hósdagur 8. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 • hósdagur • 8. november 2001 • 75. árg.
Altjóða bilaframsýn-
ingin, Frankfurt
Motorshow, ið læt
upp fyri almenning-
inum tann 13. sep-
tember, var nær við at
blíva avlýst, eftir
yvirgangsatsóknirnar
í USA 11. september.
Hóast bumbuhóttanir
móti framsýningini,
vóru Páll Danielsen,
frá bilasøluni hjá
Meinhardt Arge og
Rúnar Jacobsen, við á
hesi framsýning
BILAR
Magnus Gunnarsson
Umleið túsund framsýnarar
úr øllum heiminum, harav
umleið 50 úr USA, vóru
klárir at sýna fram nýggj-
astu bilmodellini, tá yvir-
gangsatsóknirnar
vóru
framdar í USA.
Samstundis
komu
bumbuhóttanir móti fram-
sýningini, og 3000 skriv-
stovufólk máttu ríma úr
einum háhúsi, beint við
framsýningarhølini.
Alt
hetta hevði við sær at
bilaframsýningin var nær
við at blíva avlýst.
Nógvar nýggjheitir
Páll Danielsen sigur, at
hann og Rúnar Jacobsen
høvdu næstan mist mótið
um at sleppa inn á hesa
framsýning, ið teir vóru
komnir heilt til Frankfurt at
síggja.
Men tað eydnaðist teim-
um tó, og teir tóku nógvar
góðar myndir. Tað er langt
síðan at tað hava verið so
nógvar nýggjheitir, á eini
altjóða
bilaframsýning,
sum á hesari. Hóast nógvir
spennandi
konseptbilar
vóru at síggja, var áhugin
størstur fyri teimum van-
ligu familjubilunum.
Myndir frá
Frankfurt
Motorshow
Nissan Micra
sum prototypa.
Tað ganga
ivaleyst nøkur ár,
til bilurin kemur
á marknaðin
Peugeot 307 SW, er ein sera snøggur stationvognur. Hann er 10 cm longri enn sedanútgávan, og
fæst eisini við sjey setrum
Nýggjasti Nissan Primera sum stationcar. Samstarvið við Renault sæst aftur í nýggju Nissan
modellunum
Páll Danilelsen, frá
bilasøluni hjá Meinhardt
Arge, tók ein hóp av
myndum á framsýningini í
Frankfurt. Vit vísa her eitt
lítið brot, við teimum bilum
sum allarhelst høvdu
hansara størsta áhuga
15
14
Nr. 216 - 8. november 2001
Sune Jacobsen
Á valfundi á Giljanesi fyri
valið á vári 1998 vóru øll
valevni samd um, at tey
vildu virka fyri hesum
trimum niðan fyri nevndu
málunum:
1. Halda fram við undir-
sjóvartunlinum
2. Royna at varðveita
íløgustuðulin hjá nýggju
ísfiskatrolarunum
3. Fáa gongd á útbygg-
ingina av flogvøllinum
Tey bæði fyrst nevndu
málini skulu ikki verða
viðgjørd í hesum greina-
stubba, men harafturímóti
er ætlanin at lýsa flog-
vallarmálið, sum ongan
góðan hevur átt síðstu fýra
árini.
Undirritaði
umboðaði
Vága valdømi á tingi í
tíðarskeiðnum frá 1994 -
1998. Ì hesum tíðarskeiði
royndi eg dagliga at tosa
við Sámal Petur ì Grund,
sum tá var ferðslumála-
ráðharri, at skunda undir
útbygging av flogvøllinum
í Vágum.
Danir vilja útbyggja
Hetta dagliga sambandið
okkara millum gav úrslit, tí
so tíðliga sum í 1996 samd-
ust landsstýrið og danska
ferðslumálaráðið um at seta
eina nevnd, sum fekk
arbeiðssetningin at kanna
møguleikarnar fyri at betra
lendingarhjálpitólini og at
útbyggja
flogvøllin.
Nevndin legðist ikki á
boðini, og í 1997 varð
glíðibreytarútgerð royndar-
koyrd á flogvøllinum, og
vísti kanningin, at glíði-
breytin royndist nøktandi.
Nevndin kom til ta
niðurstøðu, at vøllurin átti
at verið longdur við 200 m.
og glíðibreytin átti at verið
sett upp. Kostnaðurin av
hesum íløgum varð mettur
til umleið 160 mió. Kr.
Løgmaður,
Edmund
Joensen, sum tá umsat
samferðslumál, legði seg
ikki á boðini frá nevndini,
og heitti í februar 1998 á
danska ferðslumálaráðharr-
an um at framja nevndu út-
bygging.
Hesa frágreiðing gav
undirritaði valevnum fyri
allar politiskar flokkar í
lærararúminum à Giljanesi
á vári 1998, og tí var semja
millum allar flokkar at
boða frá á valfundinum
seinni, at teir vildu virka
fyri, at danska ferðslu-
málaráðið fór undir um-
røddu útbygging.
Sabotera flogvøllin
Men hvat hendi? Fólka-
floksmaðurin Jørgen Nicla-
sen varð valdur á ting at
umboða Vága valdømi.
Samgonguskjalið
verður
almannakunngjørt, og í tí
stendur, at samgongan
ætlar at yvirtaka øll máls-
øki. Sami maður, sum høgt
og heilagt í aulini á
Giljanesi lovaði, at hann
vildi virka fyri, at danska
ferðslumálaráðið
skuldi
útbyggja flogvøllin, sabu-
terar málið fáar dagar eftir
við at siga, at vit vilja
yvirtaka flogvøllin. Hetta
svarar til, at konan sigur
við mannin, at eg ætli at
blaka teg á dyr og skiljast
um stutta tíð, men fyrst
ætlaði eg, at tú skuldi
gjalda fyri eina stóra um-
bygging av húsinum, sum
eg aftaná ætli at eiga sjálv.
