Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 114 - 18. juni 2009 ] Chelsea kærir revsing Tað kostaði Didier Drogba fýra daga leikbann, at hann eftir Champions League hálvfinaluna móti Barcelona fanst sera harðliga at norska Øvrebø, sum dømdi dystin. Og hóast tey í Chelsea meta, at atburðurin var ósømiligur, so halda tey, at fýra daga leikbann er dekan ov hørð revsing. Í felagnum verður sagt, at tey umhugsa at kæra málið við kravi um linari revsing. HB vann Blaðberasteypið Dreingjaliðini hjá HB og VB/TB hittust í steypafinaluni í ár. Dysturin endaði við 3-1 sigri til HB, eftir at støðan var 1-1 í hálvleikinum. Ári Danielsen legði HB fram um eftir slakar 12 minuttir, men Rógvi Joensen javnaði fyri Suðuroyarliðið eftir ein góðan hálva tíma. Í seinna hálvleiki skoraði Tróndur Jensen tvey mál fyri HB, sum so kundu lata seg heiðra við gullmerkjum og steypi, sum FSF-forsetin Høgni í Stórustovu handaði teimum. Føroyameistararnir úr EB/Streymi duttu enn einaferð longur burtur frá toppinum, tá teir á Svangaskarði rendu seg í væl koyr­ andi B68­maskinuna Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani teir tann 26. apríl máttu leggja rygg til 3-2 tap í Fuglafirði, hava tofta- menn hvørja ferð havt stig við sær av vøllinum. Tí vistu føroyameist ar- arnir úr EB/Streymi av, at talan var um serstakliga trupla uppgávu hjá teimum, tá teir á Svangaskarði skulu gera eina roynd at hanga so dánt í liðunum, sum kappast um heiðursmerki. Sjálvt FM-gullið mundu teir á samansetta liðnum hava slept allar vónir um at end- ur vinna, tá teir máttu lúta fyri HB sunnudagin, og nú tykist støðan vera tann, at skal euopeiskur fótbóltur spæl ast í felagnum næsta kappingarár, so krevur hetta ein sigur í steypafinaluni. Ella eisini at Víkingur strýk- ur av stað við greip uni. Málveitsla í trý korter Tað byrjaði annars so væl hjá EB/Streymi á Svanga- skarði. Dysturin var bara fáar minuttir gamal, tá Egil á Bø eftir málverjamistak frá Vlada Filipovic kundi stúta bóltin í netið. Hetta skelkaði toftamenn nakað, og hóast teir alt fyri eitt royndu at trýsta, so gav hetta eisini EB/Streymi meira enn ein møguleika til veruliga at seta seg á dyst- in. Tað eydnaðist tó ikki gestunum at skjóta tað so týðandi næsta málið, og tá Ahmed Keita so javnaði eftir gott forarbeiði frá Poul N. Poulsen, var B68 av álvara aftur við í dystinum. Og seinasta korterið und- an steðginum eksploderaði av álvara. EB/Streymur legði seg á oda, tá Nærdystur millum Niklas Joensen og Sorin Anghel endaði við, at Eiler Rasmussen dømdi brots- spark til Anghel. Tvær tær seinastu ferðirnar hava meistararnir misnýtt møgu- leika úr 11 metrum, men hesa ferð var Santos trygg- ur, tá hann fann meskarnar. Um tað var øðin um brots sparkið, sum av álvara fekk lív í toftamenn, er ikki gott at vita, men teir koyrdu speedaran í botn og nakað væl afturat seinastu løtuna. Ndende javnaði til 2-2 eftir frísparksinnlegg frá Jóan Símu Edmundsson, sum sjálvur skoraði til 3-2 minuttin eftir, tá hann slapp avstað í vinstru og høgdi bóltin upp í málhornið. Og Keita var eisini nær við at skora til 4-2, tá hann gjørd- ist leysur beint undan hálv- leiksbríkslinum frá dómar- anum. B68 er