mikudagur 17. juni 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 113 • 17. juni 2009
2
Ymisk søvn
Í London eru fleiri ymisk søvn, so
sum National History Museum,
sum í heyst letur upp eina nýggja
deild um Darvin. Savnið er annars
sera áhugavert fyri bæði vaksin
og børn og er samstundis ókeypis.
Avgjørt vert eina vitjan. The
National Gallery er eitt listasavn við
fleiri heimskendum navnframum
listafólkum, so sum Van Gogh og
Rembrandt. Savnið liggur væl fyri,
mitt á Trifalgar Square og er ókeypis.
Sera áhugavert, serliga um ein hevur
áhuga í list.
Man kann ikki vitja London, uttan
at hava verið á British Museum,
sum er eitt savn, ið sera nágreiniliga
lýsir heimsins mentanir og søgu.
Madame Tussaud’s er eitt meira
nútímans savn, við voks-figurum av
ymiskum kendum fólkum. Røðin er
rættiliga long og atgongurmerkið
er kostnaðarmikið, men áhugavert
og flott at síggja allar tær livandi
útgávurnar av ymiskum kendum
fólkum.
Tower of London
Tower of London hevur ein sera
týdningarmiklan leiklut í bretskari
søgu. Tornið er 900 ára gamalt og
var brúkt sum eitt fongsul. Tað hevur
sostatt eina sera myrka bakgrund
við drápi og pínslu í miðøldini og
er møguleiki at síggja vápn og
annað áhugavert, so sum krún-
gimsteinarnir í Bretlandi, ið hava
verið goymdir í Tower of London
síðani 1303.
Buckingham Palace
Buckingham Palace var upprunaliga
kent sum Buckingham House,
sum var bygd av Greivanum av
Buckingham í 1703. Síðan hevur
Buckingham Palace verið nýtt sum
heimið hjá teimum kongaligu í
Bretlandi og er ein tann mest kendi
bygningurin í heiminum.
Buckingham Palace liggur í Green
Park, ið er miðskeiðis í býnum. Tað
tekur einar 15 minuttir at ganga
frá miðbýnum og kann man eisini
taka undirgrundina til Green Park
og ganga ígjøgnum parkina, fyri
síðani at síggja tann stórsligna
bygninginum.
Tower Bridge
Tann 30. Juni 1894 lat prinsurin
av Wales, seinni Kong Edvard VII,
ta stórslignu brúnna upp, sum
er uppbygd av tveimum tornum.
Brúgvin stýrdi ferðsluni við farmi um
Tames ánna.
Hetta var ein sera máttmikil
leið og stýrdi sostatt viðkomandi
allari frakt til London, tað vil
siga til Bretland og somuleiðis
ein stóran part av Evropa, sum
fraktaði vørur umvegis Tames ánna
í London. Tower Bridge er ein flott
og týandi brúgv í søgu bretlands
og eitt tiltalandi vitjunarmál hjá
ferðafólkum. Brúgvin er í dag sera
trafikera, við eini 40.000 fólkum
til gongu ella í bilum um dagin og
eisini av bátum, sjálvt um tað er eina
minka fraktruta. Tilsamans verður
brúgvin latin upp fyri eini 1.000
bátum um árið.
Westminster Abbey
Upprunaliga er heitið á kirkjuni ’The
Collegiate Church of St Peter at
Westminster’, men er best kent sum
Westminster Abbey. Westminster
Abbey sigst at hava uppruna frá ár
624, men bleiv umbygt av Henry III í
1245 og er staðið har tey kongaligu
í Stóra Bretlandi vanliga verða
innsett og jarðað. Henry III var eisini
tann fyrsti, sum bleiv jarðaður í
Westminster Abbey. Kirkjan er sera
stórsligin og er avgjørt verd at vitja.
St. Paul’s Cathedral
Sera vakra og hugtakandi kirkjan
er frá 1710 og gjørd av Christohper
Wren’s. Fleiri týdningarmikil fólk
hvíla í kirkjuni, so sum greivin av
Wellington. Tað er í hesi somu
kirkju, at prins Charles og Diana
prinsessa blivur vígd. Tað sigst, at
Churchill var sera bangin fyri, at St.
Paul’s Cathedral skuldi bombast
undir krígnum og hvønn morgun, tá
ið hann vaknaði, spurdi hann, um
kirkjan enn stóð. St. Paul’s Cathedral
er eitt satt høvuðsverk og vert eina
vitjan.
Sightseeing í
London
Tower of London var brúkt sum fongsul í miðøldini og hevur eina sera myrka fortíð
við pínslu, drápi og annað sum hoyrdi tíðini til
London Eye er 135 metur høgt og fær man sostatt útsýni
yvir allan býin
Tower Bridge hevði ein sera týðandi leiklut av
vinnulívinum í Stóra Bretlandi og Evropa, av tí at
Tames áin var nýtt til at frakta vørur til og frá London
Stórsligna kirkjan,
Westminster Abbey,
hevur uppruna frá ár
624 og verður í dag
nýtt til at innseta og
jarða tey kongaligu í
Stóra Bretlandi
Buckingham Palace er ein tann kendasti bygningurin í heiminum
og heimstaður hjá bretsku drotningini