Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 114 - 18. juni 2009 lýsing krea . tel 60 80 80 Søkt verður eftir einum sálarfrøðingi til Familju- depilin á økinum ”Børn og Ung” á Almannastovuni at byrja 1. august 2009 ella skjótast til ber. Starvið er fulltíðarstarv. Arbeiðsøkið umfatar alt økið ”Børn og Ung”. Ætlanin er, at sálarfrøðingurin skal arbeiða í tøttum samstarvi við núverandi sálarfrøðing. Um Familjudepilin Ætlanin er, at Familjudepilin skal veita tilboð/ viðgerðir av ymiskum slagi til familjur, børn og ung í eini serligari støðu, tað kann vera av sosialum og/ella sálarligum orsøkum. Ætlanin er. at Familjudepilin skal húsa fleiri eindum • familjuráðgeving • dagviðgerðareind/samdøgurseind • eygleiðingar- og útgreiningareind • bráfeingisbúpláss Starvsuppgávur hjá sálarfrøðingi eru í høvuðsheitum • Foreldreførleikakanningar • Samrøður við børn og familjur • Supervisión til aðrar fakbólkar innan økið “Børn og ung”. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum starvsfólki við útbúgving sum cand. psyk. ella cand. pæd. psyk. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti vera smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Minnu Poulsen, leiðara á Børn og Ung økinum, tel 227085. Freist at søkja Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø. skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 2. juli 2009, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til Almannastovan (Børn og Ung) Smyrilsvegur 20, Postboks 3096 110 Tórshavn. Viðmerkjast:” Sálarfrøðingur til Almannastovuna”. SÁLARFRØÐINGUR ............................................................................................................................................................................................................................................................................. .............. ...................................................................... Søkt verður eftir einum samskipara til Familju- depilin, sum er ein nýggjur depil undir ”Børn og Ung” økinum á Almannastovuni. Ætlanin er, at Familjudepilin skal veita tilboð/ viðgerðir av ymiskum slagi til familjur, børn og ung í eini serligari støðu, tað kann vera av sosialum og/ella sálarligum orsøkum. Arbeiðsplássið hjá samskiparanum verður á nýggja Familjudeplinum. Viðkomandi skal m.a. hava ta dagligu ábyrgdina av øllum áheitanum til depilin frá t.d. barnaverndum í øllum landinum og frá Høvuðsskrivstovuni hjá barnaverndarnevndini. Samskiparin skal samskipa hóskandi tilboð um viðgerðir til børn, ung og familjur, sum koma at vera brúkarar av teimum tilboðum/ viðgerðum, sum Familjudepilin gevur í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á Familjudeplinum og stovnum undir “Børn og ung”. Harumframt er arbeiðsøkið hjá samskiparanum at fremja samstarv og at samstarva við aðrar stovnar og myndugleikar, ið kunnu hava samband við familjuna, barnið ella tann unga. Samskiparin verður settur við tilvísing til leiðaran fyri økið “Børn og Ung” á Almannastovuni. Tað er av stórum týdningi, at Familjudepilin alla tíðina skipar seg eftir tørvinum á tilboðum/við- gerðum til børn, ung og familjur. Familjudepilin skal samstundis vera við til at menna viðgerðir- nar/tilboðini til børnini, tey ungu og familjurnar, so tey eru nøktandi, hóskandi og dagførd í mun til tann tørv, ið kann stinga seg upp. Starvsfólkini á Familjudeplinum/viðgerðareindini skulu rokna við at verða sett í eina vaktarskipan, tá íð eitt samdøgurðstilboð til eina familju er aktuelt. Eisini skal roknast við tilkallivakt, tá ið børn koma á depilin akutt. Ætlanin við tí nýggja Familjudeplinum er m.a. eisini at leggja dent á at menna og útbyggja eitt psyko-sosial-toymi, partvist fyri at fyribyrgja, at børn og ung verða ov longi á stovni, og partvíst fyri at styrkja familjurnar í teirra dagliga umhvørvi, har tvørfakligt samstarv við aðrar stovnar, myndugleikar og fakfólk er í hásæti. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum og møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Tú fær samstundis møguleikan fyri at vera við til at byggja upp ein nýggjan depil á barnaøkinum. Vit sóknast eftir einum samskipara, sum er virkisfúsin og hevur áræði og kann vísa myndugleika. Ein samskipari sum hevur ástøðiliga útbúgving umframt fyrisitingarligar royndir innan sjúkrarøkt, sosialfrøði, heilsufrøði, námsfrøði ella hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, um tað fevnir um sáttmála- økið hjá Almannastovuni. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Minnu Poulsen, leiðara, á tel. 227085. Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø. skal vera Almannastovuni í hendi í seinsta lagi 2. juli 2009, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til: Almannastovan (Børn og Ung) Smyrilsvegur 20, Postboks 3096 110 Tórshavn. Viðmerkjast: ”Samskipari til nýggja Familjudepilin”. SAMSKIPARI ............................................................................................................................................................................................................................................................................. ....................................................................... Søkt verður eftir fleiri familjuráðgevum til arbeiði fulla tíð á Familjudepilinum á økinum “Børn og Ung” á Almannastovuni. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum • Praktisk pedagogisk vegleiðing í mun til diagnosir og uppaling • Familjuráðgeving • Kreppuhjálp • Terapi samrøður • Sálarfrøðilig vegleiðing • At vera partur av arbeiðinum í mun til psykologiskar samrøður/kanningar • At vera partur av arbeiðinum í einum psyko-sosialum toymi • At vera partur av arbeiðinum í mun til foreldraførleikakanningar • At vera partur av arbeiðinum í mun til eygleiðingar av børnum, ungum og familjum Familjuráðgevarnir arbeiða í tøttum samstarvi við sálarfrøðingar á Familjudeplinum. Familjuráðgevararnir arbeiða á Familjudeplinum og eisini í førum úti í heimunum. Familjuráðgevarnir innganga í vaktarskipan/ tilkallivakt, tá ið familjusamdøgurstilboð verða givin, ella børn koma akutt til depilin. Starvskrøv • Viðkomandi útbúgving á náms-, heilsu- ella sosialfakliga økinum. Minimumkrav á bachelorstigi. • Viðkomandi útbúgving sum familjuterapeutur. • Viðkomandi, sum hevur royndir á økinum hevur ein fyrimun. Setanar- og lønarviðurskifti Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, tað fevnir um sáttmálaøkið hjá Almannastovuni. Nærri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Minnu Poulsen, leiðara á økinum “Børn og Ung”, tel. 227085. Freist at søkja Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 2. juli 2009, kl. 12.00. Vinarliga merki brævbjálvan “Familjuráðgevar til Familjuhúsið” Almannastovuna (Børn og Ung) Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn FAMILJURÁÐGEVAR ............................................................................................................................................................................................................................................................................. ............................................. ............................................ almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo STARVSFÓLK TIL “BØRN OG UNG” - NÝGGI FAMILJUDEPILIN Á ALMANNASTOVUNI ......................... UM BÚMERKIÐ HJÁ ALMANNASTOVUNI Teir tríggir formarnir eru allir eins, og koma saman soleiðis, at annar endin á teimum fer inn í eina felags miðju, og hin gongur út úr miðjuni. Teir tríggir formarnir umboða tríggjar ymiskar persónar. Hesir persónarnir hava tvær hendur, har høgra hondin á øllum trimum er rætt inn móti eini felags miðju, og vinstra hondin gongur út úr miðjuni. Hetta merkir, at allir partar geva og allir partar fáa. Allir borgarar gjalda og allir borgarar hava rætt til at fáa...