hósdagur 8. november 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 216 - 8. november 2001
Nr. 216 - 8. november 2001
13
Birgir Mohr
Ein av fremstu og ídnastu
ryggklapparum hjá full-
veldisfólkunum í Tinganesi
sigur í drúgvari grein, at
ríkisfelagsskapurin
við
Danmark í veruleikanum
ikki er til? Strudsurin
stingur høvdið í sandin og
heldur, at so sær eingin
hann?
Slíkur pástandur er at
venda upp og niður á
veruleikanum anno 2001.
Ríkisfelagsskapurin hevur
verið í meira enn 600 ár, og
tað átti ein framstandandi
politikari frá sjeyti- áttati-
og nítiárunum at vita alt
um.
Hettar er annars sami
ryggklappari,
sum
gav
landsstýrinum ráðini, at tað
var genialt at fara til Dan-
markar at krevja loysing
her og nú, meðan danir
skuldu gjalda nógv ár
framyvir.
Úrslitið av slíkari tápu-
ligari politiskari herferð og
ráðgeving, ja, tað kenna vit
í dag. Kunna vit tí eisini
fullvæl meta um nýggjastu
ráðini frá harra Sundstein,
fyrrverandi
løgmanni,
fíggjarmálaráðharra, løg-
tingsmanni og statsgóð-
kendum grannskoðara. Tey
eru lítið verd, men kanska
skaðilig.
Nei, samgonguflokkarnir
gjørdu ein stóran politiskan
brølara, tá tey vóru á
Christiansborg fýra ferðir
og gjørdu okkum føroy-
ingar fyri skommum og til
láturs. Tað er veruleikin í
dag. Tey vistu, áðrenn tey
fóru, at svarið var: ja til
fullveldið har og nú við 4
ára skiftistíð. Samgongan
tordi ikki at taka av hesum
tilboði – tað hevði eg og
fleiri onnur heldur ikki
tora.
Heimafturkomin av 4.
fundinum mátti løgmaður
ásanna, at teir báðir stóru
andstøðuflokkarnir høvdu
haft rætt alla tíðina, tá teir
ávaraðu um, at politikkurin
hjá varaløgmanni á hesum
øki bar ikki til.
So var nýggj framferð
proklamerað
longu
úr
Keypmannahavn.
Vit
skuldu hava fólkaatkvøðu
26. mai 2001 kom seinni
fram. Vit sukkaðu troytt,
men nú fingu vit so at
kenna fólksins vilja. Men
gakk, tey tordu ikki so
frægt sum at spyrja. Nýggj
kreppa
í
samgonguni,
nýggj framferð. Fóru undir
at yvirtaka málsøkir upp á
samliband og senda pening
aftur til Danmark í nógvum
hundrað
millióna
upp-
hæddum. Hetta gera nú
somu flokkar, sum í áravís
hava pástaðið, at vit áttu
hendan pening fyri her-
verandi
NATO-støðir
o.m.a. Óskiljandi framferð.
Hettar var so eisini ein
sápubløðru-pástandur hjá
loysingarmonnum, sum nú
er sleptur.
Hettar maratonløpið av
yvirtøkum, (fólkakirkjan er
eitt dømi herum), er nú við
at vera framt, uttan at fólkið
er spurt herum. Eingin
flokkur talaði um at minka
blokkin til seinasta val – øll
talaðu um, at vit áttu at fáa
meira pening úr Danmark
(millum annað í samband
við Føroya Banka málið),
og tað var eisini tað fyrsta
landsstýrið
gjørdi
í
Danmark, at hækka blokkin
og biðja um meira pening?
Tað var í 1998. Men nú?
Tað er longu sjón fyri
søgn, at nýggi politikkurin
kemur okkum aftur um
brekkur, men nú er ár 2001
– soleiðis roynast álitis-
fólk! Hvat er broytt so nógv
síðan 1998?
Jú harra Sundstein, ríkis-
felagsskapurin er til og
hevur verið okkum til fyri-
muns
einamest
síðan
heimastýrislógin kom í
1948. Og tað ber veruliga
til at gera eina avtalu um
sjálvstýri við Danmark,
sum røkkur frameftir og
steðgar hesum ógvusliga og
orkukrevjandi klandrinum
um loysing contra sam-
band.
Tá heimastýrislógin varð
gjørd í 1948 kendi eingin í
verðini til slíka lóg – slíka
skipan. Men væl bar til
kortini.
Men
sjálvandi
skulu vit ikki gera lógir og
avtalir, sum galda fyri alla
framtíð.
Tó, so leingi vit føroying-
ar ikki hava fingið fyri-
treytirnar
fyri
fullum
sjálvstýri ella fullveldi upp
á pláss – bæði fíggjarliga
og umsitingarliga, ber til at
hava eina sjálvstýrisavtalu
við Danmark, sum peikar
frameftir móti sjálvbjargni
og fullum sjálvstýri uttan at
vit hava slitið ríkisfelags-
skapin og mist teir fyri-
munirnar,
hesin
gevur
okkum.
