Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 18. juni 2009 15 Kanska ein smásáraður borgarstjóri úr Skopun, sum kennur seg trakkað­ an á av borgarstjóranum úr grannakommununi, Páll á Reynatúgvu. Eg vil sleppa at siga nakrar sannleikar, sum eg meti skulu sigast Sands Kommuna tók tann prýðiliga Skúlan í brúk í vetur. Har vóru øll bygdar­ ráð boðin við, og har við eg sjálvur. Eg gleddist um innbjóðingina at kunna møta sum borgarstjóri fyri grannakommununa fyri norðan og ikki minst møtti eg eisini sum løgtingsmað­ ur. Til hetta høvið hevði eg skrivað eina stutta røðu; eg var jú í føðibygd móður mínar, har eg sum smá­ drongur var hvørja summ­ arferiu, og ætlaði eg at frambera hesa røðu mína sum eina heilsan til bygd­ arfólkið á Sandi. Hetta var mær noktað av borgarstjór­ anum, Páll á Reynatúgvu, so Gerhard fór so nakka­ langur norður aftur til Skopunar. Sands Kommuna hevði móttøku sunnudagin, har bókasavnið var alment tikið í brúk. Daniella í Horni hevur latið 2 mill kr til hetta vælaverk. Hetta skal hon hava heiður og rós fyri. Landið hevur goldið 3 mió kr, har eg sum løg­ tingsmaður havi gjørt mítt til, at peningurin var játtað­ ur. Heldur ikki hesaferð ynskti Páll á Reynatúgvu, at Gerhard skuldi verða til staðar, hetta føldist sum ein gráðin tøkk. Eg varð afturvaldur til formann í Sandoyar Skúla­ sambandi. Hetta fall nokk ikki væl hjá borgarstjóran­ um Pálli, hóast hann væl kennur til tann stóra fram­ burð, sum er farin fram við Meginskúlan hesi árini. Hvat ger Páll, jú hann hál­ verar gjaldið hjá Sands Kommunu til Meginskúl­ an, soleiðis at eg sum for­ maður havi stórar trupul­ leikar av røkja skúlan, hóast greiðar reglur eru fyri, hvussu gjaldast skal. Tað verður goldið eftir fólkatalinum og skatta­ grundarlagnum, og hetta fyrihalda allar hinar komm­ unurnar í oynni seg til. Hesin ósmædni borgar­ stjórin Páll á Reynatúgvu ger tað, sum neyvan nakar annar hevði hugsað. Gamaní var hann einmælt valdur til borgarstjóra og var tað ein álitisváttan, men nú kunnu barnaverdar­ mál avgreiðast innan fyri hansara egnu familiu, um eitt kaffiborð. Hetta letur seg gera av tí at: Hann setur systur sína í nevndina fyri Sandoyar Barnaverdartænastu, eg eri fullvísur í, at hon er álitis­ fólk, men! Hann setur seg sjálvan í nevndina fyri Barnaverndar­ tænastuna, har fólk úr formannskapinum úr Kommununum vanliga sita. Páll møtir sjálvur á fundi í nevndini fyri Barnavernd­ artænastuna, hóast næst­ formaðurin í Sands Komm­ unu var boðaður til fundar av formanninum í nevnd­ ini. Á hesum fundi var kona Páll á Reynatúgvu sett sum leiðari fyri Barna­ verndartænastuna á Sand­ oynni. Eg vil beinanvegin leggja afturat, at eg kenni hana sum eitt gott fólk. Eisini boðaði Páll til fundar við landsstýrismann­ in í vinnumálum, Johan Dahl, um flutning av fiski úr Sandoynni, sum er eitt sera týðandi mál fyri meg. Henda fundin var eg, sum løgtingsmaður, heldur ikki boðin við til. Hetta eru alt mál, sum eg dagliga verði spurdur um av sandoyggja fólki. Eitt skal eg siga tær Páll, tú kann bera teg soleiðis móti mær, leggja fótonglar í vegin, men einaferð slær tú teg ímóti. Tað verður kortini ikki móti mær tí, eg kann gott bakka undan. Páll, øll vilja verða so nøkunlunda viðfarin, eisini Gerhard Lognberg. Í øllum hesum føli eg meg trakkað­ an á og hildnan fyri gjøldur av einum manni, sum held­ ur skuldi rætt