Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2009 Í heyst varð hol sett á eina ætlan um at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Men nú hevur onki verið at hoyrt í fleiri mánaðir og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenn­ ing, sum setti gongd á arbeiðið, hevur nú slept endanum Kommunu­ samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Alt tos um at leggja alla Suð­uroy saman í eina kommunu, er nú dovnað­ burtur í einki. Tað­ var annars í heyst at spurningurin um at leggja alla Suð­uroy saman í eina kommunu, av álvara varð­ sett á breddan. Tað­ var Granskingardepil­ in fyri Samferlagsmenning, sum setti skjøtil á málið­ í heyst og eftir áheitan frá borg­ arstjóranum í Vági gjørdi depilin eisini eitt upprit um, hvussu ein samanleggingar­ tilgongd kundi vera. Síð­ani tá hava hava tveir fundir verið­ um spurningin, ein í Porkeri ein mánað­ eftir nýggjár og tann seinni í Fámjin tíð­liga í vár. Tá ið­ ein mánað­i var farin av valskeið­num, varð­ mett, at nývaldu kommunustýrini høvdu havt høvi til at við­­ gera málið­. Tískil varð­ kallað­ saman til fundar, men tá vóru ný­ valdu kommunustýrini ong­ an veg komin at við­gera spurningin. Men tá varð­ einaferð­ enn avtalað­, at kommunustýrini skuldu við­gera málið­ sostatt varð­ aftur kallað­ saman til fundar í vár. Eitt, sum tosað­ hevur ver­ ið­ um á teimum fundum, sum hava verið­, er, at seta ein arbeið­sbólk við­ umboð­i, úr øllum kommunum at samráð­ast um eina saman­ legging. Á fundinum í vár varð­ av­ talað­, at í seinasta lagi flagg­ dagin 25. apríl, skuldu allar kommunurnar í Suð­uroy havt við­gjørt málið­ og hava svarað­ aftur, um tær eru sinn­ að­ar at vera við­ til at manna ein slíkan arbeið­sbólk. Fleiri ikki svarað Men Dennis Holm stað­fest­ ir, at hóast tað­ nú er farin tveir mánað­ir út um freist­ ina, eru tað­ enn nakrar kommunur, sum enn ikki hava svarað­. Harumframt hevur Vágs býráð­ svarað­, at tað­ er ikki sinnað­ at fara undir eina sam­ anlegging nú, men vil bíð­a við­ at taka støð­u til málið­, til kommunubólkurin, sum Ann­ ika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur sett at við­gera kommunubygnað­­ in, verð­ur lið­ugur seinni í summar. Sostatt hevur málið­ ligið­ steindeytt seinastu mánað­ir­ nar og Granskingardepilin, hevur nú slept endanum. Depilin hevur onki hoyrt frá kommununum í fleiri mánað­ir og Dennis Holm á Granskingardeplinum, stað­­ festir, at tað­ er ikki teirra uppgáva at dríva kommun­ urnar fram ímóti eini saman­ legging. Og tá ið­ tey onki hava hoyrt frá kommununum í fleiri mánað­ir, taka teir tað­ sum eitt tekin um, at nú eiga teir ikki at gera meiri við­ málið­ og tískil hava teir slept tí. ­ Vit taka ikki fleiri initiativ í málinum, tí tað­ er ikki okk­ ara borð­ at sita í førarasetr­ inum, stað­festir Dennis Holm. Snávingarsteinar Tað­ hava verið­ ymsir snáv­ ingasteinar á vegnum fram ímóti kommunusamanlegg­ ing í Suð­uroy og tað­ tykist sum um at tað­ er skjótt, at okkurt kann koma í vegin. Tá ið­ málið­ varð­ tikið­ upp í