Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 114 - 18. juni 2009 ] B36 KÍ Fótbóltsspælið var sjáldan heilt flótandi, men bæði B36 og KÍ løgdu nógv fyri í royndunum at vissa sær sigurin miku­ kvøldið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 12 umfør av Vodafone- deildini hevur KÍ framvegis ikki vunnið. Og enn sum áður skal B36 leita sær aft- ur til triðja umfar av kapp- ingini, um teir skulu finna sín seinasta sigur. Úr KÍ hevur boðskapurin verið, at hesir seinastu tríggir dystirnir undan steð- ginum skuldu geva sjey stig, og tí var væntandi, at KÍ legði bragdliga fyri mikukvøldið, men dysturin var ikki meira enn byrjaður, áðrenn fyrsti skelkurin kom. B36 hevði longu hótt málið hjá Jákupi Mikkelsen, áðrenn Magnus Olsen sendi hornaspark innfyri úr høgru. Inni í málteiginum var Brima Koroma nógv hægstur, og so sat bólturin í meskunum til útileiðslu. Allan er snúningspunktið Málið gav sjálvandi KÍ ein skelk, og fyrsta korterið eftir hetta høvdu teir ógvu- liga trupult við at fóta sær. Spakuliga fingu teir tó takið á miðvøllinum. Ikki minst takkað verið Allani Joensen, sum stýrdi tí, sum var at stýra av spæli hjá KÍ. Orkan í beinunum er kanska ikki heilt tann sama, sum hon áður hevur veri, og tá hann á tímanum varð skiftur út, var ikki nógv eftir at geva av. Men fram til tá prógvaði hann so ruddiliga, at skal verandi KÍ-manning fáa tey stigini, sum eru neyðug fyri at yvirliva í deildini, so má hetta henda við einum Allani Joensen rættiliga nær toppinum. Tá útjavnandi málið kom, var talan tó um mistak. Herbert í Lon Jacobsen gleið, tá hann annars tóktist hava fult tamarhald á bóltinum, og so var Kristoffur Jacobsen skjótur avstað. Klaksvíkingurin streyk oman at baklinjuni, og so kundi Ivan Joensen í tveimum royndum sendi bóltin í meskarnar. Eftir steðgin gjørdist spælið ikki betur, men frá báðum síðum varð bæði givið og tikið av heilum hjarta. Og hóast tann heilt opni møguleikin ikki kom, so skaptu bæði liðini nógvar vandastøður, har bara sein- asti neyvleikin restaði, áðrenn tað av álvara gjørdist heilt vandamikið. Talan skuldi tó aftur verða um hornasparksstøðu, áðrenn B36 skeyt seg upp á 2-1. Og talan var um eina sanna perlu, tá Róaldur Jacobsen við innarusíðu heilflukraði bóltin í mál- hornið, tá Magnus Olsen sendi bleytan bólt inn i brotsteigin. Klaksvíkingar vildu tó ikki niður við nakkanum. Trýstið gav eisini skjótt úrslit, tá Jógvan Isaksen var hægstur eftir hornaspark, og so royndu báðir aftur at trýsta. Næstur við at avgera dystin var Magnus Olsen, tá hann royndi seg úr 20 metrum, men við ytsta pettinum av handskunum kundi ein hálvskaddur Jákup Mikkelsen førka bóltin nakrar sentimetrar, soleiðis at hann tók í sjálva sam- ankomingina heldur enn at detta niður í netið. KÍ fekk hinvegin ikki skapt sær teir heilt opnu møguleikarnar. Men sein- astu løtuna tóktust teir trýsta meira í desperatu royndini eftir sigrinum, sum fram- vegis noktar at vísa seg. Glottar Hóast javnleikurin neyvan kann metast sum eitt nøktandi úrslit hjá nøkrum av pørtunum, so kunnu bæði liðini kortini taka nakr- ar glottar við sær. Fyrst og fremst at hug- burðurin til dystin var tann rætti, og bara hetta í sjálvum sær kann vera við til at flyta tey fjøll, sum mugu flytast – serliga hjá KÍ. Og so man tað eisini styrkja moralin hjá Klaks- víkingunum, at teir tvær ferðir megnaðu at koma aftur, hóast mótstøðuliðið hevði lagt seg á odda. Higar til í ár hava ungu klaks- víkingarnir kanska verið dekan ov lættir at knógva á sálarliga økinum, men tí pástandinum mótprógvaðu teir hesaferð. KÍ vann Niels L. Arge steypið Hjá smágentum vóru KÍ og HB komin í finaluna, og