hondina fram. Eg havi sitið í Skopunar Kommunu síðani ´85, har eg havi samskift við ymisk­ ar borgarstjórðar, og hava vit víst virðing fyri hvørj­ um øðrum. Kanska er tað, sum tú einaferð segði mær á einum formansfundi: »Tú kemur úr einum hálv vánaligum skúla í Skopun, við sjey árum, meðan eg eri vælútbúgvin« Hevði tú so brúkt tína fornuft til samstarv heldur enn at spjaða. Páll tosar um samstarv, men heldur Gerhard burtur ein vónsvikin Borgarstjóri Gerhard LoGnberG Mín persónur hevur seinnu árini verið fyri ómetaliga nógvum álopum frá ónavngivnum persónum, sum á ymsum heimasíðum hava lagt meg undir líkt og ólíkt. Ongantíð havi eg so frætt sum skrivað ein stav undir dulnevni nakra­ staðni, og í allar flestu førum havi eg valt at venda hin vangan til, ásannandi at nyttuleyst er at verja seg, fyri myrkursins gongumonn­ um. Greinin hjá Ger­ hardi fær meg tó at gera eitt undantak, ikki minst tí at óseku næstringar mínir, vera drignir við niður í díkið Ongantíð hevur oyggin havt so stóran tørv á, at vit standa saman Gerhard, og tí harmar tað meg almikið, at tú roynir at seta kílar í samstarvstilgongdina í oynni, við at leggja eftir mínum persóni og næst­ ringum mínum. Eg fari ikki at brúka sama vápn og leggja eftir tær og tínum. Eg fari heldur ikki at lata hetta álop nerva samráð­ ingartilgongdina um eina kommunu í oynni. Fari bert at brúka høvið til at afturvísa grovastu ákærunum. »Hann setur systur sína í nevndina fyri Sandoyar Barnaverdartænastu, eg eri fullvísur í, at hon er álitisfólk, men!« Systur mín, Hanna á Reyna­ túgvu, sum er vælútbúgv­ um fakpersónur við hópin av relevantum royndum á økinum, varð vald av ein­ mæltum kommunustýri á Sandi, at umboða Sands Kommunu í Barnaverndar­ nevndini fyri Sandoyar Sýslu. Páll á Reynatúgvu, varð ikki á fundi meðan valið fór fram. (sambært gerðabók hjá Sands Kommunu). »Hann setur seg sjálvan í nevndina fyri Barnavernd­ artænastuna, har fólk úr formanskapinum úr Komm­ ununum vanliga sita.« Sambært samstarvssáttmál­ anum fyri Sandoyar Barna­ verndartænastu, eru borgar­ stjórarnir í sýsluni, føddir limir, í nevndini fyri sam­ starvið. Hettar uttan mun til, um borgarstjórin eitur Páll, ella Gerhard, so eg havi ikki sett meg til nakað sum helst í hesum føri, men røki eina skyldu, sum eg sum borgarstjóri á Sandi havi. »Páll møtir sjálvur á fundi í nevndini fyri Barnavernd­ artænastuna, hóast næstf­ ormaðurin í Sands Komm­ unu var boðaður til fundar av formanninum í nevnd­ ini. Á hesum fundi var kona Páll á Reynatúgvu sett sum leiðari fyri Barna­ verndartænastuna á Sand­ oynni. Eg vil beinanvegin leggja afturat, at eg kenni hana, sum eitt gott fólk« Kona mín, Kristina J. á Reynatúgvu, er ein væl­ útbúgvin fakpersónur, við relevantum arbeiðsroynd­ um á økinum. Mær vitandi varð hon sett í starv, tí at hon leyk fakligu krøvini til starvið. Sjálvur var eg ikki á fundi, tá gjørt var av, hvussu umsóknirnar skuldu viðgerast, ei heldur tá setanarsamrøðurnar vóru hildnar við umsøkjararnar, og ei heldur tá avgerðin um setanina varð tikin. Veit tó frá fundinum, tá um­ sóknirnar vóru brotnar upp, at tað vóru tríggir umsøkjarar til starvið. Veit eisini at hinir báðir um­ søkjararnir eisini vóru væl­ útbúnir og luku setanar­ krøvini, men valdu ikki at taka av starvinum. Summa summarum, so tók setanar­ nevndin av at seta Kristinu J. á Reynatúgvu í