mikudagur 17. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 113 - 17. juni 2009
tíðindi
FERÐAMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hóast veðrið er av tí allar
besta, runar illa við atløgu
kantin í Eiðsvík. Alpha
Pilot liggur har klárur at
taka ímóti okkum innbodnu
gestum hendan túrin undir
Enniberg, og tey møta so
peu an peu.
Klokkan er farin tíggju
minuttir út um avtgalaðu
tíðina klokkan tíggju, tá
spakuliga verður lagt frá
landi. Ein bilur kemur und
an sýnuni, og so er at venda
inn
aftur
eftir
seinum
umboðum frá miðli og ferða
skrivstovu. Síðani verður
stevnt undir Enniberg.
Tú merkir beinanvegin
stórslignu náttúruna. Bergið
innan fyri bara hækkar, og
tá tú so kemur undir sjálvt
Enniberg, er tað ein ørandi
sjón. Hald í nakkan hevur
tú ikki stundir at hugsa um,
meðan tú hyggur beint upp
í loft og undrast á, at
føroyska
náttúran
kann
bergtaka ein føroying so.
Við Alpha Pilot hendan
dagin eru eini 25 fólk, og
prátið gongur dúliga. Ikki øll
hava við miðlar ella ferða
vinnu at gera, onkur er bara
boðin við fyri túrin skuld.
Sum til dømis Jógvan við
Keldu, fyrrverandi lands
stýrismaður,
løgtingslimur
og borgarstjóri í Klaksvík.
Ein annar er Heri Ellings
gaard,
sjúkrahússtjóri
á
Klaksvíkar sjúkrahús. Eisini
er Petur Andreassen við, ein
gamal fótbóltskenningur.
Siglt
verður
ógvuliga
spakuliga og lagt verður
stilt við hvørt, so fólk veru
liga kunnu njóta hetta hug
takandi útsýnið.
Við er eisini ein italiensk
kvinna, sum júst er komin á
vitjan í Føroyum. Hetta er
ikki ein túrur fyri ferðafólk
sum so, men Sámal Bláham
ar og konan eru við, og hann
hevur tikið sær loyvi at bjóða
Francesku – sum hon eitur –
við. Eisini hon er bergtikin.
Væl av lomviga
Fyrstu ferð eg eri undir
Ennibergi havi eg eisini ta
frægd at síggja upp í Set
torvu fyri fyrstu ferð. Á
ongan hátt soleiðis, eg
hevði ímyndað mær hana.
Hon er mest sum ein drang
ur, sum bara er fastur í
landi, og kundi fyri tann
skuld verið eitt fitilendi fyri
ein veðr ella báðar tveir.
Vit síggja eisini lítla hús
ið, sum er bygt inn í skrán
ingin, men við onkum kik
ara ber ikki til at siga, hvar
sessirnir eru. Ella kanska
teir gera sum í Mykinesi og
bara seta seg onkunstaðni í
líðini.
Vit sigla tætt inn undir
Settorvu, og á einari lítlari
rók í berginum síggja vit
eitt tíggjutal av lomviga
sita. Hetta er sera forkunn
ugt, tí lomvigi eigur als ikki
í Nólsoy.
Inni undir Settorvu er eitt
hol, men tað ber kortini ikki
til at sigla ígjøgnum tað.
Har liggur nakað av mala
gróti, sum ikki slepst tvørt
ur um.
Vit sigla so víðari og koma
til Drangin. Soleiðis eitur
hann.
Og
har
eigur
í
túsundavís av lomviga. Sjálv
ur haldi eg, at tað stendur
bara væl til við lomviga, tá
so nóg eigur her í bjørgunum,
men Klæmint, skiparin, sum
sjálvur er skúvoyingur, sigur,
Á ferð undir h
Settorva í øllum sínum veldi. Inn í líðina er bygt eitt hús, har viðingar húsast, tá teir eru í
Settorvu og fleyga
Tað var við gleðiligum ovfarni, at ein kundi eygleiða stóra lomvigalandið í rókunum við Enniberg
Siglt varð inn í hellir og út
gjøgnum smøl klippuhol
North Adven
tures førir
traditiónina
víðari við
útferðum undir
Enniberg, men
hevur eisini
útbygt skránna
soleiðis, at hon
umframt hetta
og fiskitúrar
eisini umfatar
torvskering í
Svínoy