hósdagur 18. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2009
Størri norskur áhugi fyri ES
Tað er líkt til, at alt fleiri norðmenn hava hug at fara upp í
Evropasamveldið. Í hvussu er vísir ein kanning, sum Norstat hevur
gjørt fyri ríkisútvarpið NRK, at 40 prosent av teimum spurdu taka
undir við, at Noreg skal senda eina umsókn til Bruxelles. Tað eru
seks prosentstig meiri enn í einari tilsvarandi kanning fyri trimum
mánaðum síðani. Norskir fjølmiðlar endurgeva formannin í norsku
Evropafylkingini, Paal Frisvold, fyri at siga, at altjóða fíggjarkreppan
hevur ávirkað hugsanina hjá nógvum norðmonnum um ES, og
harafturat hevur tosið um Ísland og ES eisini havt ávirkan.
Tað gjørdist ein løgin
støða, tá tað í 2002
stóð Jórun Høgnesen
og Mikkjali Joensen
í Klaksvík greitt, at
tann tá 13 ára gamla
dóttir teirra, Sigrið,
mátti fáa nýtt nýra:
Tey vildu bæði verða
donorar. Nú sjey ár
seinni hava bæði latið
henni hvør sítt nýra
DONORAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Sigrið Mikkjalsdóttir Joen
sen livir eitt púra vanligt
lív. Aftur. Fyri triðju ferð.
Hon vaks upp sum ein
glað og ferug genta, aktiv
eins og børn nú eru. Gekk
til fimleik, har evnini førdu
hana í fremstu røð, hon var
ein av dugnaligastu fim
leikarunum í felagnum.
Sjálv merkti hon einki til
teir trupulleikar, sum skuldu
fylgja henni í trý ár, frá hon
var 11 til hon var 14.
Hon merkti lítið og
einki til tað sjálv, men vit
sóu tað á henni. Hon bleiv
so bleik og orkaði ikki tað
sama. Eg hugsaði beinan
vegin um blóðmangul, sigur
Jórun Høgnesen, mamma
at Sigrið.
Tey gjørdu so av at fara
til lækna við Sigrið at taka
eina blóðroynd, og so gekk
tað rættiliga skjótt. Longu
dagin eftir varð hon boð
send til eina nýggja og nógv
meiri umfatandi blóðroynd.
Hetta var ein hósdag.
Og longu fríggjadag
seinnapart ringdi Sigvald
Christiansen,
sum
var
vikar ur fyri okkara egna
komm unulækna, og segði
okkum, at boðini frá labora
toriinum vóru, at blóð
roynd in sá alt annað enn
góð út. Tá fingu vit so stað
fest, at galið var við nýrun
um, sigur Mikkjal Joensen,
pápi Sigrið.
Hann rósar laboratoriin
um og læknanum fyri at
hava gjørt skjótt av í hesum
málinum, og Sigrið var nú
javnan til kanningar á bæði
í Føroyum og Danmark, og
fylgt var í heila tikið væl
við, hvussu nýrini høvdu
tað.
Og alt gekk hampiliga
væl inntil tíðliga á vári í
2002. Tá tey tá vóru niðri á
Ríkissjúkrahúsinum
til
kann ing stóð greitt, at nýr
ini hjá Sigrið ikki orkaðu
meira. Og so var bara eitt til
ráðar at taka.
Nýtt nýra
Tað stóð okkum báðum
beinanvegin greitt, at annað
okkara skuldi lata Sigrið
eitt nýra. Vit vóru bæði
kannað ávegis og fingu
skjótt at vita, at vit bæði
kundu donera. Vit fingu so
eitt vikuskifti til at gera av,
hvør okkara tað skuldi vera,
sigur Jórun Høgnesen.
Og
meginparturin
av
viku skiftinum gekk við at
tosa og hugsa um, hvør
teirra skuldi lata annað
nýrað. Tí bæði vildu tey
gera tað.
At enda tók eg avgerð
um, at tað skuldi verða eg.
