hósdagur 18. juni 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2009
5
tíðindi
á, og nógv vinarbond blivu
knýtt, sigur Sigrið.
Nýra frá mammu
Jórun ivaðist onga løtu, tá
dóttrini tørvaði eitt nýtt
nýra. Eins og pápin, Mikkj
al, við gleði læt annað av
sínum nýrum, so gjørdi
Jórun tað eisini. Hesaferð
var tó ikki neyðugt at
kjakast og velja, tí nú var
bert ein møguleiki eftir.
Eg byrjaði so tær drúgvu
og gjølligu kanningarnar og
tók tær mongu royndirnar
sum skuldu endaliga stað
festa, at eg var egnað sum
donor til Sigrið. Læknarnir
ynsktu, at tað skuldi ganga
rímiliga skjótt fyri seg, so
Sigrið slapp undan at fara
undir dialysuviðgerð, sigur
Jórun Høgnesen.
Hon gekk tí allar kann
ingar og royndir ígjøgnum,
og 3. apríl varð so skurð
viðgerðin framd.
Nú eru øll aftur í Føroy
um, og Jórun og Sigrið eru
um at koma rættiliga fyri
seg eftir skurðviðgerðina.
Eg havi sjálvandi mist
meginpartin av várinum í
skúlanum, og verði tí noydd
at ganga árið um aftur. Ella
má eg taka fakini gjøgnum
summarið. Burtursæð frá tí
merkir hetta ikki tað stóra,
sigur Sigrið Mikkjalsdóttir
Joensen, sum er fegin um,
at hon nú aftur kann liva
eitt vanligt lív.
Heldur ikki Jórun angrar
eina løtu, at hon gjørdi av at
geva dóttrini annað nýrað.
Tvørtur ímóti, so eri eg
sera takksom fyri, at hetta
kundi lata seg gera. Tú ivast
ikki, tá tú á ein slíkan hátt
kann geva barni tínum eitt
betri lív, sigur Jórun Høgne
sen.
Mikkjal Joensen er samd
ur, og tey eru bæði fegin
um, at kunna hava givið
dóttrini hvør sítt nýtt nýra.
Og Sigrið livir sanniliga
eitt lættari lív. Hon hevur jú
fingið nýru frá babba og
mammu. Og hetta vikuskifti
fer hon í summarhús á bygd
saman við vinkonunum.
Til reiðar at fara frá
Forsætisráðharrin í suðuramerikanska landinum Peru, Yehude
Simon, segði í gjárkvøldið, at hann ætlar sær at fara frá um
nakrar vikur. Hann legði afturat, at hann fer at leggja frá sær,
tá viðurskiftini í Peru eru komin aftur í rættlag. Við hesum
sipaði hann til ógvusligar samanbrestir, sum hava verið
millum løgregluna og indiánar í Peru í seinastuni. Indianskir
felagsskapir krevja, at stjórnin skal ógilda nakrar lógir, sum
hava til endamáls at fáa útlendskar fyritøkur at gera íløgur í
økinum við Amazonánna, har indianarnir búgva. Fyri hálvari
aðru viku síðani brustu indiánar og løgreglan saman, og tað
endaði við, at minst 34 fólk lógu eftirá, skrivar AP úr Lima.
Ferðamannaskip í karantenu
Eitt ferðamannaskip við næstan 1.700 fólkum umborð er sett í influensa
karantenu orsakað av svínakríminum H1N1. Tað eru myndugleikarnir í
Venesuela, sum hava sett ella rættari sagt lagt ferðamannaskipið Ocean
Dream í karantenu. Orsøkin er, at kanningar hava staðfest, at trý av
manningini eru smittað við svínakrími, og 11 onnur hava sjúkutekin, ið
minna um sjúkuna. Tí hava myndugleikarnir gjørt av at halda skipinum
aftur í 10 dagar. Tað eru 1.219 ferðafólk við Ocean Dream, og
manningin telur 460. Øll eru umborð á skipinum, sum liggur fyri akkeri
úti fyri Isla Margerita í Venesuela.
mammu
Jórun Høgnesen og Mikkjal Joensen við Sigrið ímillum sín