Teir flestu menn høvdu
sagt: " Nei, góða, tað geri
eg ikki", og tað sama segði
danska ferðslumálaráðið.
Og ikki nokk við tí.
Landsstýrið hevur ein al-
mennan
starvsfólkapoli-
tikk, sum sigur, at starvs-
fólkið skal verða kunnað og
hoyrt, um broytingar verða
gjørdar í teirra starvs-
viðurskiftum. Hava Jóanis
Nielsen og Jørgen Niclasen
spurt starvsfólkið á flog-
vøllinum, um tey eru samd
í teirri ætlan, sum lands-
stýrið hevur?
Umframt alt hetta hava
m.a. Jørgen og Jóanis av-
skrivað slakar 400 mió.kr.
av blokkinum fyri komandi
ár. Hesar 400 mió.kr. kundu
verið brúktar til at útbygt
flogvøllin við og komið
hálva leið við undirsjóv-
arttunlinum til Klaksvíkar,
bara eftir einum ári. Og
havt hava teir so avsett í
hesum valskeiði til flog-
vøllin? Ikki eina einastu
krónu.
Fólkaflokkurin =
Tjóðveldisflokkin
Vágafólk hava ein møgu-
leika, og hann verður
týsdagin 20. november. Tað
kann verða okkara fólka-
atkøða, sum vit vórðu snýtt
fyri. Orsakað av danska
valinum verður flogvøll-
urin ikki yvirtikin í bræði,
og blokkurin er bert lækk-
aður fyri árið 2001.
Geva vit til kennar, at
hetta ganga vit ikki við til,
so kunnu mist rættindi
kanska bjargast aftur, men
følir samgongan, at hon
hevur stuðul í fólkinum, ja,
so halda teir bara fram við
somu kós, og hana kenna
vit. Eg skal bara hava fýra
ár saman við Tjóðveldis-
flokkinum aftrat, so er
sjálvstýrið í húsi, segði An-
finn Kallsberg á landsfundi
í Klaksvík í síðstu viku.
Valið er tykkara.
VIÐMERKINGAR
Valfundur á Giljanesi
í 1998
C
M
Y
K
14
Frá Happadráttinum
Seinasti søludagur til 3. drátt
er hósdagin 15. november
sdagin 15. november
Ágóðin av Happadráttinum:
1/3 fer til ÍSF og 2/3 fara í
grunn, ætlað brekaðum
Hin Føroyski Happadrátturin
Størstu vinningar hesaferð:
1x
250.000 kr.
1x
75.000 kr.
1x
60.000 kr.
1x
30.000 kr.
2x
25.000 kr.
3x 15.000 kr.
7x
10.000 kr.
15x
5.000 kr.
Eykavinningur 15.000 kr.
Innbjóðing
INNGANGUR
Millum mest krevjandi sendingar í útvarpi, eru útvarpsleikir. Soleiðis er ikki bara her hjá okkum, men
kring allan knøttin. Av røttum kann sigast, at útvarpsleikur, tá hann er bestur, er útvarp á hægsta stigi.
Hinvegin er útvarpsleikur krevjandi at gera, bæði í tilgerð og fígging. Til at stuðla uppundir, at nýggir
útvarpsleikir verða gjørdir, lýsir Listastevna Føroya við hesum til kapping at skriva handrit til føroyskan
útvarpsleik.
ENDAMÁL
Endamálið við kappingini er at fáa til vega nýggj handrit til útvarpsleikir at brúka í Útvarpi Føroya.
Handritini skulu verða soleiðis, at tey sum liðug útvarpssending kunnu geva lurtarum listarligar
upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Handritið til útvarpsleik kann eisini
viðgera evni, ið hava týdning fyri okkum ídag.
TREYTIR
Dentur verður lagdur á, at handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik endurspeglar nútíðarsamfelagið.
Handritið skal vera til leik, sum varir 45 – 50 minuttir í útvarpi. Hetta svarar vanliga til 20 – 25 síður.
Leikararnir skulu vera í mesta lagi 8 í tali. Handritið, sum skal verða klárt hjá teknisku framleiðslu
útvarpsins at seta í verk, skal vera skrivað á føroyskum máli. Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata
virðislønina, heldur hon tey innkomnu handritini ikki verða virðislønarverd.
VIRÐISLØN
Latin verður ein virðisløn til vinnandi handritið.
Virðislønin er 50.000 kr.
Vinnandi útvarpsleikurin verður sendur í Útvarpi Føroya, sama dagin sum Listastevna Føroya byrjar,
leygardagin hin 3. august 2002. Útvarpið sendir harumframt eitt úrval av innkomnu handritinum. Eftir
galdandi reglum samsýnir Útvarpið teimum, sum senda inn handrit, og har útvarpsleikur spyrst
burturúr.
DÓMSNEVND
Til at viðgera tey innsendu handritini er ein dómsnevnd sett.
Í nevndini eru: Heðin M. Klein, Vár Jacobsen, Høgni Joensen og Eyðun Johannesen .
INNLATING
Handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik skal latast dulnevnt við frámerki. Saman við handritinum skal
latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í, sum sigur, hvør ið hevur
skrivað. Handritið skal vera latið inn í seinasta lagi hin 12. mars 2002 og sendast Listastevnu Føroya.
Listastevna Føroya
Norðurlandahúsið
Norðari Ringvegur
Postsmoga 1260
110 Tórshavn
Kapping at skriva handrit til útvarpsleik
3.-18.
Lesið
-tað loysir seg