Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2009 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur VB/Sumba vann grannauppgerðina: VB/Sumba vann í gjár­ kvøldið 3­1 á TB Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Jón Krosslá Poulsen, Palla Augustinussen og Pól Thorsteinsson, við brots­ sparki, syrgdu við hvør sínum máli fyri, at VB/ Sumba vann 3­1 á TB. Hálvleiksstøðan var 3­0. Tað frættist av Eiðinum í Vági, at sigurin hjá heimaliðnum var uppi­ borin. TB royndi at trýsta eftir hvíldina, men hóast Josef Bassene var á blett­ inum fyri gestirnar, var sigurin ongantíð í vanda. VB/Sumba er í løtuni á triðja plássinum í næst­ bestu deildini við 24 stig­ um, trimum stigum færri enn oddaliðið HB. TB er á fjórða plássinum við 22 stigum. Zivanovic aftur í Vági Nenad Zivanovic skal spæla við VB/ Sumba komandi mánaðirnar Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Nenad Zivanovic fer eftir øllum at døma at spæla við VB/Sumba komandi mánaðirnar. Tað skrivar heimasíðan hjá felagslið­ num. Zivanovic hevur tvær ferðir áður roynt seg í Vági. Miðvallarin spældi við felagnum í 2002, 2003 og aftur í 2005 og 2006. Seinastu tvey árini hevur hann umboðað íslendska Breiðablik. Spæliloyvið og annað er framvegis ikki tryggj­ að, men tað verður vón­ andi í einum av komandi døgunum, skrivar heima­ síðan. Svein Rógvi Ljósstein gevst nú sum venjari hjá Neista-kvinnum. Fyribils tekur Claus Rasmussen sær av venjingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Svein Rógvi Ljósstein vandi annars Neistan í vetur, tá liðið bert var eitt mál í Vági frá einnum fin­ alusessi, og partarnir høvdu eisini pappír upp á hvønn annan í eitt ár afturat. Men á heimasíðuni hjá Neistanum verður staðfest, at felagið nú má finna sær annan venjara. ­ Orsøkin er millum ann­ að, at Svein Rógvi er í løt­ uni troyttir av at arbeiða sum venjari, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Neistan­ um. Fyribils verður tað Claus Rasmussen, sum skal venja Neista­kvinnurnar. Claus hevur áður vant mansliðini hjá Neistanum og StÍF, umframt at hann í drúgt áramál hevur verið venjari í Danmark. Svein Rógvi givin í Neistanum Oyggjaleikir á netinum Heimasíðan til komandi oyggjaleikirnar á Álandi er nú klár til mongu brúkararnar. Á slóðini, www.alandresults2009.com, ber til at síggja, hvussu einstøku íðkararnir standa seg í ymisku greinunum. Eisini er yvirlit yvir metini í ymsu greinunum, skrá fyri einstøku dagarnar og sjálvandi eisini eitt samlað yvirlit yvir heiðursmerkjabýtið. Ymiskt er, hvussu heimasíðurnar hjá leikunum hava riggað, og eitt nú var hetta ikki heilt optimalt á Rhodos fyri tveimum árum síðani. Men sum skilst ætla álendsku vertirnir, at úrslit úr kappingum skulu fáast í skipanina alt fyri eitt, tá kappingar eru av, soleiðis at talan støðugt verður um ein livandi portal við allar feskastu úrslitunum. -mørk 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 13 8 - 3 - 2 30 14 16 27 2 B71 13 8 - 2 - 3 30 17 13 26 3 VB/S 13 7 - 3 - 3 28 21 7 24 4 TB 13 6 - 4 - 3 22 20 2 22 5 B68 13 6 - 2 - 5 29 21 8 20 6 NSÍ 13 6 - 2 - 5 24 26 -2 20 7 FC Hoyvík 13 6 - 1 - 6 16 20 -4 19 8 Víkingur 13 3 - 5 - 5 14 15 -1 14 9 Skála 13 2 - 2 - 9 13 25 -12 8 10 MB 13 0 - 2 - 11 13 40 -27 2 Svein Rógvi Ljósstein skuldi ætlandi eisini venja Neistakvinnur­ nar komandi kappingarár, men hetta verður nú av ongum Lesið Sosialin - so eru tit við www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo