Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2009 Aftur ein ráðharri frá Tey flestu væntaðu, at ráðharraskiftið í bretsku stjórnini herfyri fór at geva stjórnini arbeiðsfrið, men so varð ikki. Seint í gjárkvøldið kunngjørdi ráðharrin Kitty Usher, at hon hevði gjørt av at leggja frá sær, eftir at fjølmiðlarnir hava lagt hana undir at hava snýtt skattavaldið, tá hon seldi síni hús fyri tveimum árum síðani. Sjálv heldur hon uppá, at hon hevur ikki gjørt nakað skeivt, men at hon kortini hevur valt at fara frá fyri ikki at órógva stjórnina. Kitty Usher er fyribils tann seinasti í einari heilari røð av ráðharrum, sum er farnir úr stjórnini hjá Gordon Brown tær seinastu vikurnar. Irak ørkymlað av Iran Tann spenta støðan í Iran við áhaldandi mótmælisgongum í høvuðsstaðnum Teheran elvir til stúran í grannalandinum Irak. Tað sigur irakski uttanríkisráðharrin, sum tó leggur dent á, at Irak virðir tær avgerðir, sum leiðslan í Iran tekur. Hoshiyar Zebari, uttanríkisráðharri, váttar fyri Reuters-tíðindastovuni, at óvissan og tann støðan í Iran ørkymla stjórnina í Bagdad. Mótmælini í Iran eru tey harðastu síðani ta islamsku kollveltingina í 1979. Fá ár seinni brast kríggj á millum stýrið hjá Saddam Hussein í Irak og prestastýrið í Iran. Tað vardi fleiri ár og kravdi nógv mannalív. Sambært tølum hjá Fiskamarknaði Føroya hava ávísir fiskaprísir verið heldur frægari í seinastuni, enn teir annars hava verið seinastu tíðina. Vit hava hugt at, hvat fiskurin varð seldur fyri á marknaðinum í gjár Fiskaprísir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hyggja vit at tølum yvir gólv-og telefonsølu hjá Fiska- marknaði Føroya í gjár, var besti prísurin á toski1 stívliga 20 krónur fyri kilo. Lakasti prísurin fyri somu fiskastødd var 14 krónur fyri kilo. Miðal- prísurin á toski1 var 17,87 fyri kilo. Taka vit hinar toskastødd- irnar, var miðalprísurin á toski2 15,91 fyri kilo, meðan toskur 3, 4 og 5 fóru fyri miðalprísin 12,25, 11,04 og 9,53 fyri kilo. Størsta hýsan fór í gjár fyri 17 krónur fyri kilo, og lægsti prísur á bestu hýsustøddini var 6 krónur fyri kilo. Miðalprísurin á hýsu 1, 2, 3 og 4 var ávikavist 12,34, 11,12, 11,50 og 7,06 krónur fyri kilo. Nú fleiri bátar hava fiskað hvíting, kunnu vit eisini nevna prísirnar á hvítingi í gjár. Besti prísur á hvítingi1 var 9 krónur fyri kilo og á hvítingi2 var hann eisini 9 krónur. Miðalprísurin fyri hvíting í gjár var 8,38 fyri hvíting1 og 8,30 fyri kilo av hvítingi2. Lægsti prísur á hvítingi í gjár var 5 krónur fyri kilo. Brosma og longa Vit kunnu eisini nevna prísir- nar á brosmu og longu, sum serliga línuskipini liggja eftir – ikki minst, nú fiskiskapurin eftir toski og hýsu yvirhøvur hevur verið slakur. Besti brosmuprísurin í gjár var 5,80 krónur fyri kilo, meðan bestu prísir ann- ar lógu rundan um 5. Miðalprísurin fyri ymisku støddirnar lá millum 3,50 og 5,55 fyri kilo. Taka vit longu, var besti prísur á marknaðinum í gjár 9,30 fyri kilo, meðan miðal- prísurin annars lá úr 4,56 upp í 8,23 krónur fyri kilo. Flestu prísir lógu teir úr 6 krónum og uppeftir. Nú trolbátar fiska á land- leiðini, kunnu vit eisini taka prísirnar á havtasku, sum í gjár lógu úr 17,50 upp í 25,40 krónur fyri kilo. Besti miðalprísur á havtasku var fyri havtasku2 sum var 24,03 krónur fyri kilo. Besti prísur á kalva var 58 krónur – og lægsti prísur 25 krónur fyri kilo. - Fiskaprísirnir vóru kvinkaðir nakað uppeftir aftur, men í morgun vóru sølurnar aftur vánaligar. Tað er útboð og eftirspurn- ingur, sum avger prísirnar, og sjálvandi hevði tað ikki verið verri við fleiri keypar- um og størri kapping um fiskin, sigur Høgni Hansen á Fiskamarkn- aði Føroya Fiskaprísir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Høgni Hansen á Fiska- marknaði Føroya ásannar, at ávísir prísbatar hava ver- ið í seinastuni, men í morg- un kom aftur stígur í, og fiskaprísirnir vóru sum heild vánaligir. Hann sigur, at tað gongur illa at fáa líkinda prís fyri flatfisk og havtasku, nú bát- ar eru á landleiðini, og meg- inparturin av veiðini hjá teimum er flatfiskur. - Tað er kappingin – útboð og eftirspurningur – sum avgera prísirnar, bæði her heima og uttanlands, og vit hava skilt, at væl av fiski kemur á útlendsku markn- aðirnar í løtuni. Hann ásannar, at tað gekk trekt at selja í morgun, og hetta harmar eisini tey á Fiskamarknaði Føroya, nú út- lit annars hava verið til batar. - Summartíðin er ikki vanliga tíðin, har fiskaprís- irnir hækka, men nú prísirnir hava verið so lágir, vóru vónir um, at teir batar, sum hómaðust, fóru at vísa seg frameftir, sigur hann. Høgni Hansen sigur, at tunga, sum er ein týðandi partur av veiðini hjá trolbát- unum, hevur ligið sera lágt í prísi. - Hetta er ein fiskur, sum vanliga hevur góðan prís, men so er ikki í løtuni. Tað eru tí teir, sum frysta tungu og goyma hana, til teir seinni í heyst ella út á vet- urin vænta sær betri prís fyri hana. Hetta bindur pen- ing og gongur soleiðis eisini útyvir prísirnar. Størri eftirspurningur Spurdur, um prísirnir høvdu verið betri, um fleiri keypar- ar meldaðu seg, sigur Høgni Hansen, at sjálvandi hevði tað tænt prísunum, um størri kapping hevði verið um fiskin. - Tað er altíð gott fyri fiskaprísirnar, tá eftirspurn- ingurin er stórur. Fleiri keyparar gera ikki søluna verri, leggur hann aftrat. Fiskaprísirnir hava verið heldur frægari Besti toskaprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár lá omanfyri 20 krónur – og lægsti prísur var 5 krónur fyri kilo Mynd: Vilmund Jacobsen Fleiri keyparar gera ikki søluna verri - Tað er altíð gott fyri fiskaprísirnar, tá eftirspurningurin er stórur. Fleiri keyparar gera ikki søluna verri, sigur Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya Mynd: Vilmund Jacobsen