Tá vit hava fingið fyri-
treytirnar upp á pláss, um
eini 15-25 ár, tá og fyrst tá,
er aktuelt at taka støðu til
loysing ella samband – til
ríkisfelagsskapin og av
teimum føroyingum, sum tá
liva.
Vit eiga ikki at leypa
framav, sum hendan sam-
gongan gjørdi. Nei, vit eiga
at fremja tilgongdina til
sjávlbjargni og sjálvstýri
varisliga og í góðum sam-
starvi við danir, sum tað
sømir seg tveimum ment-
aðum fólkum og tjóðum.
Er ríkisfelagsskapurin ikki til?
Eivind Jacobsen
Strendur
Tjóveldisflokkurin hevur
tikið patent upp á frælsi. Av
einari ella aðrari orsøk hava
teir fingið nógv (ung) fólk
at trúgva, at teirra uppfatan
av frælsi er tann einasta
rætta. Men frælsið og frælsi
er ikki tað sama. Tað frælsi
teir tosa um er politiskt
frælsi. Rætturin at avgerða
alt við lóg. Vanligi føroy-
ingurin hugsar meira um
persónliga frælsi.
Í dag kann løgtingið av-
gera nærum alt. Burtursæð
frá at bjóða Amerika í
kríggj ella einari flagstong í
New York er trupult at fáa
eyga á veruligar avmark-
ingar í okkara politiska
frælsi. Tað ræður altíð um
at fáa sum mest burtur úr
teimum møguleikum sum
eru, til gagn fyri land og
fólk. Tað krevur nevniliga
format.
Higartil hevur samgong-
an megna at fornerma
útlendingar hvørja ferð teir
hava sitið til samráðingar.
Vit kunnu ímynda okkum,
hvussu nógv lond ynskja at
verða vinir við fullveldi
Føroyar og sitandi Landss-
týri! Næst eftir Frankaríki
verða vit heimsins ringast
dámda fullveldi.
Annars lærdu vit í sam-
felagsfrøði, at lond hava
ikki vinir. Lond hava
áhugamál!! Tí mást tú hava
okkurt at bjóða, um tú skalt
fáa nakað. Tá er talan um
javnbjóðis samráðinar.
Tí kunnu vit bert stað-
festa, at samgongan ynskir
evsta vald uttan nakra
orsøk. Ber magtgirnd, uttan
fyrilit fyri fólkinum, sum í
hesum landi býr.
Persónligt frælsi
Øll góðtaka at avmarka
frælsi á einum øki, fyri at
fremja størri frælsi á einum
øðrum.
Ferðslulógirnar
virka á hendan hátt. Hin
einstaki verður avmark-
aður, fyri at heildin skal
kunna flyta seg á bestan
hátt í ferðlsluni. Um vit
gjørdu sum best ber til,
kom eingin fram, fyri ikki
at tala um skaðarnar av
púra frælsari koyring.
Vit ynskja, at øll skulu
verða líka fyri lógini. Tó
gjalda øll ikki eins í skatt.
Hvørki í krónum ella pro-
sentum. Men vit góðtaka
øll hetta prinsipp til frama
fyri tey veikastu.
Tó kann nevnast, at tey
brekaðu helst eru tey, sum
hava minst frælsi. Hjá
teimum er ein trappa ella
kantur, ein størri forðing
fyri frælsi enn vit onnur
ímynda okkum. Verri er, at
vit hava stórri tolsemi at
góðtaka
avmarkingar
í
frælsinum hjá hesum fólk-
um enn gott er.
Frælsi eigur at metast í
mun til ófrælsi. Tann ið ikki
kennir ófrælsi, kennir held-
ur ikki frælsi. Í dag hava vit
einki ófrælsi í Føroyum, ið
stends av stjórnarstøðuni,
ella sum kann bøtast við at
broyta stjórnarstøðuna.
Tjóðarfrælsi er eitt annað
hugtak. Føroyar verða ikki
eitt frælsari land at búgva í,
um vit taka loysing. Tó
kunnu onnur argument
verða fyri loysing, men
hava tey als einki við frælsi
at gera.
Fleiri fyrimunir enn
vansar
Samgongan ynskir, at av-
reiða allar fyrimunir í
Ríkisfelagsskapinum, fyri
eitt sera avmarka politiskt
frælsi. Eitt frælsi, har av-
leiðingin fyri vanliga føroy-
ingin er, ein munandi av-
marking í persónliga fræls-
inum. Tí kann veljarin av-
gera, um hann vil geva
stóran part av sínum per-
sónliga frælsi, afturfyri at
Høgni og Anfinn fáa so at
siga einki politiskt frælsi.
