hósdagur 18. juni 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 18. juni 2009
19
Sigurin á NSÍ og
stigamissurin hjá
Víkingi sendi HB so
púrasta einsamalt
avstað í fótbóltsoddi
num. Og í botninum
hevur ÍF nú tikið
kvørkratak á 07
Vestur og KÍ
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við 12 umførum farin aftur
um bak, tosar stigatalvan
fyri fyrstu útgávuna av
Vodafone-deildini
sítt
týðuliga mál.
Av teimum 36 stigunum,
sum spælt er um hjá hvørj-
um liði, hevur HB vunnið
tey 29, og sigursvanda
havnarfelagið er í løtuni ein
alsamt vaksandi favorittur
til FM-heitið í føroyskum
mansfótbólti.
Hesa ferð gjørdist talan
um tryggan sigur móti NSÍ,
sum ongan tíð veruliga tók-
tist til reiðar at taka dystin
móti oddaliðnum upp.
Næsta uppgávan hjá HB
er
í
Sarpugerði
móti
Víkingi, og tað líkist í løt-
uni seinasta møguleikanum
hjá sambiðlunum til gullið
at gera nakað sum helst við
HB. Í øllum førum er støðan
tann, at fær HB nakað við
sær úr Gøtu, so skulu teir
snáva meira enn tí einu
ferðina, áðrenn nakað av
hinum liðunum kann vinna
sær veruligt samband aftur.
Og hóast tað enn eru 15
dystir eftir at spæla, so er
tað væl ein støða, sum teir í
HB so væl og virðiliga
kunnu liva við.
B68 hoppar
Meðan NSÍ fall og Víkingur
snávaði, prógvaði B68 enn
einaferð, at teir í løtuni eru
eitt fult so gott boð til
avbjóðara hjá HB sum
nakað annað lið.
Sigurin á greipuvinnar-
unum staðfesti so ruddiliga,
at EB/Streymur ikki longur
skal takast sum ein seriøsur
kandidatur til oddastríðið,
men samstundis undirstrik-
aði tað enn einaferð, hvussu
væl B68 er fyri í løtuni. Og
verður hugsað um, at liðið
hevur tveir heimadystir á
rað (móti ÍF og NSÍ) undan
summarsteðginum,
kann
liðið so væl og virðiliga
standa sum fremsti avbjóð-
arin til gullið, tá fari verður
í stutta summarsteðgin. Ein
summarsteðgur, har B68
kanska eisini hevur tann
fyrimun, at teimum als ikki
nýtist at brúka kreftir til at
hugsa um stórar og krevj-
andi europiskar uppgávur.
Kvørkratak
Hóast tað hjá 07 Vestur var
eitt heilt hampuliga gott
úrslit, tá teir fingu eitt stig
burtur úr heimadystinum
móti Víkingi, so bar sigurin
hjá
ÍF
við
sær,
at
kvørkratakið á niðaru liðini
gjørdist enn fastari.
Eftir at B36 og ÍF bæði
høvdu
víst
onkrastaðni
millum lítið og einki sein-
asta sunnudag, gjørdu fugl-
firðingar bart móti einum
AB-liði, sum tykist vera
steðgað eitt sindur upp,
meðan B36 – hóast teir enn
leita eftir sigrum – vísti
munandi betri taktir í Klaks-
vík, enn teir hava gjørt tey
nógvu seinastu umførini.
Tí eru útlit fyri, at tey
bæði liðini fara at skava sær
fleiri stig saman komandi
dystirnar, og tað økir aftur
um trýstið móti 07 Vesturi
og KÍ.
Í so máta verður talan næst-
an um lagnuumfar, tá 13.
umfarið er á skránni um
vikuskiftið. Tá skal 07 Vestur
til Havnar at spæla móti B36,
meðan KÍ fer á vitjan hjá
AB. Heimasigrar í hesum
báðum dystunum kunnu bera
við sær, at spenningurin í
botninum er mest sum fokin,
áðrenn vit eru komin í helvt
við
ársins
útgávu
av
Vodafone-deildina.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
HB rennur undan restini
Fagnaðurin í HB-leguni var stórur í gjár. HB bukaði NSÍ av í
oddabrakinum í Gundadali, og tá Víkingur samstundis snávaði
í Sørvági, er munurin niður til næsta liðið nú fimm stig
Mynd: Einslistir/Hilmar Jan Hansen