Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 114 - 18. juni 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Anna Nysted Simonsen, Hvannasund, andaðist á Norðoya Røktarheimi týsdagin, 78 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður úr Hvanna­ sunds kirkju fríggjadagin kl. 14. Andlát og jarðarferðir Dagurin 18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Í dag hósdagin 18. juni lata Beinta og Rannvá Isaksen upp ein nýggjan handil í Kvívík. Talan er um hand­ ilin »Forever«, sum selur alskyns prýði. Beinta og Rannvá – sum báðar eru giftar Isaksen, av tí at menninir hjá teimum eru brøður – lata í dag hand­ il upp nýggjum hølum á Víkarvegi 33 í Kvívík. Handilin sjálvur hevur verið til í eini tvey ár, tá tær sjálvar byrjaðu at fara runt at selja. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur handilin somuleiðis verið at finna á netinum og í dag verður fys­ iski handilin so latin upp. Men so er spurningurin, hví tær báðar lata handil upp í Kvívík. Vit skuldu vera onkustaðni, og vit búgva í Kvívík, har tað er munandi bíligari enn at hava handilin í Havn, sigur Rannvá Isak­ sen. Hon leggur afturat, at tær hava góðar vónir, hóast sølan ikki er so góð í løtuni, sum hon onkuntíð hevur verið. Samstundis, sum hon staðfestir, at handilin ikki verður opin hvønn dag, men at kundar altíð kunnu røkka handlinum. Vørurnar hjá handlinum verða gjørdar í eysturlond­ um, men verða innfluttar úr Danmark. Á netinum er handilin at finna á 4ever.fo Hósdagin og fríggjadagin er handilin opin frá kl. 14­ 20, og leygardagin er opið frá kl. 10­16. Umframt hesar tíðir ber til at ringja á tel. 211677 ella 721890. -red Rannvá Isaksen í nýggja handlinum Forever í Kvívík Forever í Kvívík Í sambandi við Tórsfagnaðin í Havn letur listamaðurin Kári Svensson upp fram­ sýningina “Nýtt úr Havn” í Smiðjuni í Lítluvík leygar­ dagin kl. 11.30. Talan er um eina framsýn­ ing við 17 oljumálningum á lørift og 15 oljukritsskitsum á pappíri. Myndevnini eru ein ferð gjøgnum Havnina, sigur Kári, sum sigur seg vera havnarmann við stóra H, hóast hann dagliga arbeiðir í sínum atelieri á Velbastað, har hann stórtrívist. Framsýningin verður opin til kl. 20 leygarkvøldið. Annars verður hon eisini opin sunnudagin, mánadag­ in og týsdagin, allar dagar frá kl 14­18. -red »Nýtt úr Havn« í Smiðjuni Kári Svensson hevur listaframsýning í Smiðjuni í sambandi við Tórsfagnaðin Mynd: Magnus Gunnarsson