mikudagur 17. juni 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 113 • 17. juni 2009
Sunnudagur, 29. juni
Fínt veður. Ættin er landsynning
ur. Vit høvdu lestur um middagin.
Um 10 tíðina f.p. hoyrdu vit eina
gudstænastu frá Stockholm, eg
skilti hvørt orð. Um middagin
hoyrdu vit eisini eina svenska
frá Finlandi. Ein íslendingur
fortaldi frá Tingvellum eisini um
middagin. Í kvøld hava vit havt
besøk av “Lauru”. Hans Jákup,
Leon og Kristian vóru umborð
um 6 tíðina í kvøld. Seinni kom
skiparin og ein annar. Í kvøld
hava vit aftur beistast. Eg rendi
eitt kaffikrúss í eyguni á einum
av manningini, og seinni fekk
eg eitt aftur frá viðkomandi og
blindaðist.
Mánadagur, 30. juni
Tað er hugnaligt at tørna inn við
musikk frá London o.ø.
Radio gongur hvørja ferð
skaffað verður. Í dag var
højtalarin á dekkinum meðan allir
stóðu við snørið. Alt væl.
Týsdagur, 1. juli
Ája! Nú er Julimánaður byrjaður,
nú hava tey nokk skrivað bræv
heima. Tey gleði eg meg til at fáa.
Eg havi bakað breyð og verið í
lastini í kvøld. Alt væl.
Mikudagur, 2. juli
Eg havi spulað dúrkið í kvøld. Nú
vænti eg, at vit fara skjótt at fara
at fáa okkurt bræv. Enn er tíðliga
at vænta tað, men eg vænti tað
kortini. Alt væl.
Fríggjadagur, 4. juli
Nú ætla teir at seta gørnini út av
bógnum. (Hetta man vera fyri at
veiða sild til agn.)
Hjá mær hevur gingið gott við
kokkarínum. Mær hevði dámt
betur at farið undir (Langa)nesið,
nú vit skulu fáa okkum agn. Har
hevði eg kunna væntað mær eitt
bræv, men her fái eg so einki, og
kann heldur einki vænta. Kanska
eg kundi skrivað her!
Inn á Siglufjørðin.
Leygardagur, 5. juli
Veðrið hevur verið gott í dag. Eitt
lítið lot av norði. Vit hava o.u.
1000 fiskar í dag. Nú hava vit um
9500 tilsamans. “Vestmanna”
preiaði okkum, hon hevði 13.000.
Nú sigla vit uppá Siglifjørðin
eftir sild og ísi. Nú eru vit komnir
nakað nær Grímsoynni. Munnu vit
fara at fáa nøkur brøv? Eg vænti
ikki. Ikki enn, men eingin kann
ætla.
Í radionum hoyrdi eg í kvøld, at
“Ísland” fór úr Føroyum í gjár
kvøldið kl. 9. Har munnu brøv vera
í til okkum. Alt væl.
Sunnudagur, 6. juli
Vit hava hoyrt Stockholm við eini
gudstænastu fyrrapartin. Seinna
partin hoyrdist einki. Vit høvdu
lestur í dag og andakt í kvøld. Nú
er eingin uppi. Alt væl.
Mánadagur, 7. juli
Gott veður, mest sum for gott.
Hava ligið í stilli mest sum alla
nátt. Í dag hevur verið eitt lot,
men ímóti seinnapartinum kom
hann til vildar. Vit vóru ikki inni
fyrr enn kl. 5 seinnapartin. Lýsi
Gudmund kom umborð við tað
sama. Koyrdu livur í land, og so
fóru vit í land til møti. Jógvan
Hans ( trúboðarin Simonsen) er
her, og eisini Jóanes Sigurdsson
(kendur føroyavinur.)
Einki bræv. Vit fingu einki at
frætta heimanífrá hesaferð. Alt væl.
Týsdagur, 8. juli
Hava tikið ís, sild og vatn. Vit
koyrdu okkum akkumulatorarnar
í land at lada upp. Fóru í land kl.
7 seinnapartin. Eg var á sjómans
stovuni. Keypti mær sovorðið
smávegis. Annars havi eg gingið
og travað eina tíð.
Eg var tað mesta av tíðini á
sjómansstovuni. Spældi uppá
orgul. Kom umborð kl. 1. Nú fara
teir aftur at lossa vatn. Vit fara
ikki út fyrr enn einaferð í morgin.
Veðrið er gott. Alt væl.
Mikudagur, 9. juli 1930
Gott veður, stilli fyrrapartin. Um 10
tíðina kom eitt lot, men vit fóru ikki
út fyrr enn kl. 1 av tí, at akkumulat
orarnar vóru næstan tómir. Alt væl.
Sunnudagur, 13. juli
Gott veður má tað nokk kallast
at vera, men ikki so gott sum eg
kundi ynskt mær. Tað er toka og
nakað av vindi, ónossligt sunnu
dagsveður. Tá sunnudagurin ikki
er heilt góður er vikan fyri ongum.
Í radionum hoyrdu vit fyrrapartin,
men seinnapartin hoyrdist ikki
eitt kis. Eg veit ikki, um tað man
vera í óordan. Høvdu lestur um
middag og andakt í kvøld. Ættin
er tann sama. Alt væl.
Mánadagur, 14. juli
Radio er spilt.
Tað hoyrist einki ígjøgnum tað
longur. Vit hava hugt í apparatið,
men duga einki at síggja. Tað var
keðiligt, tí tað hevur verið nokk so
hugnaligt at hava viðhvørt.
Bernhard var serligur
Hetta er tað sum vit á hesum
sinni koma at hava um Bernhard.
Tað er greitt, at hann var serligur.
Sum nógvir hevði hann hug at
gerast annað enn fiskimaður og
kokkur, og so var tað lívið saman
við Onnu! Men allir hesir dreymar
brustu við Nólsoy í 1934. Men
minnið um hann kemur so at liva,
eisini takkað verið hesi røð!
Anna giftist ongantíð.
At taka vatn var ikki bert sum at siga tað tá í tíðini. Farið varð undir ein foss við skipsbátinum. Segldúkur varð lagdur
undir, og báturin var fyltur við vatni. Síðan skuldi vatnið oysast í tangan umborð. Teknað hevur Bárður Jákupsson
Hugni í lugarinum. Teknað hevur Bárður Jákupsson
Minnisvarðin í Hósvík yvir Bernhard og hansara felagar
Komandi
partur
Komandi
Miðvikan
verður um
ein deyvan
fiskimann,
tann 98 ára
gamla Hilmar
Heinesen