Sambandsflokkurin
hevur altíð sett fólki fremst
og tí hava vit ikki trupul-
leikar, við at verða í Ríkis-
felasskapi. Vit meina, at vit
hava nógv stórri frælsi
innanfyri enn uttanfyri.
Sambandsflokkurin hevur
altíð og fer altíð at gera tað,
sum tænir fólkinum best. Í
hjørtum sambandsmanna
býr veruligt frælsi.
VIÐMERKINGAR
Zakarias Wang
Tá vit vóru børn, fingu vit
at hoyra søgur um mangt,
sum ikki var til, og sum
ikki var sannleiki. Skaðin
av hesum var tó ikki stórur,
tí tað vaks um okkara
ímyndingarevni,
og
so
hvørt vit gjørdust størri,
lærdu vit at skilja millum
alt hetta tvætlið, vit høvdu
hoyrt, og veruleikan, og so
kundu vit standa okkum í tí
veruliga heiminum.
Men tíverri er tað við-
hvørt, at vit í okkara vaksna
lívi ikki megna at skilja
millum uppspuna og veru-
leiki. Tá kann ringt spyrjast
burtur úr.
Eitt dømi um hetta er tað
sum føroyingum hevur
verið fyri í spurninginum
um donsku veitingarnar til
Føroya.
Her hevur tað hóvað
nógvum politikarum at
billa vaksnum fólkum inn,
at hesar veitingar hava ver-
ið til gagn fyri Føroyar.
Fyri nakrar av hesum
politikarum kann berast í
bøtuflaka, tí teir hava ikki
petti av skili upp á búskap-
arlig viðurskifti, tí teir
halda at samfelagið bert er
eitt sjálvtøkuborð, har ein
og hvør kann fáa ókeypis
morgunmat. Hetta gongur
jú fint, sum maðurin segði
tá hann var dottin út av 20
hædd og kom fram við tí
fjórðu hæddini.
Men at ein maður sum
Edmund Joensen, sum í
sínum dagliga virki er
vinnulívsmaður og tí skuldi
vitað, at tað er framleiðsl-
an, sum er grundarlagið
fyri tilveru okkara, og at
hon er í kapping við aðrar
fyritøkur og onnur lond,
skal siga seg trúgva upp á
jólamannin, tað er heilt
ótrúligt at hoyra.
Tíbetur eru tað sjálvt í
flokkinum hjá Edmund
nøkur, sum duga at skilja,
at hetta er fullkomuliga
burturvið.
Unga
Sam-
bandið hevur prógvað, at
teir hava skilt hvussu tann
veruliga verðin er skrúvað
saman og hava tí kravt, at
danski stuðulin til Føroyar
skal avtakast.
Um so er, at hetta gerst
poltikkur sambandsflok-
sins, og Edmund og aðrir
sambandsmenn vilja sam-
starva um ein politikk, sum
byggir á veruliga grund, so
hevði borið til at fingið
eina breiða semju um
búskaparpolitikkin í Før-
oyum.
Í hjørtum okkara býr frælsi!?
Pátrúgv
OLJULEITING
Jan Müller
Tað er sum ein lítil føroysk
bygd – bara langt til havs.
Boripallurin
Sovereign
Explorer, sum borar eftir
olju fyri eitt nú føroyska
oljufelagið Atlants Kol-
vetni, liggur skamt frá
føroysk-bretska markinum,
bert fáar fjórðingar frá
einum
heilum
býi
av
oljupallum á bretskum øki,
ið framleiða og leita. Hesir
síggjast við berum eygum
frá Sovereign Explorer,
sum roynir at finna fyrstu
føroysku oljuna. So tætt
upp at kendum oljuleiðum
leitar føroyska felagið eftir
olju.
Fyri føroyska sjógarpin
Mortan
Johannesen
er
hesin dagurin - týsdagurin
6. november -nakað heilt
serligt. Umboð fyri før-
oysku pressuna eru saman
við
nevndarlimum
og
starvsfólki hjá føroyska
oljufelagnum, Atlants
Kolvetni farin við eini av
risastóru superpuma tyrl-
unum hjá bretska flogfelag-
num Bristow longu leiðina
út á feltið – “olju”-feltið.
Mortan Johannesen, sum
alt sítt lív hevur balst á hav-
inum eitt nú í Barents-
havinum, har hann og aðrir
hava fingið mangan góðan
fongin til lands, bíðar nú í
spenningi
eftir
einum
øðrum slag av fongi –
møguliga nýggja tilfeingi
føroyinga - oljuni og gass-
inum, sum kanska liggur
fjalt niðri í tí myrka dýp-
inum.
