Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2009 Børn og ung, sum ferðast á netinum og hava vangamyndir á Facebook ella líkandi, eiga at vera sera varin, hvussu tey stíga. Tey eru í vandabólki, bæði sum sendari og sum móttakari, ávarar Dátueftirlitið Dátueftirlit Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Sjálvt um tú kann spæla á neti num, er netið ik ki at spæla við. Tað stað- festir Dá tu eftir litið. Í bóklinginum »Tað er tín avgerð«, sum Dátueftirlitið í fjør bar út til næm- ingar í fram halds- deild unum, og sum ný klak tu lærararnir á Lærara skúlanum fingu fram lagt í gjár, ávarar Dátu eftirlitið um teir mongu vandarnar við at ferðast í elektroniska heimi num, tað verði seg bæði á internetinum og við far t elefoni. Internetið er ótømandi fyri nýggjar og spennandi møgu leikar av alskyns slag. Tú kanst hava egna vanga- mynd á Facebook, Arto, My space, Twitter og so fram vegis, tú kanst taka tón leik og filmir niður, tú kann leggja myndir út og deila títt lív við allar tínar vinir á netinum, og tú kanst kjatta við øll møgulig fólk, kend sum ókend. Men tað er vandi í allari vælferð, ávarar Dátu- eftirlitið. - Internetið er náðileyst. Tá okkurt er sagt ella gjørt, er ov seint at trýsta á angr i knøttin, tí har er eingin slík ur, staðfestir Dátu eftir- litið. Egin blaðstjóri Øll bløð hava ein blaðstjóra, sum hevur ábyrgdina av øll um tilfarinum í blaðnum og á heimasíðuni, bæði teks ti og myndum. Ljótar lygn ir, menniskjajagstran, ólóg ligar myndir og rasis- ma gera stóran skaða og kun nu revsast við bæði bót og fongsulsrevsing. Men tá tú ferðast á neti- num og umsitur tína vanga mynd á ymsu síðu num, er tú tín egni blað stjóri, og stend ur við ábyrgdini fyri tí, sum tú legg ur út á net - ið. - Tí mást tú hugsa teg væl um, hvør ja ferð tú skrivar um teg sjál va og onnur í kjat ti, blogg um, heima síð um og øðrum á inter net in- um. Sama er gald- and i fyri mynd ir. Tað hevur stór an týdn ing, at tú kanst svara fyri tínum gerðum. Hóast tú metir okkurt vera skemt, kann tað særa onnur, sigur Dátueftirlitið í bók lin g i num »Tað er tín av gerð« Fyri allar ævir Tilfar á internetinum breiðir seg skjótt. Tað kann vera ein góður hentleiki, men eisi ni ein stórur vandi. – Tað er gjørligt at strika upp lýs ingar og myndir, sum tú hevur lagt á internetið. Men onkuntíð ber ikki til at fáa fatur í øllum, tí tilfarið kann vera avritað og lagt út á aðrar heima síður. Ei si ni kann avrit av tilfarinum vera goymt á bæði smáum og stórum leiti maski num. So statt kann til far vera strik að, men ikki ordiliga vekk hóast alt, ávarar Dátu eftirlitið. Talgild happing er eisini í Føroyum Ein kanning vísir, at í Noregi hava 14 pro sent av in ter net - brúk ar u num í aldr i num 9 til 16 ár sent hatskar við merkingar á inter neti num. 75.000 børn og ung í Noregi hava fingið teldu post, sum hevur gjørt tey kedd ella bangin. Av hesum hava 19 prosent sagt einum vaks num frá, meðan 10 pro sent hava sett seg í sam band við løgregluna. Ein føroysk kanning, sum var gjørd um happing í før- oyska fólkaskúlanum í 2007 vísti, at fýra prosent av næmingunum kenna seg happaði av ótespiligum boð um, samrøðum og øðrum á internetinum ella fartelefoni. Strippaði fyri allari verðini Ein 14 ára gomul genta vísti seg fyri sjeikinum gjøgnum vevmyndatól. Nakrar vikur seinni kundu øll síggja hana á YouTube. Tað, sum var meint sum fitt undirhald, gjørdist ein sonn marra. Eftir 19 tímum