Tað vóru fleiri smálutir,
sum spældu inn. Eg hugs
aði, at Jórun var betur før
fyri at taka sær av okkum,
skuldi okkurt endað galið.
Haraftrat hevði hon eina
tryggari inntøku enn eg, og
í triðja lagi var tað lættari
hjá mær at verða burtur frá
arbeiði enn hjá henni, sigur
Mikkjal Joensen.
Og soleiðis gjørdist tað
so pápin, sum skuldi lata
dóttrini eitt nýtt nýra.
Men tað var sjálvandi
ikki bara sum at siga tað, tí
Mikkjal skuldi gjøgnum
nógvar royndir og nógvar
kanningar, áðrenn tað var
hundrað prosent víst, at
hann var tann fullkomni
donorurin.
Nærmasta familjan er
altíð sannlíkt bestu donorar
nir. Tað er so heppið, at
Jórun, Mikjal og Sigrið
hava somu blóðtypu, sum
var ein av treytunum fyri, at
tað yvirhøvur kundi lata
seg gera, at donera og mót
taka eitt nýra. Og í aðrar
mátar hóska tey nærmastu
eisini oftast best saman.
Tey fóru so heim at bíða
eftir skurðviðgerðini, sum
skuldi
flyta
nýrað
frá
Mikkj ali Joensen yvir í
dóttrina Sigrið.
Men nýruni hjá Sigrið
vóru tá so viðtikin, at hon
mátti í dialysu tvær ferðir
um vikuna tað summarið.
Vit høvdu lagt ætlanir um,
at skurðviðgerðirnar skuldu
fara fram 20. september, so
tað var bara at bíða eftir tí,
sigur Jórun Høgnesen.
Tí var ikki neyðugt hjá
Sigrið at standa á bíðilista
eftir nýggjum nýra.
Sjáldsom støða
Hesar
fáu
mánaðirnar
summ arið 2002 er so ein
asta tíðarskeið í lívinum, at
Sigrið hevur havt tørv á at
vera í dialysu.
Men tað gav eina týðilig
ábending um, hvussu lívið
hjá henni vildi verið, um
hon ikki fek nýtt nýra. Hon
var so knýtt at dialysu
maskinuni, at hon nærum
einki kundi loyva sær. Hon
kundi ikki fara út at ferðast
og hon kundi ikki fara í
svimjihøllina, tí tað lá eitt
katetur út gjøgnum hálsin
sum forðaði henni í at
svimja, sigur Jórun Høgne
sen.
Sjálv hevur Sigrið ikki
givið sær so nógv far um,
hvat tað var hon mátti liva
uttan.
Eg hugsaði ikki so nógv
um tað tá, sigur hon.
Men so upprann tíðin, at
Sigrið skuldi fáa nýtt nýra
frá pápanum.
Tað gekk alt sera væl.
Tað er soleiðis, sjálv skurð
viðgerðin er lættari hjá
móttakara av nýranum, enn
hon er hjá gevaranum, men
vit høvdu tað bæði gott eftir
skurðviðgerðina,
sigur
Mikkjal Joensen.
Hann sigur, at hann føldi
einki »óbehag« sum so.
Eg hevði nakað av pínu
í skurðinum, men annars
haldi eg ikki, at tað hevði
nakað upp á seg, sigur
Mikkjal Joensen.
Tað er annars ein gáta,
hví menniskjan hevur tvey
nýru, tá tað so lættliga kann
klára seg við eitt.
Eina nýrað, sum eftir
var, tók yvir beinanvegin,
sum hitt varð tikið. So í so
máta merkti eg als einki,
sigur Mikkjal Joensen.
Tað er rættiliga sjáldsamt,
at ein 20 ára gamal persónur
hevur fingið nýtt nýra tvær
ferðir – og so enntá frá báð
um foreldrunum.