flúgvandi Seinna hálvleik var tað EB/ Streymur, sum royndi at trýsta, meðan B68 royndi seg við mótálopum. Í nógvar mátar rann trýst- ið frá gestunum tó út í einki, tá teir støðugt sendu langar bóltar niðan móti luftsterku toftaverjuni. Og teir komu heldur ikki nærri enn nøkr- um vandamiklum horna- sparksroyndum og einstøk- um góðum langskotum. Toftamenn komu hin- vegin heldur ikki til teir heilt stóru kontra-møgu- leik arnar, men teir hildu støðugt fast í takinum, sum teir høvdu um dystin, og tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, var fagnaðurin øgiligur. Enn eina ferð sendi B68 mótstøðuliðið avstað við ongum. Tofta- menn hava nú ikki tapt í átta dystum á rað, og á stigatalvuni eru teir nú av álvara í ferð við at blanda seg í heiðursmerkjastríðið. Eitt stríð, sum EB/Streymur fyribils má hyggja langt eftir. Ov lætt hjá B68 Venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, var alt annað enn nøgdur um, at lið hansara tapti dystin á Svangaskarði, hóast teir tvær ferðir vóru á odda. - Vit eru ikki nóg góðir í báðum endum. Vit lukka ikki av, og teir fáa trý mál upp á okkara feilir. Í hinum endanum skapa vit nógvar møguleikar, men vit fáa barar tvey mál, so alt í alt eru vit ikki nóg góðir í álopin- um ella í verjuni. Tit høvdu gjørt fleiri broytingar á liðnum í mun til seinasta dyst. Hvussu vart tú nøgdur við spælið? - Vit spæla væl millum 16-metrarnar. Vit flyta bóltin væl og skapa møguleikar, men tað er for lætt, tá teir skapa sínar møguleikar við bara at sparka bóltin aftur um verjuna hjá okkum. Har eru vit langt í frá nóg góðir, og tað kann eg ikki vera nøgdur við. Tit hava áður sagt, at FM-stríðið er farið fyri tykkara viðkomandi. Hvør er málsetningurin hjá tykkum nú? - Ja, FM kunnu vit so gloyma alt um. Nú er okkara fokus á dystunum í Europa-Cup og steypafinaluni. Aftan á tað mugu vit so taka spurningin upp um, hvat vit vilja. Og um vit longu tá fara í holt við at hugsa um, hvussu liðið sær út næsta ár, segði Sigfríður Clementsen við Rás2. -mørk Sterkir á heimavølli Fagnaðurin var stórur hjá B68, tá teir enn eina ferð vunnu heimadyst. Enntá móti verjandi greipuvinnar- unum. - Hetta er okkara heimavøllur, og vit hava ikki tapt her í ár. Og tað er ein deilig kensla, at tað eydnaðist okkum at basa EB/Streymi. Vit vistu, at vit skuldu vera uppi á 150%, og tað vóru vit í fyrra hálvleiki, har vit tvær ferðir javna og at enda eisini skora til 3-2. Men hvat er tað, sum ger, at tit í B68 eru føriri fyri at venda dystnum? - Vit hava ein góðan venjara, sum dugir at eggja okkum til, og so er hann eisini pillsvakur. Og tað er bara gott, um venjarin eisini dugir at vera svakur. Og hvat er so málið hjá tykkum í ár, nú tit av álvara eru í ferð við at blanda tykkum í toppin? - Nú eru tveir dystir eftir undan summarsteðginum, og vit royna so at hugsa um at vinna hesar. Longur enn tað hugsa vit ikki, segði Poul Jóhannus Justinussen við Rás2 eftir dystin. -mørk B68-EB/Streymur 3-2 (3-2): Eingin steðgar toftamonnum EB/Streymur B68 Eftir steðgin royndi EB/Streymur seg fyri tað nógva við høgum og longum bóltum, men tað gav sjáldan teir heilt stóru trupulleikarnar í B68-verjuni Mynd: Sofus D. Johannesen