mikudagur 17. juni 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 17. juni 2009
MIÐvIkaN
31
Týsdagur, 3. juni
Í morgun fóru vit so til Stabban.
Í dag hava vit so tikið salt.
Proviantin hava vit eisini sett av.
Í kvøld er tað spent í okkum, at
vit skulu fáa okkum radio. Hvussu
tað kemur at verða veit eg ikki.
Eg var í landi til andakt í kvøld.
Alt væl.
Mikudagur, 4. juni
Tóku proviant og kol. Strævið var
í dag. Kl. 6 fór eg upp. Kl. 7 mátti
eg til at stúgva í kolkjallaranum.
Tá tað var gott og væl liðugt,
mátti eg aftur at stúgva proviant
in av. Sveittin úr hvørjum hári,
men teir hjálptu mær tó væl. Teir
stúgvaðu eplini og keks og annað.
Nú er mjølið so komið. 1400
pund, tað er ein góð rúgva. So
hava vit eisini gingið eitt sindur í
landi í kvøld.
Fingið radio
Hósdagur, 5. juni
Tóku vatn og stúgvaðu av. Í dag
hava vit so fingið radio. Wellejus
var sjálvur og stillaði tað inn. Í
kvøld hava vit lítið annað gjørt
enn at lurta í radio. Tað verður
nokk snedigt at fáa tíðindi frá
útheiminum í summar gjøgnum
tað. Alt væl.
Fríggjadagur, 6. juni
Bara bíða eftir sild og ísi.
Var í landi eftir sovorðnum,
sum eftir var, og keypti breyð.
John førdi eg eisini umborð. Hann
skuldi til Kollafjarðar, har væntaði
hann at koma at liggja høgtíðina.
Tað var áarføri, meðan vit sigldu
norður. Dimmligt veður. Radioið
hevur ikki steðgað í allan dag.
Komu til Selatrað um 89 tíðina í
kvøld. Alt væl.
Leygardagur, 7. juni
Tóku sild, ís og vatn. Vórðu lidnir
um 78 tíðina s.p. Eitt lot var høgt
f.p., so skiparin var í iva um, hvat
hann skuldi gera, um hann skuldi
steðga ella ikki. Seinnapartin kom
aftur eitt lot av útsynningi. Tá
hildu vit uppá at fara út, men tóku
okkum aftur og fóru bara yvir á
Hósvík. Her blivu vit so liggjandi
fyri høgtíðina. Eg eri í ringum lag,
tí hetta hevði verið tjansur at
farið heim at ferðast, men eingin
vil koma til gongu, so eg tími ikki
einsamallur. Hetta verður nokk
ein trist høgtíð.
Sunnudagur, 8. juni
Lógu á Hósvík. Veðrið ringt, storm
ur og regn. Vit torgaðu okkum
ongantíð í land, men høvdu tað
fittligt kortini. Radioið gekk allan
dagin. Hoyrdu prædikur allastaðni
frá. Kl. 9 í morgun settu vit tað
at skralla, og tað hevur gingið í
allan dag. Vit hava hoyrt (kirkju)
klokkurnar allastaðni frá og
musikk sjálvsagt. Eg væntaði ikki,
at tað fór at verða so mikið fittligt
um Hvítusunnuna. Tað hevur verið
so friðarligt, tí veðrið hevur verið
so ringt.
Hevði ikki radio verið, so hevði
tað verið keðiligt.
Mánadagur, 9. juni
Veðrið frægari, men ælaði illa.
Fólkið var nógv umborð. Kahúttin
varð altíð full av fólki, sum lurt
aðu eftir radio. Var í landi í kvøld.
Var inni hjá Magnus Paula og
Hans Dávidi. Vóru og sóu kirkjuna
og til møti í skúlanum. Áarføri í
kvøld.
Í dag hevur ikki verið so friðar
ligt sum í gjár. Tað hevur næstan
hvørt fólk í Hósvík verið umborð.
Kahyttin hevur verið stúgvað í
allan dag. Alt væl.
Og so verður farið
Týsdagur, 10. juni
Tá eg kom upp vóru vit longu
útfarnir. Teir loystu kl. 1 í nátt.
Veðrið toluligt, nakað av vindi av
útsynningi. So byrjar hesin túrur
av álvara, Jesus fylgi okkum! Tað
var heldur ónossligt at leggja á
blotan, regn hevur eisini verið. Eg
skrivaði eitt bræv heim, men tað
slapp ikki í land, so nú havi eg
bara sent tað í havið. Har liggur
tað væl. Alt væl.
