Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 113 - 17. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Fyri 30 árum síðan fingu 27 lærara­ skúlanæmingar prógv á Føroya Læraraskúla. Aftasta rað f.v.: Poul Jacob Zachariassen, Hattarvík, Heri Jac­ obsen, Tórshavn, Sjúrður á Kósini, Klaksvík, Fritleif Henrik­ sen, Sandavágur, Verner Hansen, Tórshavn, Per Andrew Olsen, Skála, Páll Mortensen, Tvøroyri, og Súni í Hjøllum, Toftir. Miðraðið f.v.: Kristjan Højsted, Funningur, Sjúrður Mikkelsen, Sørvágur, Herálvur Jacobsen, Sør­ vágur, Maria Jacobsen, Vest­ manna, Sjúrður Hansen, Sørvágur, Kristjan Christiansen, Tórshavn, Sigrun Petersen, Vestmanna, Álv­ ur Enni, Tvør­oyri, Sæbjørn Olsen, Kunoy, Vagnur Dahl­ Michelsen, Tórshavn og Martin Ejdisgaard, Tvøroyri. Fremst f.v.: Solveig Isfeldt, Tórshavn, Brynhild Hansen, Tórs­ havn, Liljan Thomsen, Sandavág­ ur, Karin Hammer, Tórshavn, Sig­ fríða Lamhauge, Klaksvík, Thurid Hattarstein, Miðvágur, Mai Breck­ mann, Tórshavn, og Margretha Bjarnastein, Tórshavn. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1979 Fyri 30 árum síðan: Próvtøka á Læraraskúlanum í 1979 Mikudagin 10. juni skipaði Tilhaldið á Sandi fyri útferð inn á meginlandið. Tey komu við Teistanum á Gomlurætt klokkan 8.40 um morgunin. Fyrst var vitjað í nýggja fjósinum í Havnardali, síðan handilin INN við Norðskála, og so ein góðan fiskadøgurða á Sjókaféini í Runavík. Á Toftum var vitjað í tógvhandlinum Navia, á Føroya Fiskamarknaði og í Fríðrikskirkjuni, har greitt var frá um kirkjuna og felagssálmur varð sungin. Eftir tað varð koyrt til Gomlurætt, og kl. 15.45 sigldi Teistin til Skopunar. Ferðaleiðari á túrinum var Kristina á Reynatúgvu. Myndir: Sámal Bláhamar Útferð hjá Til­ haldinum á Sandi Dagurin 17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi, og býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði umleið ár 680. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Á Toftum var m.a. vitjað í tógvhandlinum Navia og á Føroya Fiskamarknaði