heyst, vóru tað­ fleiri komm­ unupolitikarar, sum hildu, at tað­ var skeivt av fráfarandi kommunustýrum at seta gongd á málið­, eftir sum kom­ munuval skuldi vera og nýggj kommunustýri skuldu taka við­ á nýggjárinum. Tískil var ráð­andi hugsjónin tann, at samanlegging varð­ ein upp­ gáva, sum tað­ var hóskandi at tey nývaldu kommunustýrini tóku sær av. Men hóast tey tey nývaldu kommunustýrini nú hava sitið­ í eitt hálvt ár, er enn lítið­ hent í málinum. Summ­ ar kommunu hava ikki svar­ að­ um tær vilja vera við­ ar­ beið­sbólkinum og nú vil Vágs Býráð­ bíð­a eftir einum útspæli úr landsstýrinum. Dennis Holm dugir ikki at siga um hetta skal tulkast sum um at tað­ innast inni er mótvilji ímóti at leggja sam­ an, ella um kommunustýrini hava so mikið­ at hugsa um í hesum krepputíð­um, at tey ikki hætta sær undir eina samanlegging eisini og at betala tað­, sum tað­ fyrireik­ andi arbeið­ið­ hevð­i kostað­. Hinvegin tulkar hann eis­ ini støð­una soleið­is, at tá ið­ kommunur ikki hava svarað­, er tað­ í veruleikanum eisini eitt svar. Men nið­urstøð­an hjá honum er, at í løtuni er tað­ ikki áhugi fyri at arbeið­a víð­ari við­ málinum og tí ger Granskingardepilin ikki meiri við­ tað­. Forðar vakstrarætlan Hinvegin er eisini vandi fyri, at tað­, at Suð­uroyggin ikki leggur saman í eina kommunu, er ein forð­ing fyri at gera nógv umrøddu vakstraravtalu fyri oynna, sum hevð­i til endamáls at menna hana vinnuliga. Tosað­ hevur verið­ um eina vakstraravtalu í fleiri ár, men fleiri politikarar hava sett sum treyt, at oygg­ in verð­ur løgd í eina kommunu fyrst. Dennis Holm dugir ikki at siga, hvussu stórur bági tann væntandi samanleggingin er fyri eina vakstraravtalu. Men hann sigur í øllum førum, at tað­ er at blanda tvey við­urskifti saman, sum onki hava við­ hvørt annað­ at gera. ­ Er vilji til at fara undir eina vakstraravtalu, er kommunubygnað­urin ongin forð­ing, tí tey bæð­i hava onki við­ hvørt annað­ at gera, sjálvt um tað­ sjálvandi lættari at tosa við­ ein part, heldur enn sjey, sigur sam­ felagsfrøð­ingurin. Prát um samanlegging í Suðuroy dovnað burtur Í Suðuroy er mestsum alt prát um at leggja oynna saman í eina kommunu, tagnað aftur og tað eru nógvir snávingasteinar á vegnum Tað vísir seg, at ofta kemur okkurt í vegin fyri at samanlegging í Suðuroy samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað­ hava verið­ ymsir snáv­ ingasteinar á vegnum fram ímóti kommunusaman­ legging í Suð­uroy og tað­ tykist sum um at tað­ er skjótt, at okkurt kann koma í vegin, so at onki hendir. Sum tað­ sæst í hinari greinini varð­ málið­ tikið­ upp í heyst og tá vóru tað­ fleiri kommunupolitikarar, sum hildu, at tað­ var skeivt av fráfarandi kommunu­ stýrum at seta gongd á málið­, eftir sum kommunu­ val skuldi vera og nýggj kommunustýri skuldu taka við­ á nýggjárinum. Tískil var ráð­andi hugsjónin tann, at samanlegging varð­ ein uppgáva, sum tað­ var hóskandi at tey nývaldu kommunustýrini tóku sær av. Men hóast tey tey nývaldu kommunustýrini nú hava sitið­ í eitt hálvt ár, er enn