Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 114 - 18. juni 2009 ] NSÍ HB Við sínum allarbesta spæli higartil í ár vann HB uppibornan sigur á NSÍ í gjár­ kvøld­ið. Við tveimum málum ímóti end­a­ num skaptu gestirnir spenning eina lítla løtu, men so syrgd­i And­rew av Fløtum fyri, at einki stig varð stolið úr Gund­ad­ali kortini FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað var nú nokk so løgið, at seks av teimum sjey mál­ unum í Gundadali í gjár­ kvøldið skuldu falla í seinna hálvleiki, tí tað var í fyrra hálvleiki, at besti fótbólturin var at síggja. Og tað var HB, sum vísti hann fram – uttan at NSÍ vísti nakað sum helst. Frá byrjan setti HB seg tungt á dystin, og við stórum hugflogi skolaðu álopini ímóti NSÍ­málinum. Allir á oddaliðnum bjóðaðu seg fram, spældu skilagott sínamillum og hildu høga ferð. Og tað var altso løgið, at bara eitt mál skuldi koma burtur úr teimum kanska átta kjansunum, HB hevði fyri steðgin. Í stórum stíli HB hevði vunnið allar heimadystirnar og NSÍ allar sínar útidystir, so tí høvdu fleiri kanska vónað, at ein líkinda dystur millum tvey javnsterk lið skuldi spyrjast burturúr, men so varð ikki. NSÍ hevði ongan veruligan málkjans í fyrra hálvleiki, og einasta hóttanin var eitt spískt skot frá Károly Po­ temkin í triðja minutti. Tvørturímóti stóð heima­ liðið fyri øllum – og tað í stórum stíli! Talan var um HB­spæl upp á tað allar­ besta, har kviku vengurnir hóttu og dugdu væl at finna Páll Mohr Joensen og An­ drew av Fløtum har frammi, sum aftur tóku væl ímóti og vístu gott spælskil, ið ofta gav møguleikar av sær. Men mest merkisvert var, at Fróði Benjaminsen og Kári Nielsen skuldu ráða so fullkomuliga fyri øllum á miðvøllinum, har NSÍ ann­ ars í uppstillingini var ríki­ liga væl mannað, men í spælinum slett ikki for­ máddi sær nakað sum helst ímóti teimum báðum arbeiðsmonnunum. Stuttur spenningur Í seinna hálvleiki rakk spæl­ ið ongantíð somu hæddir, hóast HB framvegis stýrdi fullkomuliga. Tað var enntá so vánaligt viðhvørt tann fyrsta hálva tíman, at eingin vildi droymt um 5­2 á talv­ uni eftir 90 minuttir, men kompensatiónin hjá vertu­ num vóru tó sjálvandi tey bæði málini frá Andrew, ið mestsum lótu dystin aftur. At veikasti parturin á HB­liðnum er verjan, kom so brádliga til sjóndar, tá persónligar verjuvillur góvu NSÍ høvi til at koma inn í dystin eina lítla løtu. Tey bæði málini hjá Hjalgrím Elttør settu lív í síðstu løtuna av dystinum, men tá Andrew av Fløtum við tveimum málum aftrat svar­ aði aftur í hinum endanum, var spenningurin kvaldur í føðingini. Tá fyrstu vespurnar komu til landið í sínari tíð, varð sagt, at tær reiðraðust í Gundadali. Kanska tað er ein orsøk til, at vespufell­ urnar har á leiðini virka so væl… Vespufellan virkaði Andrew av Fløtum, sum mestsum einsamallur av­ gjørdi toppdystin fyri HB í gjárkvøldið, var í 2002 toppskjútti í bestu deildini við 18 málum, og nú 12 umfør eru farin í ár, er hann komin upp á átta mál. – Tað var deiligt at skora »hat­trick« aftur, tí tað haldi eg ikki, at eg havi gjørt, síðani eg kom aftur til Føroya at spæla. Og tað var langt síðani, eg skoraði meiri enn eitt mál í einum dysti, staðfesti trífaldi mál­ skjúttin hjá HB eftir dystin ímóti NSÍ. Men hann hevði lítlan hug til at taka sær sjálvum heiðurin fyri málini ella sigurin, tí hann vildi nógv heldur rósa viðspælar­ unum: – Eg haldi, at vengurnir hjá okkum