Kundu nú hoyra
gudstænastur í radio
Sunnudagur, 15. juni
Vit hoyrdu eina gudstænastu úr
Stockhom um 1011 tíðina. Kl. 8 í
morgun hoyrdu vit eina úr Finlandi
og Týsklandi. S.p. hoyrdu vit eisini
eina úr London. Einki hoyrdist úr
Danmark. Tað er óført, sum tey
syngja væl. Frá Stockholm hoyrdu
vit eisini eina gudstænastu kl. 4
s.p. Hon var so skillig, at eg skilti
næstan hvørt orð.
Mánadagur, 16. juni
Í dag hoyrdi eg Íslendaran í radio
num, hann segði frá veðrinum.
Hann var mest útsynningur um
alt Ísland, á vesturlandinum var
kalt, og regn á suðurlandinum.
Vindurin var avtakandi allastaðni.
Tað verður hugaligt, tá ið
Altingsfestin (í samband við
1.000 ára haldið) byrjar, at hoyra
frá teimum. Ellers var alt væl.
Týsdagur, 17. juni
Havi bakað breyð í dag. Eg eri ikki
væl tilpassar, eri for linur, vil bara
sova. Men hvat skal tað vera, eg
kann ikki vera hugaður í einum
arbeiði, sum mær ikki dámar. Eg
eri á eini skeivari hill, men tað
gerst nú ikki við. Nú skuldi tað
tó verið hugaligari, nú eg havi
eitt mál at náa. Eg má spíla meg
meira út nú.
Eg gleði meg til at koma heim
aftur til... Alt væl.
Hósdagur, 19. juni
Eg liggi nú í koyggini og skrivi,
meðan musikkur frá London ljóðar
frá radionum. Tað er nokk so
hugnaligt at hava radio, man fær
mangt at hoyra. Nú er annar akku
mulatorurin næstan liðugur, so
vit mugu spara, vit hava bara ein
eftir. Við kokkarínum gongur tað
toluligt. Eg baki mær breyð niður
fyri, so eg kann gera okkurt annað
upp ímillum, fiska ella steikja. Nú
gera teir reint. Alt væl.
Fríggjadagur, 20. juni
Í dag hoyrdu vit í radionum frá
London eina kappflúgving ella
okkurt sovorðið. Tað ljóðaði í hvørt
fall sum flúgvarar. Frá Stockholm
eitt fyridrag um ein festning og
Bjørgholmen. Tað var nokk so
forvitnisligt. Ættin er landsynningur.
Leygardagur, 21. juni
Vit hava nú sligið tað nýggja battar
íið undir til radioið, nú hoyra vit
aftur Keypmannahavn. Frá Íslandi
hava vit eisini hoyrt í dag. Alt væl.
Sunnudagur, 22. juni
Tjúkt í toku, men ikki nógvur
vindur. Tað hevur ikki verið nakað
nossligt veður í dag.
Kl. 10 seinnapartin hoyrdu vit
Stockholm í radio, og nakað fyri
tað, o.u. 9 tíðina, Finland. Har
høvdu tey gudstænastu. Av tí
svensku skiltu vit alt.
Vit høvdu lestur um middagin
og eina andakt eftir middagin.
Skip sæst einki. Her er nógvur
fuglur, mest havhestur. Alt væl.
Týsdagur, 24. juni
Eg fari nú at leingjast eftir at
frætta heimanífrá, tað verður
hugnaligt at fáa bræv. Hevði tað
nú bara gingið betur enn í fjør.
Alt væl.
Mikudagur, 25. juni
Í dag var gott veður at byrja
við, men ruskaði s.p. Nú er
sjaskut veður og toka – f.p.
var klárt. Fyrimiddagsvaktina
preiaði “Docea” okkum, teir
høvdu 12.500. Teir stóðu býttir
og gløddu upp til vejrs eftir
antennuni hjá okkum.
Beistast umborð
Leygardagur, 28. juni
Í dag hevur verið gott veður,
men eingin fiskur. Vit hava nokk
o.u. 200 fiskar. Í dag hava vit
bara beistast. Einaferð bleiv ein
línusteinur knýttur á hjá Martini.
Teir stóðu við øllum hakunum
uttan um hjá honum og við eini
svintu til flagg. Eitt hamarshøvd
og ein avlippaðan tosk knýttu vit
á hjá Herlufi. Har bleiv skotið og
skutla, vrelað og krøkt. Klæðini
hjá Geytanum høvdu vit pyntað
til ein mann. Hann stóð so
andbráður á beinkinum, tá teir
purraðu Geytan út. Alt
væl.
Foreldrini hjá Bernhard, Birita og Johan Hendrik Hendriksen
Bernhard var kokkur. Her er kokkurin
á Verdandi í sving
Anna saman við mammu síni t.v.
➘
Tað var ein sonn kollvelting, tá ið
Wellejus kom umborð og setti upp
radio í lugarinum