Hóast hugurin altíð hevur
staðið til fiskivinnuna, so
helt Mortan Johannesen
áheitanina frá einum øðrum
kendum vinnulívsmanni,
Poul Mohr, stjóra á Tórs-
havnar Skipasmiðju, um at
vera við til at stovna eitt
føroyskt oljufelag, verða so
mikið áhugaverda, at hann
gjørdi av at fara uppí
verkætlanina við fullum
huga. Í dag er Mortan ein
av
nevndarlimunum
í
Atlants Kolvetni, har meira
enn 2000 føroyingar eru
partaeigarar. Og nú leiðin
gongur út á “oljufeltið
Marjun” saman við Poul
Mohr, nevndarlimi, Wil-
helm Petersen, stjóra og Fíu
Petersen, skrivara, er Mort-
an spentur, tí hetta er fyrsti
túrurin út á ein oljupall. At
hesin so bæði er í føroysk-
um sjógvi og at føroyska
oljufelagið er partur av
boringini og at útlit kunnu
vera til, at júst hesin pall-
urin verður tann fyrsti til at
finna olju við Føroyar, ger
ikki støðuna minni spenn-
andi.
Umborð á pallinum er
høvi at síggja, hvussu rigg-
að verður til at fara undir
aftur boringina, nú steðgur
hevur verið í orsakað av
ringum veðri og serstøkum
mátikanningum, sum eru
gjørdar í holinum. Umstøð-
ur eru eisini til at hitta
føroyingar, ið arbeiða um-
borð. Sum skilst á stjór-
anum hjá Amerada Hess,
Ben Arabo, ið er ferða-
leiðari, eru teir í The Faroes
Partnership
samtakinum
við at koma á mál við
boringini. Borað verður í
mesta lagi í eina viku aftrat.
Møguliga fæst okkurt at
vita um úrslitið av boring-
ini seinast í vikuni ella í
næstu viku. Hetta eru so
eisini boðini, ið fólkini frá
Atlants Kolvetni fáa.
Eftir stutta steðgin á
pallinum hitta vit ein
rættiligan opinskáraðan og
vælnøgdan
Mortan
Jo-
hannesen. – Hetta hevur
verið sera stór uppliving og
hevur tað verið ein ikki sørt
løgin kensla at skula fara
umborð á boripall, ið ar-
beiðir í føroyskum sjógvi.
Mortan, sum sjálvur hevur
verið siglandi maður alt sítt
lív, sigur, at tað kendist sum
at vera umborð á einum
øðrum slag av skipi við
stýrihúsi, radari og aðrari
skipsútgerð. Ja, tað var sum
at vera á skipsdekki aftur,
nú pallurin rullaði eitt
sindur í tungu alduni.
Mortan er tolin maður og
tí hevur tað ikki so stóran
skund fyri hann, um olja
verður funnin her og nú ella
í næstu framtíð. Hann vísir
til tað íslendingar plaga at
taka til, nevniliga, at “Tað
kemur í ljós” - um tað er
nakað ella einki. Hann við-
gongur, at man er sjálvandi
spentur, um tað verður
funnið nakað nú, men man
má vera fyrireikaður, at tað
kann ganga báðar vegir. –
Er eingin olja, ja so tekur
man tað, sum tað er. Og
verður olja, so gleðist man
yvir tað. Um brúk er fyri
olju at fáa vinnutólini at
mæla víðari veit Mortan
ikki, men hann dylur heldur
ikki fyri, at verður nakað,
so verður tað áhugavert fyri
okkara samfelag, tí tað
trongist jú alla staðni
rundan um okkum.
Poul Mohr, sum eisini
varð við á pallvitjanini, er
heldur fáorðaður (!) men
sigur, at tað er ein serstøk
kensla at fara umborð á ein
boripall, sum borar á
okkara egna øki. –Júst tað
haldi eg verða ógvuliga
áhugavert, og hvat síðani
kemur burtur úr, vil tíðin so
vísa. Poul Mohr er ein av
teimum
vinnulívsmonn-
unum her á landi, sum
hevur fylgt oljutilgongdini
frá byrjan. Hann var ein av
monnunum, ið tóku stig til
at stovna Atlants Kolvetni,
so eisini hann er spentur at
frætta um úrslitið av hesi
fyrstu boringini hjá felag-
num.
Mortan Johannessen eftir vitjan á Sovereign Explorer:
Stór uppliving – sum á skipsdekki
Mortan Johannesen her saman við Poul Mohr og Wilhelm Petersen, allir frá Atlants Kolvetni
Mynd Jan Müller
Føroyski kokkurin Leif Petersen hevur nógv gott at bjóða Mortani og restini av føroyska
ferðalagnum
Mynd Jan Müller
Mortan Johannesen og Poul Mohr, nevndarlimir í føroyska oljufelagnum, fyri fyrstu ferð á palli,
sum borar á føroyskum øki. Aftanfyri: Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
13
12