Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 216 - 8. november 2001 Nr. 216 - 8. november 2001 17 ÚT AT KOYRA Toyota framgongd Eftir at hava sett sølumet í fimm mánaðir á rað, er Toyota á veg inn í fjórða metárið í Evropa. Ein av orsøkunum er at nýggi Avensis Verso bleiv sera væl móttikin. Kelda: Motor Magasinet GM keypt Daewoo Eftir sera drúgvar sam- ráðingar, hava General Motors keypt 67 prosent av koreansku Daewoo bilverksmiðjuni fyri 3.3 milliardir krónur. Við í keypinum eru sølufyri- tøkur í 22 londum. Kelda: Motor Magasinet Volvo í USA Volvo Lastvogne í Gøte- borg siga seg at verða noyddar til at niður- leggja eina av teirra verksmiðjum í USA. Orsøkin er at eftirspurn- ingurin eftir lastbilum er fallin óvanliga nógv seinastu tvey árini Kelda: Motor Magasinet Null hugsjónin býr í okkum øllum Hóast talið á teimum sum lótu lív í ferðsluni í Svøríki, næstan bleiv hálverað frá 1989 til 1995, var tað just hetta árið at Claes Tingvall kom við Null-hugsjónini, sum bleiv samtykt av svensku stjórnini FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson Í 1989 doyðu 904 fólk í ferðsluni í Svøríki, og í 1995 var talið komið niður á 572. Hetta var lægsta talið í 10 fylgjandi ár, hóast bilatalið var vaksið nógv um hetta mundið. Sviar kundu verið væl nøgdir við gongdina, tí tað bar jú á rætta borðið, og kanska støðan ikki var so álvarslig sum fyrr. Skaðaleyst ættarlið Men vit kunnu tó aldrig góðtaka, at nakar doyr og verður skadd/ur í ferðsluni, og serstakliga ikki, tá ið vit vita, hvussu til ber at sleppa undan, at tílíkar vanlukkur ráma menniskju. Hugsanin er einaferð at sleppa at síggja eitt skaðaleyst ættar- lið. Tað er úr hesi hugsanini, at Null-hugsjónin hjá Claes Tingvall spratt í 1995, og Ríkisdagurin samtykti Null-hugsjónina og inni- hald hennara, sum galdandi ferðslutrygdarpolitikk í Svøríki á leiðini inn í 21. øld. Hugsjónin galdandi fyri øll Í roynd og veru er jú einki serstakt, ella løgið við hesum, tí henda hugsjónin býr í grundini í okkum øll- um. Vit hava, ið hvussu er so hesa hugsjón, tá ið tað ræður um okkara egna húsfólk og vinir. Man tað ikki vera so, at vit ofta hava á orði við næstrafólk okk- ara, um at koyra varliga og siga frá tá tey eru komin fram vegin fram. Munurin er bert tann, at nú flyta vit umsorgan okkara út um hesi markaskjøl til sam- borgarar okkara, so hon nú verður galdandi fyri okkum øll. Brot úr fyrilestri hjá Petur Jacob Sigvardsen starvsnevndarformanni í RFF GOMUL MYND Magnus Gunnarsson Hesa mynd hevur Hans Jacob Christiansen tikið fyrra partin av 60´unum á Molanum í Havn. Bilurin er ein 7 persóna hýru- vognur í Auto, ein Rambler Classic stationvognur, ár- gang 1961, hjá Jóhannes Berg, og smágentan við bilin er Sunrid, dóttir Poulu og Hans Jacob Christ- iansen. Hesir bilarnir vóru nógv brúktir til rutukoyring í samband við Oyggja- rutuna. Myndin er sera áhugaverd, av tí at økið er so nógv broytt. Øll pakk- húsini eru burtur, eins og bygningurin hjá Balslev & Co., Havnarskrivstovan og húsini á Skansanum. Ein- asti bygningurin sum stendur eftir á havnaøki- num, er tann hjá Skipafe- lagnum, har Havnarskriv- stovan nú er á ovastu hædd. Myndaeigari: Poula Christiansen Myndir og annað tilfar Í hesum døgum verður savnað inn tilfar í sambandi við at bilstøðin Auto verður 50 ár komandi ár. Tey, sum eiga myndir ella annað tilfar í samband við bilstøðina Auto, av hýruvognum, ella í sambandi við Oyggjarutuna, eru vælkomin at siga frá á tel. 316135/216135 ella teldupost: maggi@sosialurin.fo. Tilfarið verður skannað, og