høvdu 600 fólk verið inni og hugt eftir upptøkuni. Pápi gentuna meldaði útbreiðsluna av myndunum til løgregluna Kelda: Expressen.se SHIT HAPPENS! Revsað fyri happing á netinum Ein 17 ára gomul norsk genta varð dømd fyri brot á revsilógina, eftir at hon hevði kallað eina aðra gentu fyri skøkju á kjattinum. Rætturin helt, at boðini vóru at meta sum jagstran og happing, og tí ikki vard av talu- og skrivifrælsinum. Gentan varð dømd at gjalda 4.500 krónur í bót. - Vit finna altíð persónin, sum kann ábyrgdast fyri slíka jagstran. Fólk halda, at tey kunnu krógva seg á netinum, men tey leggja altíð elektronisk spor eftir sær, segði eigarin av kjattsíðuni. Kelda: digi.no SHIT HAPPENS! Internetið er ikki at spæla við 8 góð ráð um hvussu børn og ung kunnu ferðast tryggari á netinum 1. Ver móti øðrum á internetinum, soleiðis sum tú ynskir at tey skulu vera móti tær. 2. Upplýs ikki títt rætta navn ella títt loyniorð. 3. Ver varin við at geva upplýsingar um teg sjálvan. 4. Spyr um loyvi áðrenn tú leggur upplýsingar ella myndir hjá øðrum út á netið. 5. Skalt tú hitta onkran, sum tú hevur kjattað við á internetinum, tak so ein vaksnan persón við tær. 6. Hygg eftir hvør hevur skrivað upplýsingarnar, sum tú lesur. Minst til, at øll kunnu leggja út á netið. 7. Hugsa teg um áðrenn tú tekur ókeypis tilfar niður av internetinum. Tilfarið kann vera fongt við virusi og øðrum. 8. Tosa við ein vaksnan persón, um tú hevur upplivað okkurt ótespiligt á netinum. Avritað við loyvi úr »Tað er tín avgerð«, bóklingur frá Dátueftirlitinum Tað kann vera vandamikið at ferðast á netinum. Upplýsingar og myndir breiða seg uttan eftirlit, tá tær fyrst eru lagdar út. Tá tú hevur trýst á send, er ov seint av royna at fjala útyvir aftur, sigur Dátueftirlitið Mynd: úr »Tað er tín avgerð«, bóklingur frá Dátueftirlitinum Samkip positivan roknskap Tað eru ikki allar flutningsfyritøkur, sum hava reyð tøl á botnlinjuni. Føroyska deildin hjá Samskip hevði yvirskot í fjør, og tó at tað ikki var stórt, so fegnast leiðslan. Sjálvt um tað gongur striltið hjá farmaflutnins- fyritøkum at forvinna pening í hesum døgum, nú búskaparstøðan er versnað nógv, eru kortini glottar at finna. Samskip í Føroyum hevur almannakunngjørt ársroknskap sín fyri 2008, og hann vísir eitt avlop upp á góðar 700.000 krónur. Joel undir Leitinum er stjóri hjá Samskip í Føroyum, sigur at orsøkin til at Samskip siglir ímóti streyminum, er optimering og spísskompitensa av starvsfólkum. -Fyritøka okkara er væl trimmað til búskaparligar broytingar, og tað bleiv hon longu tá tey fyrstu tekn um kreppu vóru at hóma, sigur Joel undir Leitinum. Millum annað valdi felagið at fara frá einum flutningskervi upp á fýra skip niður í trý, og tað skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð, sum hevur við sær, at felagið framhandandi forvinnur pengar. Helsinki Strings í Klaksvík Í morgun kl. 11.00 vóru skularnir í Klaksvík boðnir til konsert við Helsinki Strings. - Har sótu næmingar og spældu fyri nælingum – líkar í aldri, men klangurin, fyllan og góðskan , sum Helsinki Strings høvdu at bera fram var øgiliga gott, sigur Klaksvíkar kommuna. Fulltøkin og yrkisorkastur í Wien og London hava ilt við at gera hesum úrmælingum tað eftir. Ein sera hugtakandi og sjálvsom konsert í Christianskirkjuni; har ungdómar sótu aftanfyri ljóðførini, sambært Klaksvíkar kommunu. Konsertin verður endurtikin fyri almininginum í kvøld kl. 20.00 í Christianskirkjuni.