hósdagur 18. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 114 - 18. juni 2009 ]
Spanskt landsliðs-
met
Tá Spania í gjár vann 1-0 móti Irak í Confera-
tions cup í Suðurafrika, var talan samstundis um
nýtt landsliðsmet. Talan var nevnliga um 14.
sigurin á rað hjá spanska fótbóltslandsliðnum,
og eina slíka røð eru tað bara Brasilia, Frakland
og Australia, sum hava havt. Samstundis er
Spania nú bert ein dyst frá at javna metið hjá
Brasilia, sum eitt skifti spældi 35 landsdystir á
rað uttan at tapa.
U15 til Aberdeen
Venjararnir fyri U15 landsliðið í fótbólti, Eli Hentze og Mathias Davidsen,
hava nú úttikið 18-manshópin, ið verður við til Aberdeen International
Football Festival í døgunum 19. til 27. juli. Undan fráferðini verður skipað
fyri tveimum venjingarlegum, á Toftum 3. og 4. juli og í Havn 10. og 11.
juli. Teir úttiknu eru hesir: Úr Víkingi: Hallgrím Gregersen og Magnus
Jarnskor. Úr HB: Heri Bert Jespersen, Tór av Skarði, Róðri Rasmussen,
Símun Johannesen og Jákup Hansen. Úr B68: Harald Højgaard. Úr B36:
Sigurdð Poulsen og Rasmus D. Sørensen. Úr MB: Jákup Sveinbjørn Olsen.
Úr VB/TB: Teitur Olsen og Ragnar Tausen. Úr NSÍ: Leivur Højgaard,
Albert Johannesen og Arnold Kristiansen. Úr B71: Brandur Olsen
Úr KÍ: Bárður Hansen
Víkingur
07 Vestur
Stóri trupulleikin
hjá 07 Vestur í hesum
kappingarárinum
hevur verið verjupart
urin. Í gjár eydnaðist
tað loksins at halda
málið reint, men hesa
ferð eydnaðit ikki at
skjóta mál, sum teir
annars hava gjørt
í øllum dystunum
higartil
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Piotr Krakowski, venjari
hjá 07 Vestur, hevur av
álvara havt nakað at hugsa
um í hesum kappingar-
árinum. Liðið, sum liggur
niðanfyri
niðurflytingar-
strikuna, hevði undan dyst-
inum í gjár skotið fimt flest
mál
í Vodafonedeildini.
Men hinvegin hava teir latið
langt flest mál ígjøgnum.
Men hagtølini vóru so væl
og virðiligi gjørd til skamm-
ar í gjár.
Ikki soleiðis, at vágamenn
høvdu stórvegis at frøast
um eftir dystin. 07 Vestur
hevði heldur ikki hesaferð
vunnið á heimavølli. Men
tað eydnaðist at halda málið
reint. Men hinvegin eydna-
ðist tað ikki at skjóta mál.
Linligur dystur
Dysturin var eingin stór
uppliving. Heimaliðið var
sera ansið í verjustøðu og
dúvaðu á skjótalop. Tað
riggaði til tíðir væl. Vanda-
mestu atsóknirnar hjá gest-
unum vóru eftir deyðbólts-
støður, og í fyrra hálvleiki
var um reppið, at Víkingur
legði seg á odda. Hans Arni
Ellefsen vardi tá fyri á
málstrikuni.
Víkingur legði meira fyri
eftir hvíldina, og royndi at
trýsta heimaliðið. Tað eydn-
aðist í stórum løtum at hava
bóltin spælandi á hálvuni
hjá 07 Vestur, men veruliga
vandamiklir vóru gestirnir
sjáldan.
Mest dramatiska hend-
ingin var í tíðini, sum dóm-
arin hevði lagt afturat. Atli
Gregersen
rendi
Jóhan
Petur á Stongum um koll og
sá
beinleiðis
reytt
frá
Ransini N. Djurhuus, dóm-
ara. Ein avgerð, sum var
røtt.
Fimm stig frá
Málsetningurin fyri 2009
hjá 07 Vestur og Víkingi
líkjast ikki. Uppflytararnir
úr Vágum skulu fyrst og
fremst varðveita sætið í
deildini, og hóast liðið
hevur imponerað í fleiri
dystum, so sæst tað ikki
aftur á stigatalvuni. Tað eru
í løtuni fimm stig til
bjargingina, og má liðið
heilt skjótt vinna neyðugu
stigini, um tað framvegis
skal vera stuttligt hjá leikar-
unum at møta til venjingar.
Í gjár eydnaðist loksins at
halda mótstøðuliðnum frá
at skjóta mál, og eydnaðst
tað eisini at fáa neyðugu
málini at vinna fótbólts-
dystir, sær av álvara gott út
í Vágum. Tí liðið hevur
sjáldan staðið uttan møgu-
leika at fáa stig.
Víkingur hugsar fyrst og
fremst um at vinna heiðurs-
merki. Og í so máta er eitt
stig á útivølli móti 07 Vestur
eingin
vanlukka.
Men
felagsliðið er í løtuni einasta
liðið, sum av álvara kann
bjóða HB av. Men heiðurs-
merki og pláss í altjóða
fótbólti komandi kapping-
arár hugsa tey mest um í
Leirvík og Gøtu. Og higartil
er liðið á góðari leið.
Nú vildi
bólturin
ikki inn
Ȯttin skifti i
hàlvleikinum i fuglafyri i
kvøld, soleidis at tann
vælkendi fiskalukturin
fylti luftina. Tad toldi
argjamenn ikki.«
»AB og B36 hava
samanlagt 27 stig. HB
hevur 29 stig«
»Nú byrjar at gløða á
svangaskarið, heilt
fantastiskt b68:-)«
»Hurra! Vespurnar eru
utruddadar i Havn :-).
HááBee«
»Eftirlysing av
Svangaskari: Ein bla og
svørt verja bleiv burtur
tìdliga fyrsta hàlvleiki.
Um nakar hevur sæd hana,
so vinarliga vendi tykkum
til hùsid vd margàir.«
»Vøllurin í gundadalið
hellur heldur nögv, í ovaru
helt er 29 stig og í niðaru
helvt er 13 stig:-) fekst tú
tað tú vildi hava !«
»Ein fantastisk fràsøgn
Tròndur, tad er gott at vit
argjamenn eiga teg, nù alt
annad svìkur.«
»Eg var til dyst i Vagum.
Tad var sum um at
vikingaviðhaldsfòlkið
høvdu kannad sær sigurin,
adrenn tey komu vestur.
Men den går ikke!!«
»EB/Streymur ì hopla,
desperate housewife ì
hopla, Eiler Rasmussen ì
hopla, men eingin stedgar
B68.«
Bestubitar úr 3. hálvleiki
Víkingur misti týðandi fet í
oddastríðnum, tá teir í gjár bert
fingu málleysan javnleik við sær
úr Sørvági
Mynd: Einslistir/Hilmar Jan Hansen
Ein partur av sendingini, 3. hálvleikur, sum
er á Rás2 eftir hvørt umfarið í Vodafone
deildini, eru SMSboð lurtarum, har
dagsins meiningar um dagsins dystir kunnu
setast fram. Sendarin av besta SMSboðnum
fær hesa ferð eitt kartong av King Size Lion
Bar ísum.