hósdagur 18. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 114 - 18. juni 2009
Líkskoðanir vísa, at
Air France-flogfarið
brotnaði, áðrenn tað
fór í havið. Serfrøð-
ingar hava tí smáar
vónir um at finna øll
vrakpettini, og svørtu
kassarnir eru ikki
funnir enn
Flogvanlukka
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Vit eru um at vera lidnir
við kanningarnar, sum eftir
ætlanini skulu siga okkum,
hví Airbus-flogfarið datt
niður í Atlantshavið, sigur
ovastin fyri franska kann-
ingarbólkinum, Paul-Louis
Arslanian, við blaðið Le
Monde.
Teir báðir svørtu kassar-
nir, sum vóru í flogfarinum,
høvdu helst svarað fleiri
spurningum
um,
hvat
veruliga hendi uppi yvir
Atlantshavinum um náttina
tann 1. juni, men hóast skip
og kavbátar hava leitað við
allari nútímans tøkni, eru
kassarnir ikki funnir enn.
Leitingin heldur fram, tí
kassarnir eru gjørdir soleið-
is, at teir senda tekin í 30
samdøgur aftan á eina
vanlukku.
Tað vil siga, at kassarnir
tagna um 10 dagar. Men
leintingin eftir kassunum
og sjálvum flogfarinum er
trupul og ein avbjóðing í
sjálvum sær, tí dýpið á
vanlukkustaðnum er millum
1.000 og 4.600 metrar.
Air France-flogfarið datt
niður í Atlantshavið á veg
úr Rio de Janairo til París
við 216 ferðafólkum um-
borð. Manningin taldi 12.
-Vit nærkast einum svari
uppá, hví vanlukkan hendi,
sigur Paul-Louis Arslanian
við CNN.
Sogin út
Franski kanningarleiðarin
vil ikki koma við einum
boði uppá, hvat hendi flog-
farinum, men ein ónevndur
brasilskur embærtismaður
segði í gjárkvøldið, at
kanningar av teimum funnu
líkunum
benda
á,
at
flogfarið brotnaði, áðrenn
tað bar vioð vatnskorpuna.
Sambært embætismann-
inum vóru líkini næstan
nakin, og tað bendir á, at
flogfarið er brotnað í luftini,
og at fólk eru sogin út úr tí.
Amerikanski flogtrygdarse
rfrøðingurin Jack Casey
tekur
undir
við
hesari
frágreiðingini:
-Er flogfarið brotnað í 10
kilometra hædd, eru klæðini
heilt einfalt skrødd av fólki,
tá tey eru sogin út, sigur
hann við CNN.
Líkskoðanir hjá brasilsku
myndugleikunum hava víst,
at eingin av teimum funnu
druknaði, og tað hevur
eisini styrkt illgrunan um,
at flogfarið brotnaði, áðrenn
tað bar við havið. Líkskoð-
anin hevur eisini staðfest,
at talan var ikki um eina
spreinging, og tað hevur
fingið brasilsku og fronsku
myndugleikarnar at útiloka,
at talan var um yvirgang.
Keldur: Aftenposten/DR
Flogfarið brotnaði í luftini
Ein franskur serfrøðingur tekur myndir av vrakpettum av Air France-flogfarinum
Færri ferðafólk á Kýpros
Fleiri av teimum væl umtóktu ferðavinnuplássunum kæra seg um, at tey hava færri ferðafólk
í ár enn undanfarin ár, og soleiðis er eisini á oynni Kýpros. Ferðavinnan har sigur, at fimm
teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru ferðafólkini níggju prosent færri enn somu mánaðir í fjør.
Tað eru serliga bretar, sum sita við hús ella hava valt annað ferðamál. Ferðavinnan á Kýpros
sigur, at til j. juni komu 622.000 ferðafólk til oynna ímóti 682.000 í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað var serliga mai, sum sveik, tí tann mánaðin vóru ferðafólkini 9,2 prosent færri enn í
sama mánaði í 2008. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning fyri Kýpros, tí umleið
12 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu stavar frá ferðavinnuni, skrivar Reuters.
ST ávarar um veðurlagsvanlukkur
Eydnast tað ikki at tálma avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, kann tað
fáa ovurstórar avleiðingar fyri fleiri milliónir fólk í heimsins størstu býum,
sigur ST í einari nýggjari ávaring. John Holmes, varaaðalskrivari, segði í einari
røðu í gjár, at tann veksandi hitin á jørðini fer at elva til fleiri vanlukkur og
verri vanlukkur. Hann segði, at 90 prosent av náttúruvanlukkunum kring
heimin í fjør vóru ávirkaðar av veðurlagsbroytingum, og at skaðarnir fóru langt
upp um 1.000 milliardir krónur. John Holmes nevndi, at serliga teir størstu
býirnir í heiminum eru komandi vandaøki, tí teir eru úti við strondina.
Bæði Pauli Larsen
og Hanus Lassen
mynstra av sum
skiparar umborð á
Smyrli í summar
PEnSJÓn
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eftir drúgva tænastu hjá
Strandfaraskipum Land-
sins, leggja báðir skipararnir
umborð á Smyrli nú árarnar
inn.
Tað eru teir báðir, Pauli
Larsen av Tvøroyri, ættaður
úr Porkeri, og Hanus Lassen
úr Klaksvík.
Pauli Larsen mynstraði
av seinasta túrin, tá Smyril
klokkan 11.30 í morgun
kom aftur á Krambatanga.
Hanus Lassen siglir sín
seinasta túr á Syftunsøku,
2. juli. Eisini hann mynstrar
av á Krambatanga klokkan
11.30 tann dagin.
Báðir hava havt drúgva
tænastu umborð á bæði
Smyrli og Teistanum, gomlu
Mols-bátunum.
Umframt
eitt
stutt
tíðarskeið
í
1980/81, tá Pauli var skipari
umborð á Smyrli í uttan-
landssigling, hevur hann
verið fast umborð í 21 ár.
Hanus Lassen hevur enn
drúgvaru
tænastu
hjá
Strandferðsluni, heili 36 ár.
Samstundis hevur leiðsl-
an á Strandferðsluni sett
Erland Mørkøre í starv sum
skipara umborð á Smyrli.
Suðuroyarfjørður er tó ikki
ókendur fyri Erlandi, tí
hann siglur sum yvirstýri-
maður og skipari umborð
Smyrli og var áður við Teist-
anum og gamla Smyrli.
Hann
byrjaði
hjá
Strandferðsluni 2. juni 1982
sum skipari við Ternuni um
Leirvíksfjørð.
Eisini var hann í Trinidad
við Teistanum í 1982/3.
Hann byrjar í nýggja starvi-
num 9. juli í ár, upplýsir
Strandferðslan.
Skiparar mynstra av
Pauli Larsen sigldi sín seinasta túr sum skipari
umborð á Smyrli í dag, og í tí sambandi fekk
hann eina skipsklokku frá manningini, sum
Árni Mortensen hevði dreygað
Myndir: Jens Kristian Vang