hósdagur 8. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 216 - 8. november 2001
Nr. 216 - 8. november 2001
11
Finnleif Guttesen
Sambandsveljari
Av
loysingarflokkunum
hevur heimastýrislógin og
ískoyti úr Danmark fingið
mangt toyggið, hesi sein-
astu 3 1/2 árini teir hava
haft valdi í Føroyum.
Havt verður sagt
Undir viðgerðini av fíggj-
arætlanini fyri 2002 sigur
ein tinglimur hjá loys-
ingarflokkunum, at heima-
stýrislógin og ískoyti úr
Danmark
hevði
alla
ábyrgduna av kreppuni
fyrst í níti árinum. Sama
umboð sigur so, hygg
hvussu gott tað gongur
ídag, nú vit hava stýrt
síðani 1998.
Sannleikin
Hvat er so verðuleikin, jú,
samgonguflokkarnir hava
stýrt síðani 1998 undir
heimastýrislógini
uttan
broytingar og við vaksandi
ískoyti frá Danmark. Væl-
signaðir loysingarflokkar,
hvar er trupuleikin?
Ábyrgd
At politikarar í loysing-
arflokkunum liva í einum
so fjarum verðuleika, at tey
koma sær at siga við
palliba, at vi minni fíggjar-
orku fáa vit meira vælferð,
tá má alt sum eitur ábyrgd
vera fána burtur úr teirra
hugaheimi.
Hvar er trupuleikin og hvat er veruleikin?
Hví hava tit hesar undirlutakenslurnar?
Jacob Vestergaard,
formaður
Føroya Kommunufelag
(FKF) hevur í nógv ár
talað fyri, at greiða
verður fingin á, hvørji
málsøkir kommunurnar
skulu umsita og hvørji
landið skal umsita. FKF
heuvr tí tikið undir við
teimum ætlanum sum
landstýrið hevur hesum
viðvíkjandi, har roynt
hevur verið at fingið
greiðu á hesum, m.a. við
álitinum um uppgávu og
ábyrgdarbýti
millum
land og kommunur, sum
er um at verða liðugt.
Land og kommunur
mugu taka støðu til,
hvørji málsøkir komm-
unurnar skulu umsita,
og raðfesta hvussu økini
verða flutt út til komm-
unurnar. Neyðugu peng-
arnir mugu fylgja við,
og kommunurnar eiga í
mest møguligan mun
sjálvar at avgera, hvussu
málsøkini verða umsit-
in.
Nøkur málsøkir eru,
har land og kommunur í
felag hava umsitið økið,
og eru hesi økir lættari
at leggja út til komm-
unurnar, tí kommun-
urnar her hava neyðuga
umsitingarliga førleik-
an.
Dagstovnaøkið var eitt
av teimum málsøkjunu-
m, har kommunurnar
høvdu drúgvar umsit-
ingarligar royndir, og
var tað tí upplagt, at
hetta økið, sum tað
fyrsta, bleiv lagt til
kommunurnar.
Flest allar kommun-
urnar tóku undir við at
dagstovnaøkið
bleiv
kommunalt burturav, og
er hetta økið minst líka
væl skipað í dag, sum tá
land
og
kommunur
umsótu tað í felag.
Fyri FKF var tað ein
sjálvfylgja, at tað nú
vóru kommunurnar sum
skuldu samráðast um
lønir við avvarandi fe-
lag, men hetta hevði
Føroya
Pedagogfelag
longi um at finna útav
ella góðtaka.
Tað átti at sagt seg
sjálvt, at felagið skuldi
samráðast við tann sum
er arbeiðsgevari og rind-
ar lønina, alt annað
hevði verið heit burt-
urvið.
Á vári 2000 fór FKF
undir at fyrireika stovn-
anina av Føroya Komm-
unala
Arbeiðsgevara-
felag (FKA), og í ok-
tober mánað sama ár,
bleiv felagið stovnað.