starv, sum hálvtíðarsettur leiðari fyri Sandoyar Barnavernd­ artænastu, og undirritaði var ikki á fundi, tá avgerðin varð tikin. Tað er ikki rímiligt, at næstringar mínir hava fyrimunir av politisku ávirkanini, sum eg havi í oynni. Men líka so órími­ ligt at tey, hóast fakligar kvalifikatiónir skulu vrakast, bert tí at tey av lagnunar tilvild, standa mær nær. Restina av ákærunum leggi eg einki í at viðgera, men eg hevði ikki væntað, at hettar skuldi vera fyrsta útspælið til samstarv um einu kommununa í oynni. Eg fari at leggja árar í sjógv fyri at røkka einum góðum felagskommunalum samstarvi fyri alla sýsluna, uttan mun til hvørjar ákærurnar móti mínum persóni vera. Góði Gerhard, tú átti meira enn nakar at vitað, hvussu sárt tað er, tá næst­ ringarnir vera illa viðfarnir í almenninginum, bert tí teir standa tær nær, og tað harmar meg ómetaligt, at eisini at tú fall í ta grøvina. Við vón um at tað gongst tær og tínum væl. Eitt óvanliga grovt álop frá Gerhardi Lognberg! borgarstjóri á Sandi PáLL á reynatúGvu Hálvt annað ár eftir, at Uni Arge gav út sína fyrstu fløgu, "Mitt í sjónum," gevur hann 1. juli út sína næstu fløgu, "Meldurtíð." Á nýggju fløguni eru 12 nýggir sangir, sum Uni Arge hevur skrivað. Sangirnir á "Meldurtíð" eru skrivaðir, síðan "Mitt í sjónum" kom út 1. november í 2007, og snúgva seg m.a. um Føroya søgu, samfelagsliga still­ støðu, fólkalív, kærleika og tíðina, sum hurrar avstað og at enda fer við øllum. ­ Tað var eitt stórt tak at gera "Mitt í sjónum," tí hon var mín fyrsta fløga, men fólk hava tikið væl ímóti henni, og nú haldi eg so fram. Einar fimm mánaðir eftir, at "Mitt í sjónum" var komin út, fór eg at skriva allar teir nýggju sangirnar, og nú er so næsta fløgan upptikin og farin til prentingar, sigur Uni Arge. Niclas Johannesen pro­ duseraði "Mitt í sjónum," og hann hevur eisini pro­ duserað "Meldurtíð." Uni greiðir frá, at nýggja fløgan er meira akkustisk enn tann fyrra, og í miðdeplinum eru sangirnir og frásagnirnar. ­ Tá Niclas hevði játtað at produsera næstu fløguna, fóru vit í studio at arrangera allar sangirnar rundan um vokalin og guitaran hjá mær. Høvuðsreglan var, at frásøgnin skuldi vera í miðdeplinum. Í onkrum før­ um hava vit pumpað sangir upp við rockguitarum, men yvirhøvur er "Meldurtíð" meira organisk og skaldslig enn "Mitt í sjónum," sigur Uni. Hann sigur, at hann í mong ár hevur roynt at skrivað ein savnandi tjóð­ skaparsang, men at tað ongantíð hevur eydnast, tí antin endurtók hann bara gamlar sangir, ella helt hann lýsingarnar vera ov banalar. Men nú hevur tað eydnast. ­ Sangurin eitur "Dicuil skrivar." Hann tekur støði í írska munkinum Dicuil, ið sum tann fyrsti nevndi Føroyar í eini landafrøði í ár 825. Eg uppdagaði, at skuldi eg lýsa Føroyar á mín hátt, mátti eg fara aftur til upprunan og so flyta meg fram til okkara tíð. Sangurin er um víkingarnar, sum búsettust her, og sum sita her enn og spyrja, hvat teir skulu gera við oyggjarnar, sigur Uni. Tónleikarar á "Meldurtíð" eru Uni sjálvur, Niclas Johannesen, James Olsen, Mikael Blak, Kristoffur Mørkøre, Jákup Zacharias­ sen, Tóri Restorff, Finnur Hansen og Gunnar Gutte­ sen. Á fløguni syngur Mal­ an Eyðunsdóttir við á eini duett. Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað, og húsan hevur Høgni Egholm Magnussen gjørt. "Meldurtíð" kemur út 1. juli. Uni Arge við nýggjari fløgu