónina, soleiðis at
løntakarar sjálvir skulu
spara upp til sína fólka
pensjón. Gjaldast skal
15% av lønini hjá løntak
aranum, sum so verður
goldin út aftur sum pen
sjón 3040 ár seinni. Eisini
er meiningin, at gjaldast
skal av ALS, barsilsgjaldi
og av nøkrum fyritíðar
pensjóns og forsorgar
veitingum. Hettar verður
gjørt, fyri at tað skal
sleppast undan at hækka
skattin, til eitt nú 60% :
Hetta fer eisini at gera tað,
at landskassin fer at hava
orku at røkja eldratænast
unar í framtíðini.
Tann størri trupuleikin
verður helst, at tað verða
ov fá fólk eftir at røkta
okkara gomlu, tí megin
parturin av fólkinum rýmir
av landinum. Hildið verð
ur, at um skatturin verður
hækkaður, fara fólk at
flyta av landinum, men við
hesum nýggja broytingar
uppskoti um tvungna
pensjónsuppsparing,
verður enn størri orsøk til
at flyta av landinum.
Um eitt ungt par, í
nýggjum húsum við
tveimum ella trimum
børnum, skal gjalda 15%
av lønini aftaná møguliga
at hava goldið 45% í
skatti, er ikki nógv eftir
at liva fyri..
Ætlanin er ikki at henda
gjaldsskipan bert skal
verða fyri eitt styttri
tíðarskeið, nei hon
verður helst varandi.
Sum eg skilji, kunnu tey
sum longu hava eina pen
siónsskipan (sum antin er
100% arbeiðsgevara
fíggjað t.v.s. at arbgev
arin rindar 15%,10% ella
hvussu høg pensjónin nú
einaferð er, ella løntakarin
rindar 5% av lønini og
arbeiðsgevarin rest) halda
áfram í hesi skipan. Tey
sum ikki eru í eini slíkari
skipan, skulu gjalda 15%
av lønini, t.v.s gjalda alt
sjálvi. Er hettar ikki eitt
sindur órættvíst?
Tað stendur heldur einki
um tey, sum av einari ella
aðrari orsøk ikki eru
arbeiðsfør. Hvussu verða
tey stillaði?
Átti fólk ikki at fingið
vanliga eftirløn eftir 60 ára
aldur, um tað kann ávísast,
at viðkomandi ikki fær
arbeitt vegna slit. Fleir
talið av teimum sum
gerast pensionistar nú og
tey komandi árini, hava jú
arbeitt síðani tey vóru heilt
ung og tað er ógvuliga
tungt og mannminkandi
hjá hesum, at skula til tað
almenna at 'bidda peng
ar'. Bæði tað at skula biðja
um olmussu og so sjálvt
tann stirvna skipanin við
langari málsviðgerð v.m.
Tann skipan sum var,
við at ein pensionistur
kundi vinna 58.100,00 kr
um árið, uttan at tað
ávirkaði pensiónina,
fellur burtur. Nú skal alt
mótroknast.
Pensjónsaldurin skal
hækka men er tað lætt at
varðveita ella fáa starv, tá
ið ein er komin upp um
tey seksti?
Nei, her eru fleiri ting
sum gera tað fíggjarliga
torført at liva ídag og
eisini fyri tey, sum
nú nærkast eftirlønaraldri.
Tað er nógv uppi í tíðini
at tosa um lívsstíl og
hvussu vit skulu liva fyri
at hava tað betri og liva
longur. Men tað sær ikki
út til at verða "pláss" fyri
at tað verða fleiri eldri
fólk, sum næstan sigur seg
sjálvt. Ein kemur ongan
veg við at gera tað
”tyngri” hjá fólki at fáa
endarnar at røkka saman.
Sjálvandi má ein taka
hædd fyri at tað verða
fleiri eldri fólk við tíðini,
Men ein kann ikki leggja
alla byrðuna á fólkið, tí
tað førir bara til fráflyting.
Vit mangla átta túsund
fólk sum ongantíð komu
heim aftur aftaná krepp
una, so vit hava so sanni
liga ikki ”ráð” til at fleiri
fara av landinum.
Hoyrdi í Kringvarpinum í
gjár, at ætlanir nú aftur eru
frammi um tilfangisgjald á
fiskivinnuna fyri at fáa
pengar í landskassan.
Samtíðis kemur tilmælið
um stóran niðurskurð í fiski
dagatalinum fyri næsta fiski
ár, serliga fyri línuflotan.
Hettar við tilfangisgjaldi
hevur verið frammi nú í
nøkur ár, og fer kravið helst
at økjast, sum frá líður.
Havi í nøkur ár í orða
skiftinum um fiskidagar
roynt at tosað fyri eini
skipan, sum ístaðin fyri
tilfangisgjald so heldur at
kravt nøkur oyru fyri hvørt
avreitt kilo til at keypa skip
út úr vinnuni fyri.
Má viðganga, at undir
tøkan fyri hesi hugsan
hevur ikki verið til staðar,
kanska var tíðin við góðum
fiskiskapi ikki tann rætta at
fara í gongd við stórar
broytingar, og eisini bert
nøkur fá ár eftir, at tað
almenna gjøgnumførdi
eina upphøggingarskipan.
Men nú burdi tann laga
liga løtan verið til staðar,
tí fleiri skip liggja vegna
manglandi manning og
onnur so dánt sleppa út.
Fæst polittisk semja og
semja við vinnuna um, at
øll skip, sum avreiða,
gjalda nøkur oyru fyri
hvørt kilo landaðan fisk
tað kundi verði 5 oyru pr
kilo fyri tey bíligu fiska
sløgini og 10 oyru pr kilo
fyri tey dýraru fiskasløg
uni, so er talan um einar 7
til 9 milliónur um árið í
nøkur ár.
Um landsstýrið og vinn
an settu seg saman við
pengastovnunum og funnu
ein fíggingarleist, so
høvdu allir verið vinnarir.
Onkrar smærri detaljur
skulu sjálvandi tosast
nærri um.Verður tikið
rívan til, so kundi longu
til næsta fiskiár, sum
byrjar 1. september,
sloppist undan einum
nevnuverdigum niður
skurði av fiskidøgunum
og einum polittiskum
eljastríði um fiskidagar.
Kjansurin at gera eina
størri broyting er betur nú
enn nakrantíð.
Nú er kjansur
HenriK old
Framtíðar pensjónsskipanin
jóna
Mortensen
Sum ein av nærmastu
grannum til ferðslu
forðingina, ið gjørd er
norðanvert bygdina í
Sandavági, sleppur tú
ikki undan at síggja,
hvat gagn hon ger fyri at seta ferðina niður.
Og tað er null.
Um ein bilførari ikki heldur seg til tey týðiligu
skelti, sum sett eru upp, er púrasta óneyðugt hjá
honum at seta ferðina niður, tí vegurin er nærum
beinur. Havi onkuntíð staðið og eygleitt bilar, sum
koma inn í bygdina, teir koma heilt upp á 90 km/t har
»forðingin« er gjørd.
Stutt sagt, so er talan um burturspiltar almennar
pengar, um altso »oyggin« ikki bara er gjørt til pynt.
Ferðsluforðingin í
Sandavági gagnleys
joHn s.
MyllHaMar
Stabilitetur
viðmerkingar