Hetta málið hevði verið
umrøtt í FKF longi, men
avgerðin um at flyta
dagstovnaøkið út til
kommunurnar,
fekk
gongd aftur á málið.
FKA fór til verka
beinan vegin, og gjørdi
m.a. sáttmála við Føroya
Arbeiðarafelag um løn-
irnar v.m. hjá dagrøktar-
unum.
Onki
hoyrdist
frá
Føroya
Pedagogfelag
fyrrenn felagið vendi
sær til Fíggjarmálastýrið
í februar 2001, t.v.s. 8
mánaðir eftir, at dag-
stovnaøkið var lagt út til
kommunurnar.
Í staðin fyri at koma
við ábreiðslum móti
landstýrinum og komm-
ununum, átti Føroya
Pedagogfelag at tikið í
egnan barm, ásanna síni
mistøk, og roynt at
fingið eitt gott samstarv
við kommunurnar, sum
bæði hava førleikan og
viljan at umsita og
menna dagstovnaøkið.
Atli Hansen
Gøtu 05.11.01
Um vikuskiftið hevði Sam-
bandsflokkurin ein heyst-
fund í Havn. Tann stóra lut-
tøkan og tann stóri hugurin
til at luttaka í orðaskift-
inum bendir á, at tað eru
stór álvarsmál, vit skulu
taka støðu til á báðum teim
komandi valunum - fólka-
tingsvalið um stutta tíð og
løgtingsvalið í seinasta lagi
til várs.
Fundurin tók undir við til
hesi bæðið valini serliga at
leggja dent á ríkisfelags-
skapin,
tað
persónliga
frælsi og vælferðina og
sjálvt um nógv onnur mál
vóru havd á lofti, so var
breið semja um, at hesi í
løtuni skuldu hava ovasta
raðfesti hjá Sambands-
flokkinum.
Ríkisfelagsskapurin er
upp á spæl. Eingin ivi um
tað. Hesi bæði komandi
valini verður úrslitið ein
avgerð um ríkisfelgasskap
ella fullveldi. Samband ella
loysing.
Tað er eingin tilvild, at
flokkurin hevur valt júst
hesi trý málini at fara til val
upp á. Tey eru við stórari
umhugsan vald burtur úr
rúgvuni, tí tey hoyra saman
ella eru ein fortreyt fyri
hvørjum øðrum.
Soleiðis er ríkisfelags-
skapurin ikki nakað mál í
sjálvum sær, men uttan
hann vóru okkara persón-
ligu frælsir - okkara rættur
til at velja - ikki tey somu
og uttan hann var vælferðin
ikki á verandi støði. Eisini
á nógvum øðrum økjum er
ríkisfelagsskapurin ein for-
treyt fyri verandi støði sum
t.d. útbúgving, verja, rætt-
arskipan, gjaldoyra, rætt til
mangt og hvat o.m.a.
Ríkisfelagsskapurin er
tað umhvørvi, sum okkara
samfelag
gjøgnum
tey
seinastu meira enn 600
árini hevur ment seg í til at
vera á sama støði sum
okkara grannalond á øllum
økjum Ein avtøka av ríkis-
felagsskapinum vil tí vera
ein avtøka av møguleikum
fyri framhaldandi menning.
Men ein avtøka vil eisini
vera eitt høgg av nógvum
bondum landanna millum,
høgg, sum fara at hava
ólekjandi sár við sær.
Tí er tað ómetaliga um-
ráðandi at gera sær greitt,
at komandi fólkatingsval er
eitt val um samband ella
loysing og Sambandsflokk-
urin mælir øllum veljarum
til við eini atkvøðu fyri
einum sambandsvalevni at
vísa á ríkisfelagsskapin
sum okkara møguleika fyri
varveita vunnin persónlig
frælsir og vunna vælferð.
Ríkisfelagsskapur
ella fullveldi ?
Samband ella loysing?
Viðmerkingar til
grein frá Føroya
Pedagogfelag um
Dagstovnaøkið
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10