leverað aftur til eigaran. Útsýnið av Molanum fyrst í 60´unum BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag Fyrivarni verður tikið fyri villum FORD ESCORT 1.8D 4H Árg jan.96, Km 120.000. Sýnaður 2000. Kr. 79.000. FORD ESCORT 1.6I AIRCON 5H Árg mai.99, Km 54.000. Sera góðum standi. Kr. 119.000. FORD MONDEO 1.8I 4H Árg aug.94, Km 94.000. Sera góðum standi. Kr. 89.000. FORD MONDEO 1.8I STW Árg jul.96, Km 46.000. Sýnaður 2001. Kr. 112.000. FORD MONDEO1.8I AIRCON Árg mai.97, Km 53.000. Sýnaður 2001. Kr. 119.000. FORD ESCORT 1.8D 4H Árg sep.95, Km 159.000. Sýnaður 2001. Kr. 89.000. FORD ESCORT 1.6I 4H Árg mar.97, Km 80.000. Sera góðum standi. Kr. 92.000. FORD ESCORT 1.6I SÓLTAK Árg 11/12/96, Km 81.000. Góðum standi. Kr. 86.000. MAZDA 323 AUT 4H Árg 89,00, Km 59.000. Rímiligum standi. Kr. 20.000. FORD MONDEO 1.8I 5H Árg juli.96, Km 117.000. Góðum standi. Kr. 98.000. FORD ESCORT 1,8D 4H. Árg 25/09/95, Km 132.000. Vælhildin. Kr. 74.000. FORD MONDEO 1.8TD STW Árg aug.95, Km 170.000. nýumvældur . Kr. 114.000. FORD ESCORT 1.8TD STW Árg jun.97, Km 70.000. Vælhildin. Kr. 118.000. MITSUBITSHI COLT 3H Árg 86,00, Km 168.000. Góðum standi. Kr. 18.000. FORD ESCORT 1.6I 5H Árg 24/11/95, Km 85.000. Góðum standi. Kr. 75.000. FORD ESCORT 1.8D 5H Árg 14/04/97, Km 62.000. Sera góðum standi. Kr. 98.000. FORD ESCORT 1.8I 5H Árg 23/05/95, Km 94.000. Góðum standi. Kr. 78.000. WW POLO 1.9 DIESEL 3H Árg 29/05/96, Km 115.000. Nýlakeraður. Kr. 78.000. FORD MONDEO 1.8TD 5H Árg 20/03/96, Km 241.000. Rímiligum standi. Kr. 88.000. FORD FIESTA 1.3I 5H Árg 15/07/99, Km 22.000. Sera góðum standi. Kr. 89.000. FORD MONDEO 2.0I AIRCON Árg 11/09/97, Km 60.000. Góðum standi. Kr. 115.000. FORD ESCORT 1.6I 5H Árg 02/06/91, Km 118.000. Rímiligum standi. Kr. 30.000. RENAULT LAGUNA 3.0I V6 Árg 27/05/94, Km 151.000. Góðum standi. Kr. 98.000. MAZDA 626 Árg 02/06/88, Km 248.000. Rímiligum standi. Kr. 30.000. FORD ORION 1.8D 4H Árg 23/12/93, Km 144.000. Rímiligum standi. Kr. 58.000. FORD MONDEO 1.8TD Árg 03/07/96, Km 144.000. Nýsýnaður. Kr. 115.000. FORD SIERRA 2.0 CLX 4H Árg 04/05/88, Km ?. Rímiligum standi. Kr. 32.000. FORD ESCORT 1.8D 4H Árg 13/12/95, Km 120.000. Kr. 74.000. FIAT TIPO Árg 10/05/89, Km 82.000. Avheintingar tilbóð. Kr. 6.000. FORD MONDEO 1.8I 5H Árg 22/05/96, Km 51.000. Sera góðum standi. Kr. 112.000. FORD ESCORT 1.8 TD 5H Árg 10/03/98, Km 87.000. Sera góðum standi. Kr. 115.000. FORD ESCORT 1.8 DIESEL STW Km 102.000. Góðum standi. Kr. 92.000. AKRANESGØTA 5 TEL 313873 FAX 311173 www.wenzel.fo NISSAN MICRA 1,0 Árg 1999, Km 50.000. Kr. 75.000. NISSAN ALMERA 2,0D 4H Árg 1997, Km 150.000. . Kr. 97.000. CITROEN XSARA 1,8 Árg 1998, Km 52.000. Kr. 105.000. CITROEN ZX VOLCANE Árg 1991, Km 130.000. Kr. 30.000. PEUGEOT 306 STYLE 1,6 Árg 1996, Km 100.000. Kr. 59.000. PEUGEOT 306 1,9TD 4H Árg 1998, Km 86.000. Kr. 125.000. NISSAN PRIMERA 1,6 4H Árg 1995, Km 105.000. Kr. 75.000. NISSAN PRIMERA 1,6 4H Árg 1998, Km 64.000. Air-Con. Kr. 115.000. NISSAN PRIMERA 1,6 4H Árg 1995, Km 120.000. Kr. 79.000. PEUGEOT 306 1,6 ST.CAR Árg 1998, Km 29.000. Kr. 118.000. OPEL KADETT 1,6 5H Árg 1987, Km 168.000. Kr. 5.000. PEUGEOT 106 DIESEL Árg 1999, Km 33.000. . Kr. 105.000. TOYOTA CARINA 2,0TD 4H Árg 1997, Km 243.000. Kr. 120.000. PEUGEOT 306 1,9D ST.CAR Árg 1997, Kr. 117.000. OPEL ASTRA CLUB 1,8 ST.CAR Árg 1995, Km 104.000. Kr. 80.000. MAZDA E2200 Árg 1998, Km 65.000. v/MVG. Kr. 97.000. NISSAN DOUBLE CAB 2,5TDI Árg 2000, Kr. 215.000. TOYOTA DYNA 150 DIESEL Árg 1998, Km 52.000. v/MVG. Kr. 145.000. C M Y K 17 16