mikudagur 17. juni 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Dagur 3 av 4
Hvat er betur enn ein vikuskiftistúrur
til London við vinkonuni? Vit eru
farnar til London hetta vikuskiftið
við teirri vón at uppliva ymiskt, sum
vit ikki hava møguleika til í okkara
annars so deiliga landi. Vit vóna at
uppliva ymiskt, bæði hvat viðvíkur
mentan, søgu, shopping, býarlívi
og ikki minst tey áhugaverdu og
fjølbroyttu matstøðini, sum tann
sera metropoliski høvuðsstaðurin
hevur at bjóða. Møguleiki er fyri
at lesa um okkara vikuskiftistúr í
Sosialinum hvønn dag í vikuni, og
vónandi er tað ein inspiratión til
aðrar føroyingar sum leingast eftir
nýggjum og øðrum upplivingum.
SIGHTSEEING Í
LONDON
London hevur so ótrúliga nógv at
bjóða, bæði hvat viðvíkur mentan,
søgu, arkitekturi og ymiskum sum nú
einaferð hugtekur ein ferðandi. Um
ein ynskir at síggja alt, sum býurin
hevur at bjóða, so er neyðugt at
steðga í fleiri dagar, um ikki vikur.
Men sjálvt upp á ein dag kann man
fáa nógv burturúr, um man dugir at
leggja sær dagin tilrættis og veit,
hvat man vil og nær.
SIGHTSEEING VIÐ BUSSI
Tá ið nú býurin hevur so nógv ymiskt
at bjóða, so kann tað tykjast trupult
at náa alt, sum man jú fegin vil, upp
á einans fýra dagar, sum hjá okkum.
Í dag ætlaðu vit at vitja tey støð og
bygningar, sum London er kendur
fyri. Áðrenn vit fóru frá hotellinum,
lótu vit okkum í góðar skógvar, tí
vit væntaðu, at hetta fór at gerast
ein strævin dagur fyri føturnar við
nógvari gongd.
Men her, eins og á so nógvum
øðrum økjum, hava bretar eina
framúr góða tænastu ferðafólki
at frama. Ístaðin fyri at ganga frá
einum staði til annað, ið kann verða
strævið í øllum hitanum, so bjóða
teir sightseeing við bussum. Vit valdu
at brúka hesa góðu tænastu. Vit
keypa eitt atgongumerki fyri 250 kr.
á Viktoria Station, sum eisini kann
til dømis keypast á Leiceister Square
og aðrastaðni, og hetta vísti seg at
verða væl givnir pengar. Bussarnir
eru dupultir bussar, har ovara
hæddin er opin, so væl liggur fyri at
taka myndir. Bussarnir koyra síðani
runt til øll tey søguligu støð, ið gera
London serstakan. Umframt at ein
kemur til hesi frálíku støð, so fær
man eisini søguna at vita um hvørt
ávíst pláss.
Ein kann annaðhvørt lurta eftir
ferðaleiðaranum ella koyra ein
oyrasnigil í oyrað fyri at síðani at
velja frásøguna á átta ymiskum
málum.
Írroknað í kostnaðinum er eisini
ein frálíka góður túrur við báti
oman eftir Thamsen ánni og tríggjar
ymiskur gongurtúrar við ferðaleiðara.
Atgongumerkið er virkið í 24 tímar,
og ein kann hoppa uppí og úr
bussinum, sum einum lystir.
BUCKINGHAM PALACE
Vit setta okkum á aðru hædd í
bussinum og mugu ásanna, at
útsýnið var bergtakandi. Tá vit komu
til Buckingham Palace, valdu vit at
fara av bussinum og hyggja nær at
hesum stórligna bygningsvirki.
Á júst hesum degi kundi Elisabeth
drotning hátíðarhalda 57 ára dagin,
síðani hon tók við bretsku krúnuni,
og vóru sostatt nógv fólk savnað
fyri at síggja hana. Tíðanverri vóru
vit nakrar minuttir ov seinar, og vit
sóðu einans nakrar flottar bilar koyra
avstað og ein rúgva av politistum og
vaktum.
LONDON EYE
Tá eyguni vóru mettað, fóru vit í
annan buss, ið leiddu okkum til støð
sum Trifalgar Square, Westminster
Abbey, Big Ben, Tower of London,
Tower Bridge, Saint Paul’s Cathedral
og London Eye, sum er ein karrusel
. Vit brúktu hetta høvið til at síggja
London frá erva av og keyptu okkum
atgongumerkið á áleið 150 kr.
Røðin til at keypa atgongumerkið til
London Eye var rættiliga long, men
hetta var ein avbera góður túrur
og vert bæði bíðitíð og kostnað.
Samanumtikið er bussurin avgjørt
eitt sera gott alternativ til at síggja
London. Við at sita afturá og njóta
sólina, høvdu vit, eftir bert trimum
tímum, upplivað alt tað, ið vit
bæði ynsktu at síggja og hoyra um
London.
Ætlar tú tær ein familjutúr til
London, so er hetta eitt sera gott
tilboð at taka brúk av. Børn tíma væl
at sita í tílíkum opnum bussi, sigla
oman eftir Tamesen og ikki minst
njóta túrin í 135 m. høga London
Eye, ið gevur frálíkt útsýni yvir allan
býin.
Meira kann lesast um London
á næstu síðu og annars á www.
visitlondon.org
Vikuskiftistúrur til London