Ein góð tíð
Tað tók nakað av tíð hjá
Sigrið at koma rættiliga fyri
seg, men munurin sást so at
siga dag frá degi. Og eftir
fáar mánaðir var hon komin
seg fullkomiliga, og kundi
aftur liva eitt gott og vanligt
lív uttan at hugsa um, at
hon ikki mátti fara ov lang
an veg, og uttan at hugsa
um dialysumaskinuna.
Kroppurin góðtók nýggja
nýrað, og Sigrið kundi nú
aftur gera hvat hon vildi,
uttan at hugsa um at gerast
yvirtroytt og óuppløgd. Nú
var hon aftur sum ein van
ligur tanáringur.
Eg havi verið serliga
heppin at hava sera góðar
vinkonur, sum hava skilt
mína støðu, og vit hava havt
nógvar góðar løtur saman,
og hava tað sjálvsagt enn.
Tær vóru óførar at vitja
meg, sum var ótrúliga gott,
serliga ta tíðina, tá eg mátti
ganga til dialysu, sigur
Sigrið.
Eg havi eisini fingið ein
ótrúliga fittan sjeik, sum
fullkomiliga hevur góðtikið
meg og mína sjúku. Hann
hevur fleiri ferðir verið við
mær hjá lækna, bæði í Før
oyum og í Danmark. Hann
stóð eisini við mína lið eftir
skurðviðgerðina 3. apríl
2009. Hann hevur verið og
er ein góður stuðul. Øll
míni nærmastu hava yvir
høvur staðið væl saman og
stuðla mær og okkum væl,
sigur Sigrið.
Hetta var í heila tikið ein
góð tíð, og Sigrið var sum
allir aðrir tanáringar. Nýrað
frá pápanum virkaði »ópá
klagiligt«, og helt fram við
at gera tað. Inntil fyri um
leið einum ári síðani.
Tá byrjaði nýggja nýra
at missa megi, og tað stóð
greitt, at vit vóru komin
har til, at ein støða aftur
mátti takast. Antin at byrja
upp á dialysu og bíða eftir,
at eitt nýtt hóskandi nýra
var tøkt, ella at eg lat Sigrið
annað av mínum nýrum.
Og tað var í veruleikanum
ongantíð ivi um, at eg
skuldi lata nýrað, um eg
bara bleiv góðkend sum
gev ari, sigur Jórun Høgne
sen.
Hetta var í fjør heyst, tá
Sigrið var niðri á Ríkis
sjúkrahúsinum til eftirlit.
Hesaferð vóru foreldrini
ikki við, men tað var sjeik
urin hjá Sigrið, Gert Harald
sen.
So eg var jú ikki einsa
møll, tá eg fekk tey boðini,
sigur Sigrið Mikkjalsdóttir
Joensen.
Hon leggur aftrat, at
sjálvt um tað bæði á sjúk
lingahotellinum Tórshavn
og á Rískissjúkrahúsinum
eru nógvar ymiskar lagnur,
so eru tað ikki bara tungar
løtur.
Har eru eisini nógvar
góðar løtur at minnast aftur
Fekk nýru frá babba og
Danmark fremst í KT
Sambært IBM og Economist er Danmark oddaland, tá tað
snýr seg um at fáa sum mest burtur úr KTtøknini til
fíggjarligan vinning. Tilsamans 70 lond eru við í meting
ini, og hjá Danmark er talan um framburð, tí í fjør var
landið á fimta plássi, sigur DR. Karlheinz Kautz, sum er
professari á handilsháskúlanum í Keypmannahavn, held
ur, at danir eiga at vera stoltir av oddaplássinum. Sjálvur
er hann týskari, men flutti til Danmarkar, tí granskingin
innan KT er fremri í Danmark enn í Týsklandi, sigur
hann við DR. Londini, sum eru á plássunum aftan á
Danmark, eru Svøríki, Niðurlond, Noreg og USA.
- Eg havi fingið ein fittan sjeik, sum fullkomiliga hevur góðtikið meg og mína sjúku, sigur Sigrið