hesin dysturin endaði við 2-0 sigri til KÍ. Sum tann einasti av finalunum hjá teimum yngru var dysturin spældur við Margáir í Streymnesi. KÍ vann dystin 2-0, og málini skutu klaksvíksgentur tíðliga í dystinum. Áðrenn 10 minuttir vóru spældir hevði Ásla Johannesen skorað tvey mál, og tað vóru einastu málini, sum komu í dystinum. Niclas Davidsen og Álvur Hansen handaðu heiðursmerki og steyp eftir dystin. B36-KÍ 2-2 (1-1): Bæði stríddust fyri sigrinum KÍ og AB í steypafinaluni KÍ og AB vunnu eisini sínar seinnu hálvfinalur, og tey bæði fremstu kvinnuliðini hittast í steypafinaluni fyrst í juli. AB hevði hálvtannað bein í steypafinaluni eftir 6-1 sigur í fyrra dystinum ímóti felagsliðnum MB/07V. Og AB vann eisini seinna dystin, sum varð spældur á Argjum í kvøld. Úrslitið gjørdist 3-0 til AB. Málskjúttar vóru Ásleyg Súnadóttir (2) og Valgerð Andreasen. KÍ vann fyrru hálvfinaluna ímóti Víkingi 2-0. Úrslitið var tað sama, tá liðini hittust í seinnu hálvfinaluni í Gøtu í kvøld. Málskjúttar vóru Sigrid Jacobsen og Eina Kalsø. Sostatt verða tað tey bæði fremstu liðini í landskappingini, sum eisini skulu spæla steypafinalu tann 4. juli Ein javnleikur var ikki tað, sum B36 ætlaði sær í Klaksvík, og liðskiparin hjá teimum, Klæmint Matras, var eisini skjótur at staðfesta, at teir ikki høvdu orsøk at vera nøgdir. - Nei, tað haldi eg ikki. Tað er ikki nóg gott, tá vit tvær ferðir tveita eina leiðslu burtur. - Og eg haldi ikki, at spælið í dag var serliga gott, hóast vit í seinna hálvleiki vísa tann stríðs- viljan, sum er neyðugur at vísa. Fyri steðgin vóru vit hinvegin nakað tamir, og tað gav teimum ov góðan møguleika at spæla, segði Klæmint Matras. Tit hava nú spælt javnt tvær ferðir, eftir at tit annars hava tapt fleiri ferðir á rað. Er hetta tekin um, at tit nú eru á veg upp úr aldudalinum, sum tit hava verið í? - Ja, tað haldi eg, at vit hava verið. Tá tú hevur tapt somikið nógvar dystir á rað, so er tað øgiliga gott, at tú byrjar at fáa stig. Tað er altíð ein byrjan upp á eina vend, segði Klæmint Matras. -mørk Missa ov lætt Hóast KÍ hesa ferð svaraði aftur tvær ferðir, tá mótstøðuliðið hevði lagt seg á odda, so vildi Jákup Mikkelsen als ikki siga, at teir vóru nøgdir eftir dystin mikukvøldið. - Sjálvandi er tað altíð gott, at vit koma aftur tvær ferðir. Men eitt stig fyri dystin í dag er nógv for lítið. Hyggur tú eftir stiga- talvuni, so er hetta væl ein dystur, sum tit skulu vinna, um tit ætla tykkum upp um niðurflytingar- strikuna. - Ja, og eisini um tú metir eftir liðunum. Tí eg haldi ikki, at B36 hevur eitt betri lið enn vit. Men vit hava bara fingið eitt stig teimum í tveimum dystum, og tað er ikki gott nokk. - Í løtum kempa vit tó sera væl í dag, men tað er framveigs ov lítið. Vit lova teimum eisini at skora alt fyri eitt, hóast vit høvdu avtalað, at vit skuldu niðan at trýsta teir alt fyri eitt. Og teir skora eisini bæði málini upp á hornaspark, og tað er ikki nóg gott. So vit hava nógv at arbeiða við komandi vikurnar, sigur Jákup Mikkelsen. 12 dystir og fimm stig er ikki akkurát tað roknistykkið, sum klaks- víkingar høvdu droymt um. Og hóast tað gongur væl at halda lagnum í hópinum uppi, so staðfestir Jákup, at nú skulu stig á kontina heilt skjótt. - Eg segði sunnudagin, at seinastu tríggir dystirnir undan steðginum skuldu geva okkum sjey stig. Vit fingu so eitt í dag, og so mugu fara eftir seks stig- um í teimum báðum kom- andi dystunum, sigur Jákup Mikkelsen. -mørk Alt ov lítið Nærdystirnir vóru nógvir og intensir, men tá alt varð lagt saman, leitaðu KÍ og B36 til fánýtis eftir sigrinum í Klaksvík mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen