hósdagur 18. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2009
Eitt par úr Liverpool
varð í Føroya Rætti
í gjár dømt harðar
dómar fyri smugling
av rúsevnum. Serliga
kvinnan fekk harðan
dóm, tá tað ikki
tóktist prógvað, at
brotsverkið stóð mát
við dómin
RÚSEVNISMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroya Rættur viðgjørdi í
gjár tvey mál um smugling
av extacy tablettum til
Føroya.
Maðurin, 38 ár og úr
Liverpool, varð tikin 27.
apríl, tá hann kom úr
Bergen við Norrönu. Hann
hevði goymt 206 extacy
tablettir uppi í endatarmin
um, men var kortini avdúk
aður og handtikin.
Kvinnan, sum skuldi vísa
seg at vera kona hansara,
varð handtikin á veg av flog
vøllinum á gistingarhúsið
við 200 extacy tablettum,
sum hon hevði goymt uppi í
sær.
Ákæran ljóðaði upp á, at
tey bæði í felag høvdu
smuglað hesar 406 extacy
tablettirnar inn í landið.
Tað kom fram í rættinum
í gjár, at hesi bæði vóru gift
og høvdu verið tað í 20 ár.
Saman eiga tey trý børn,
ein drong og tvær gentur.
Upprunaliga førdu tey
fram, at tey bert høvdu verið
saman í fýra ár, og at
kvinnan átti tey trý børnini
framman undan við øðrum
manni. Men tað úttalilsi
broytti kvinnan í gjár, tá hon
varð avhoyrd í rættinum.
Hon segði tá, at tey bæði
høvdu verið gift í 20 ár, og
annars hevði hon ikki nakra
frágreiðing um, hví hon
framman undan hevði sagt
øðrvísi.
Tað kom eisini fram í
rættinum í gjár, at kvinnan
illtonkti mannin fyri at hava
eina unnustu í Noregi.
Maðurin hevur ongantíð
havt eitt fast starv, men
hevur ferðast frá landi til
land og arbeitt í stutt
tíðarskeið.
Inn
ímillum
gekk tíðin so við at drekka
og at taka rúsevnir.
Tey bæði høvdu fingið
ein dóm í 2007 við býar
rættin í Keypmannahavn,
har tey vóru útvíst úr Dan
mark, samstundis, sum tey
fingu innferðarbann í fimm
ár fram til 31. oktober 2012.
Hesin dómur umfataði tó
ikki Føroyar.
Verið her fyrr
Maðurin hevur fleiri ferðir
áður verið í Føroyum. Sam
bært honum sjálvum hevur
tað verið fyri at søkt arbeiði.
Tað er kortini ongantíð
komið so langt, at hann
hevur arbeitt her. Ferðirnar
hava hinvegin altíð endað í
drekkaríi.
Fyrstu ferð hann var í
Føroyum var tað saman við
39 ára gomlu konuni. Ta
ferðina vóru tey her og
ferðaðust. Hvørgan teirra
mintist tó, hvussu leingi tey
vóru her, men tey søgdu
seg tó hava verið onkra
útferð uttan fyri Havnina.
Hetta var í mai 2008.
Tað var annars gjøgnum
gangandi fyi tey bæði, at
tey mintust sera illa tað,
sum farið var fram. Tey við
gingu bæði, at tey javnan
vóru full ella skeiv av rús
evnum, og at tað var fremsta
orsøkin til, at minnið sveik
so illa.
Men eftir mai 2008, hava
bæði tvey verið javnan í
Føroyum. Hann sigur seg
hava verið her fyri at finna
arbeiði, hon tí hon vildi
vera saman við manninum,
sum ógvuliga sjáldan var
heima.
Bæði noktaðu tey staði
liga fyri at hava selt rúsevni
í Føroyum, og at nú tey
vóru tikin, var tað fyrstu
ferð, at tey høvdu smuglað
rúsevni inn í landið.
Søgan hjá maninum var,
at hann púra av tilvild var
dottin fram á eitt tilboð,
sum hann ikki kundi siga
nei til.
Eg ætlaði mær til Føroya
at søkja arbeiði og fór tí við
ferjuni úr Oslo til Hirthals.
Men tá tok ikki koyrir frá
Hirtshals,
mátti
eg
til
Hjørring fyri at koyra í toki
niður til Esbjerg. Í Hjørring
kom eg í samband við onkr
an, sum bjóðaði mær óhoyrt
bíligt extacy, 30 krónur fyri
tablettina. Eg hevði verið
býttur, um eg ikki tók av,
greiddi maðurin frá.
Røvarakeyp
Hann segði tað tí vera heilt
av tilvild, at hann hevði
hesar tablettirnar uppi á sær,
tá hann kom til Føroya.
Hevði eg ikki fingið
hetta tilboðið, hevði eg ikki
havt nakrar tablettir við
mær til Førya, segði maður
in í rættinum.
Hann var vísur í at finna
arbeiði, og hann segði seg
skula selja nakað burtur av
tabletunum, so hann kundi
rinda fyri eina íbúp í Havn.
Hann skuldi fáa vinir á
vitjan seinni í summar, og tí
mátti hann kunna hýsa teim
um. Men meginpartin ætl
aði hann at brúka sjálvur.
