Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 114 - 18. juni 2009 Fyrsta bókin hjá Rakel Helmsdal um Viktor Hugo Person er nú komin út á nýnorskum Týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrsta bókin í røðini um børn og vaksin í Port Janua eftir Rakel Helmsdal er nú komin út á nýnorskum. Bókin Tey kalla meg bara Hugo kom út á føroyskum í 1995 og var sum eitt frískligt lot í føroyskum barnaskaldskapi, av tí at hon var so øðrvísi í mangar mátar, siga tey á Bókadeildini, sum altíð fegnast, tá teirra bøkur eisini gerast kendar úti í heimi. Keddur um sítt navn Higartil eru fýra bøkur komnar út á føroyskum í røðini við dronginum Viktor Hugo Personi sum høvuðspersóni. Viktor Hugo Person fær knappliga ampa av navni sínum, tí at hann í skúlanum verður borin saman við kúluta og krókbeinta klokkaranum í Notre Dame kirkjuni í París, sum franski rithøvundurin Victor Hugo skrivaði um. Tað er ein lærari, sum fær Hugo at kenna seg illa av navninum og ger, at hann hevur marruna um náttina. Tað verður ikki betur av, at í skúlanum gongur ein genta, ið eitur Esmaralda, sum Hugo verður argaður við, og ringastur at arga er vinmaðurin Ravnur. Rakel førir lesaran við sær ígjøgnum býin saman við Hugo, har vit hitta fólk, sum á mangan hátt eru egin. Tey hava fremmand eksotisk nøvn, og lesarin fær høvi at síggja aðrar kanska meiri musiskar síður av tilveruni, tí, at Rakel leggur dent á at lýsa hendingar og fólk á øðrvísi hátt, enn vit kanska eru von. Í tíðindaskrivi frá norska forlagnum Kapabel forlag, sum hevur givið bókina út, siga tey at: Lívið í Port Janua er sum lívið í Tórshavn, í Haugesund, Leirvík á Stord ella Os. Bókin eitur á norskum Dei kallar meg berre Hugo. Lars Moa hevur týtt. Rakel Helmsdal á nýnorskum Fyrsta bókin hjá Rakel Helmsdal um Hugo er nú komin út á nýnorskum við heitinum "Dei kallar meg berre Hugo" Øll atgongumerki á netinum eBillett.fo er heitið á nýstovnaða føroyska nethandlinum, ið selir atgongumerki til fleiri ymiskt tiltøk í Føroyum. Á fyrsta sinni ber nú til at keypa atgongumerki til fleiri tiltøk í Føroyum á sama stað. Á eBillett.fo verða søla og keyp av atgongumerkjum savnað á einum stað. Soleiðis kunnu fyriskiparar av tiltøkum lætt selja atgongumerki gjøgnum eina skipan, sum er skræddaraseymað til júst hetta endamálið, sigur Halgir Winther Nagata, sum hevur gjørt síðuna- Hetta ger eisini lívið lættari hjá keyparum, sum fáa møguleika at keypa atgongumerki ómakaleyst og trygt við gjaldskorti ella bankaflyting. Tey fáa síðani sína eBillett, sum bert skal skrivast út og takast við til tiltakið, sigur hann. Sjey milliónir krónur tøkar Granskingarráðið lýsir nú eftir umsóknum til stuðul til gransking, menning og nýskapan. Á fundi í apríl tók Granskingarnevndin avgerð um, ikki at lýsa eftir umsóknum innan ávís øki, sum hevur verið vanligt undanfarnu árini. Tískil kann søkjast um stuðul til verkætlanir innan øll yvirskipaðu økini, sum eru: Matur, Mentan, Samfelag, Náttúra og Náttúrutilfeingi, Fólkaheilsa og Tøkni. Í 2008 vóru 39 umsóknir, ið søktu um góðar 31 mio. kr. Umleið 7 mio.kr eru tøkar til nýggjar verkætlanir í 2009. Umsóknarfreistin í ár er 1. september 2009 kl. 12:00 føroyska tíð. Lesið meira á www.gransking.fo Lundin og og føroyskar plantur eru evni í tveimum nýggjum bókum í røðini um ymisk føroysk evni ÚTgáva Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Bókarøðin hjá H. N. Jacob- sens bókhandli við felags heitinum HNJ's ulti mative guide til Færøerne um ymisk føroysk evni heldur nú fram við tveimum nýggj- um bókum í fikku stødd. Onnur bókin er um før- oy s kar plantur, meðan hin lýsir lundan. Lundar op plantur Bókin um plantur lýsir 84 av teimum mest vanligu plant un um, sum vaksa í Føroy um. Planturnar eru lýst ar í vøkrum myndum og greið um teksti á átta mál- um, harímillum á føroyskum og latíni. Tað er Anna Maria Fosaa, plantufrøðingur, sum hevur skrivað bókina, har hon greiðir frá plantu vøkstri- num í Føroyum, hvussu nógv ar villar plantur eru, hvar hesar eru at finna og hvussu nógv er til av teim- um Bókin um lundan lýsir hvørja lundafamilju, lundin í Føroyum hoyrir til, hvar og nær hann eigur og er friðað ur. Eisini gevur høv- und ur in innlit í, hvussu lund in hevur verið veiddur í Føroyum gjøgnum tíðirnar, og hvønn týdning hann hevur havt fyri føroysk húsar hald. Tað er Jens- Kjeld Jensen, sum hevur kann að føroyskar fuglar í meir enn 30 ár, ið hevur skrivað bókina um lundar í Før oyum. Hentar hjá ferðafólki Bøkurnar í fikkurøðini eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álít an di og dagførdum upp- lýs ingum um føroysk viður- skifti, men eru eisini áhuga- verdar og viðkomandi hjá før oy ingum. Bøkurnar eru á enskum og á donskum. - Okkum hevur leingi vant að tílíkar bøkur, ið vi ð- gera evni, sum ferðafólk hava áhuga fyri, sigur Ingi- gerð á Trøðni, leiðari á Kunn ing arstovuni í Havn. Ætlanin er á hvørjum ári at geva bøkur út í røðini um nýggj evni. Av evnum, sum ætlanin er at umrøða, kunnu til dømis nevnast víkingar, bók mentir, matuppskriftir, bind ing og hondarbeiði, før oysk ur dansur og før- oyskt mál. Bøkurnar eru ymsar í vavi, umleið 40 til 60 síður og fáast í bókhandlum, kunn ing ar stovum og á bensinstøðum kring landið. Lundi og plantur sum fikkubøkur Nýggju bøkurnar í fikkurøðini hjá HNJ bókhandli eru sera snøggar við góðum myndum og greiðum, stuttum teksti