vóru heilt ótrúliga góðir, og miðvøll­ urin vann eisini eina rúgvu av bóltum, segði Andrew av Fløtum, sum tó ikki var heilt nøgdur við alt. – Sum tað tíverri er hent fyrr, sovnaðu vit eftir 3­0, og tá Hjalgrím Elttør so fekk tvey góð mál, skakaði tað okkum í eina løtu. Men eg ivaðist ikki í, at vit fóru at klára tað aftur hesa ferð, tí tað gjørdu vit jú eisini við Margáir sunnudagin. hil Ikki nøgdir við avrikið Tvífaldi málskjúttin hjá NSÍ, Hjalgrím Elttør, sum við tveimum málum skapti eitt sindur av spenningi ímóti endan á dystinum í Gundadali í gjárkvøldið, var vónbrot­ in eftir tapið ímóti HB. – Vit kunnu avgjørt ikki vera nøgdir við okkara avrik í dag, tí vit góvu HB lætt spæl, serliga í fyrra hálvleiki, so teir kundu vinna fult uppiborið, segði hann. Í fyrra hálvleiki vísti NSÍ sera lítið ímóti væl upplagda HB­liðnum, og tað var eisini eitt evni í skiftirúminum í steðginum: – Í hálvleikinum ásannaðu vit, at vit kundu bara gera tað betri í seinna hálvleiki. Tað royndu vit eisini, men tað riggaði bara ikki nóg væl, tí teir skoraðu til bæði 2­0 og 3­0, áðrenn vit vaknaðu, segði Hjal­ grím Elttør. – Men tá vóru bara fimm minuttir eftir, og tá Andrew so skoraði tvey mál aftrat, var dysturin liðugur fyri okkara við­ komandi. hil Málini 1-0: Bjarni Jørgensen rann djúpt í høgru síðu, smeyg sær millum miðverjuna og bakkin, og fintaði málmannin, áðrenn hann setti bóltin í netið. 2-0: Bólturin var spældur úr vinstru síðu inn um verjuna, har Rógvi Poulsen fekk tamt bóltin í aðru atløgu og síðani skotið hann í málið úr stuttari frástøðu. 3-0: Bjarni fór ígjøgnum í høgru síðu og spældi frá baklin- juni Andrew av Fløtum leysan, so hesin kundi skora trygt – møguliga hjálptur av einum NSÍ-fóti. 3-1: Hjalgrím Elttør var púra leysur, tá ein góð sending slapp fram við miðverjuni hjá HB, og í evstu løtu fekk hann takla bóltin frá málverjanum og í mál. 3-2: Eitt væl spælt álop endaði við, at HB-miðverjan var yvirspæld, og so kundi Hjalgrím skapa spenning í dystin við sínum øðrum máli. 4-2: Bólturin var spældur úr høgru síðu yvirum til Andrew, sum slapp frá bakkinum og smekkaði til úr spískum, so allur spenningur var tikin úr aftur dystinum. 5-2: Andrew útnyttaði, at øll NSÍ-verjan lá frammi á miðju- ni, og hóast hann var runnin aftur, slapp hann framvið og kundi fullføra sítt »hat-trick«. Andrew av Fløtum og HB vóru alla tíðina framman fyri Jóhan Troest Davidsen og NSÍ í Gundadali í gjárkvøldið Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Andrew rósti øllum hinum Bolt skjótastur í ár Usain Bolt, sum eigur metið á 100 metra teininum í renning, undirstrikaði mikukvøldið, at hann framvegis er skjótasti maðurin í heiminum. Hann kom fyrstur á mál í kapping í Ostrava í Kekkia, har hann bert nýtti 9,77 sekund um teir 100 metrarnar. Skjótastu tíðina higar til í ár átti Michael Rodgers við 9,94. Heimsmetið hjá Bolt á teininum er annars 9,69 sekund. B36 vann Cadburys- teypið Hjá smádreingjum spældu B36 og KÍ steypafinalu í ár. Dysturin endaði við 4­1 sigri til B36. KÍ legði seg annars á odda í finaluni við máli, sum Bárður Hansen skoraði longu eftir 4 minuttir. Men longu fyri hálvleikssteðgin hevði B36 svarað aftur við trimum málum, og í seinna hálvleiki skoraði B36 enn eitt mál, so steypasigurin var heima. Málskjúttar vóru Borgar Debes og Rasmus Sørensen, sum skoraðu tvey mál hvør. Niclas Davidsen handaði B36 Cadburysteypið.