Kvinnan, hinvegin, var
komin til Føroya, sum hon
segði fyri at taka mannin
við
buksunum
niðri
–
bókstaviliga.
Hon hevði fingið illgruna
um, at maðurin hevði eina
unnustu í Noregi, og tá hon
frætti frá einari vinkonu, at
hann ætlaði sær til Føroya,
fekk hon eina aðra vinkonu at
bíleggja ferðaseðil til Man
chester við toki og síðani til
Føroya
við
Atlantsflogi.
Síðani ætlaði hon at standa
fyri manninum, tá hann kom í
land við unnustuni.
So hendi tað undarliga, at
hon tveir dagar framman
undan fekk eitt tilboð um at
keypa 200 extacy tablettir.
Tað var frá einum kunda
í pubbini, har eg arbeiði.
Góðskan var so vánalig, at
hann segði seg ikki sleppa
av við tablettirnar, og tí
bjóðaði hann mær tær fyri
50 pund. Hetta var eitt slíkt
røvarakeyp, at eg kundi ikki
siga nei, greiddi kvinnan
frá.
So bæði í hvør sínum lag
fingu tilboð, sum tey ikki
kundu siga nei til.
Strangan dóm
Undir
grundlógaravhoyr
ingini vildi maðurin hjálpa
konuni – hóast tey neyvan
eru so væl longur. Hann
greiddi tí frá, at tað var hann,
sum hevði givið konuni
tablettirnar í einari roynd at
sleppa henni undan skuld.
Men hetta kom seinni
kvinnuni aftur um brekku,
tí dómarin legði nevniliga
hetta til grund fyri, at tey
høvdu verið saman um at
smugla tablettirnar inn til
Føroya.
Verjin
hjá
kvinnuni,
Bjørn á Heygum, hevði
annars biðið um at fáa
tablettirnar testaðar fyri at
fáa vissu fyri, at tær bert
høvdu ein fimtings styrki
av vanligum extacy tablett
um, men hetta varð kortini
ikki gjørt.
Kvinnan
varð
sostatt
dømd fyri at hava verið við
til at smugla 406 extacy
tablettir til Føroya, og hetta
kostaði henni 10 mánaðar
handan rimar.
Maðurin, sum eisini varð
ákærdur fyri ólógliga at vera
komin
Danmarkar
fleiri
ferðir hóast innferðarbann,
umframt at hann hevði játta
seg sekan í at hava stolið
fyri smáar 30.000 krónur í
sigarettum úr einum handli í
Føroyum, fekk fyri øll hesi
brotsverkini eitt ár og tveir
mánaðir.
Hartil vórðu bæði útvíst
úr Føroyum, og kvinnan
fekk innferðarbann í fimm
ár, maðurin í tíggju.
Bæði skulu sita dómin í
Danmark.
Bjørn á Heygum segði, at
dómarnir
neyvan
verða
kærdir inn fyri hægri rætt,
tó at hann sjálvur hevði
havt góðan hug at roynt
málið hjá kvinnuni fyri
øðrum rætti.
Harðir dómar til
útlendskt par
Granat brast í mosku
Minst 13 fólk doyðu, tá ein granat brast inni í einari mosku í
somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu í gjár. Tíðindafólk
siga, at granatin brast, júst sum fólk vóru á veg út eftir eina
bønarløtu í moskuni. Aðrastaðni í býnum vóru skotbardagar í
gjár, og millum teirra, sum lótu lív, var løgregluovastin í býn
um, skrivar AP. Tann seinasta mánaðin hava bardagar verið
millum stjórnina og uppreistrarmenn, og meiri enn 250 fólk
hava latið lív. Samstundis er mattrot nógvastaðni í landinum,
og hjálparfelagsskapir meta, at umleið fýra milliónir somalar
ella ein triðingur av øllum fólkinum hava ov lítið til matna.
Brotnaði í luftini
Líkskoðanir benda á, at Air Franceflogfarið brotnaði, áðrenn tað datt niður, og at
fólk vórðu sogin út úr tí. Ein ónevndur brasilskur embætismaður sigur við AP
tíðindastovuna, at líkini vóru at kalla nakin, tá tey vórðu funnin, og tað bendir á, at
flogfarið er brotnað, og at fólk eru sogin út úr tí, sigur hann. Brasilsku myndugleik
arnir hava fyrr sagt, at líkini, sum eru funnin á vanlukkustaðnum, vísa, at tað var ikki
ein spreinging, sum fekk tað franska flogfarið at detta niður í havið um náttina tann
1. juni. Er flogfarið brotnað í 10 kilometra hædd, soleiðis sum vit halda, eru klæðini
heilt einfalt skrædd av, sigur amerikanarin Jack Casey, sum er serfrøðingur innan
flogtrygd. Hann er sannførdur um, at flogfarið var ikki heilt, tá tað datt í havið.
Tvørturímóti heldur hann, at flogfarið brotnaði, langt áðrenn tað rakti vatnskorpuna.
Extacy tablettirnar hjá kvinnuni vórðu ongantíð kannaðar, og tí ber illa til at siga, um tær vóru
so veikar og vánaligar, sum kvinnan vildi vera við