Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 17. juni 2009 21 tíðindi heimsins hægsta forberg Enniberg er ørandi hugtakandi við sínum 754 metrum steyrrætt í sjógv at hetta er lítið av miklum – og at lomvigin er stórliga mink-aður í Skúvoy eisini. Lunda, hinvegin sæst ikki nógv til. Um tað so bara er av tilvild, ella tað ikki er frægari til í ár, er so ikki til at siga. Vit síggja eisini nakrar fáar skarvar, umframt sjálvandi havhest- in, sum sløðist allastaðni. Nevndi, at siglt var spaku- liga, og sambært Petur Sim- onsen, øðrum av eigarunum av North Adventures, er hetta ikki bert fyri ferða- fólkini, men so sanniliga eisini fyri at hava fyrilit við fuglalívinum í økinum. - Fær fuglurin ikki frið, so rýmir hann, sigur Petur Simonsen. Á flot – og skera torv Vit halda fram til vit eru komin runt Enniberg og aft- ur hava Viðareiði fyri eyst- an. Men á vestursíðuni er eingin lending, so siglt verður runt aftur, og lagt at á Eiðsvík. Tað runar framvegis illa, so illa, at endin um um at slitna og bara hongur á ein- um kordeli. Men øll sleppa tó í land í øllum góðum. Og so gongur leiðin niðan á Hotel Norð. Har inni renna vit okkum í gamla starvsfelagan í Miðla- húsinum, Elin Heinesen. Hon er systir eigaran av hot- ellinum, og er tænari okkara til hesa frálíku máltíðina. Hetta seinasta – ein betri biti á Hotel Norð – er ikki partur av ferðapakkanum hjá North Adventures, men er so ein møguleiki, sum stendur ferðafólki opin. Hetta er so ein av teimum trimum ferðatilboðunum, sum North Adventures bjóð- ar. Hini bæði eru tradition- elli túrurin út at fiska. Hesin túrurin verður gjørdur við Komet, sum er ein gamal sluppungi, og verður sigldur út frá Klaksvík, beint undir kunningarstovuni. Fyri at gera ein slíkan túr mugu í minsta lagi fimm fólk melda til, men kortini ikki fleiri enn tólv. Góð fiskimið eru bæði fyri norðan og fyri sunnan, so túrurin kann gerast í næstan øllum veðri, og dentur verður lagdur á, at ferðamaðurin sjálvur eigur tað, hann fiskar. Hin túrurin er sera for- vitnisligur, eisini fyri føroy- ingar. Siglt verður nevniliga út í Svínoynna, har fróðar- maður sker torv og greiðir frá og vísir, hvussu torvsker- ing og –turking fer fram. Nakað, sum fægstu føroy- ingar í dag hava roynt. North Adventures hava gjørt ein faldara, har greitt verður frá teimum trimum útferðunum, teir gera, og faldarin er at fáa á kunning- arstovunum kring landið. Vert er at leggja til merkis, at neyðugt er at boða frá luttøku framman undan. Vit hava so roynt túrin undir Enniberg, og tað er í hvussu er ein túrur, vit kunnu viðmæla. Eftir túrin undir Ennibergi stóð ein búrmáltið á Hotel Norð á skránni. Hon er ikki fastur partur av túrinum, men ein upplagdur møguleiki hjá ferðafólki at fáa mettuna eftir ein hugtakandi túr