mikudagur 17. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 113 - 17. juni 2009
tíðindi
Selatrað
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jákup Weihe
Hin 7. juni giftust Leif
Klein úr Vestmanna og
Anna Dalsgaard, ættað av
Argjum, í kirkjuni í Vest
manna. Eftir giftarmálið
høvdu tey ”vælkomst”, sum
tað verður rópt, í ítróttar
høllini í Vestmanna, har í
minsta lagi 300 fólk heils
aðu brúðarparinum.
– Vit høvdu ætlað okkum
brúdleypsferð til Íslands og
høvdu bílagt okkum ferða
seðlar hagar, men tá tíðin
nærkaðist, gjørdu vit av
heldur at fara við kamp ing
vogni til Selatraðar. Vit
hava átt kampingvogn í
fleiri ár og hava ferðast
nógv við honum, bæði í
Før oyum og uttanlands.
Børn ini eru fýra, og trý av
teimum vóru við okkum á
Selatrað seinasta viku skift
ið.
Tað sigur brúðurin, Anna,
sum saman við manni og
børnum býr í Vestmanna.
– Vit hava einaferð verið
á Selatrað við kampingvogni
áður. Her er sera gott at
ferð ast. Náttúran er avbera
vøkur, her er hugni og frið
ur, og børnini brúka nógva
tíð í fjøruni. Vit vaksnu
ganga túrar í bygdini, fram
við ánni og í umhvørvinum
nærindis bygdini.
Anna letur sera væl at
um støðunum til kamping á
Selatrað, og seinasta viku
skiftið vóru einir 67 vognar
við ferðafólki á økinum við
bryggjuna í bygdini.
– Tað er smalt at koyra til
Selatraðar, men tá tú kemur
til bygdar, er gott pláss og
sera góðar umstøður.
– Tú fært el og vatn, og
har eru wc’ir og brúsur.
Sjálvt um wc er í kamping
vogninum, er tað sera hent
at kunna fáa hesar hentleikar
á økinum. Tú sleppur eisini
av við spillivatn, og hetta er
ikki tað vanliga á einum
kampingplássi í Føroyum.
Soleiðis er kampingøkið á
Selatrað eitt hitt best út
gjørda økið í landinum,
sum vit hava vitjað, leggur
hon aftrat.
Meðan Leif, Anna og
børnini vóru á Selatrað,
komu eisini fólk í stutt
leika bátum til bygdar, og
mill um hesi vóru Jónberg á
Mýruni, sum í nógv ár var
skipari á Vesturvón og
Mort an Johannesen, eisini
róptur saltkongurin.
– Maður mín var fleiri
túrar niðri á bryggjuni og
prátaði við bátsfólkið, sigur
Anna.
Hon vísir á, at tey upp
livdu eina heldur sjáldsama
sjón, meðan tey vóru á
Sela trað.
– Tann eina dagin kom
tyrla og setti seg beint í
bøin omanfyri okkum. Tá
komu teir at fáa sær kaffi
frá onkrum av bátaeig arun
um, sigur hon brosandi.
Anna Dalsgaard og mað
urin, Leif Klein, kunnu
saman við børnum sínum í
allar mátar viðmæla øðrum
at vitja á Selatrað.
Tey eru brúdleypsferð á Selatrað. – Umstøðurnar til kamping í bygdini eru sera góðar, og her eru fleiri hentleikar enn vanligt er á føroyskum kampingplássum. Tað
eru Anna Dalsgaard og maður hennara, Leif Klein, samd um
Brúdleypsferð til Selatraðar
Nógv ferðafólk vitja á
Selatrað um summarið.
Náttúran er vøkur
og fjølbroytt, og
umstøðurnar til eitt nú
kamping eru góðar