lítið­ hent í málinum. Summar kommunu hava ikki svarað­ um tær vilja vera við­ arbeið­sbólkinum og nú vil Vágs Býráð­ bíð­a eftir einum útspæli úr landsstýrinum. Dennis Holm á Gransk­ ingardeplinum fyri Sam­ felagsmenning, dugir ikki at siga um hetta skal tulk­ ast sum um at tað­ innast inni er mótvilji ímóti at leggja saman, ella um kommunustýrini hava so mikið­ at hugsa um í hesum krepputíð­um, at tey ikki hætta sær undir eina samanlegging eisini og at betala tað­, sum tað­ fyri­ reikandi arbeið­ið­ hevð­i kostað­. Hinvegin tulkar hann eisini støð­una soleið­is, at tá ið­ kommunur ikki hava svarað­, er tað­ í veruleikan­ um eisini eitt svar. Men nið­urstøð­an hjá honum er, at í løtuni er tað­ ikki áhugi fyri at arbeið­a víð­ari við­ málinum og tí ger Gransk­ ingardepilin ikki meiri við­ tað­. Forðar vakstrar­ ætlan Hinvegin er eisini vandi fyri, at tað­, at Suð­uroyggin ikki leggur saman í eina kommunu, er ein forð­ing fyri at gera nógv umrøddu vakstraravtalu fyri oynna, sum hevð­i til endamáls at menna hana vinnuliga. Tosað­ hevur verið­ um eina vakstraravtalu í fleiri ár, men fleiri politikarar hava sett sum treyt, at oyggin verð­ur løgd í eina kommunu fyrst. Dennis Holm dugir ikki at siga, hvussu stórur bági tann væntandi samanlegg­ ingin er fyri eina vakstrar­ avtalu. Men hann sigur í øllum førum, at tað­ er at blanda tvey við­urskifti saman, sum onki hava við­ hvørt annað­ at gera. ­ Er vilji til at fara undir eina vakstraravtalu, er kommunubygnað­urin ongin forð­ing, tí tey bæð­i hava onki við­ hvørt annað­ at gera, sjálvt um tað­ sjálv­ andi lættari at tosa við­ ein part, heldur enn sjey, sigur samfelagsfrøð­ingurin. Nógvar forðingar fyri saman­ legging í Suðuroy 500.000 á gøtuni Umleið­ ein hálv millión fólk gingu í gjárkvøldið­ mótmælisgongu í mið­býnum í iranska høvuð­sstað­num Teheran, har tey mótmæltu tí almenna úrslitinum av forsetavalinum í síð­stu viku. Tað­ sermerkta við­ mótmælunum í gjár var, at hesaferð­ vóru tað­ ikki bara ungfólk, sum vóru í gøtunum, men eisini til komnar kvinnur og konservativir iranar. Higartil hava átta fólk latið­ lív í samanbrestum millum mót­ mælisfólk og løgregluna, og andstøð­uvalevnið­, Mousawi, hevur bið­ið­ síni við­haldsfólk skipa fyri tiltøkum í dag til minnis um tey deyð­u. Sjálvur hevur Mousawi heitt á fólk um at halda fram við­ at mótmæla. Tøma grønlendska landskassan Vandi er fyri, at tann grønlendski landskassin verð­ur tómur um trý ella fýra ár, skrivar Berlingske Business. Blað­ið­ vísir á, at tær almennu fyritøkurnar og serstakliga Royal Greenland fara at kosta landskassanum nógvar pengar. Fyri at fáa neyð­ugt gjaldføri noyð­ist landskassin longu næsta ár ella í 2011 at læna pengar frá útlendskum bankum fyri at halda teimum 17 almennu fyritøkunum. Berlingske Business skrivar, at í løtuni hevur tann grønlendski landskassin tvær milliardir krónur í tøkum peningi, men at tær almennu fyritøkurnar fara at fáa pengarnar at fossa úr kassanum, so tað­ er stórur vandi fyri, at hann verð­ur tómur í 2012 ella í 2013.