hósdagur 18. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Girls night out
Hvat er betur enn ein vikuskiftistúrur
til London við vinkonuni? Vit eru
farnar til London hetta vikuskiftið
við teirri vón at uppliva ymiskt, sum
vit ikki hava møguleika til í okkara
annars so deiliga landi. Vit vóna at
uppliva ymiskt, bæði hvat viðvíkur
mentan, søgu, shopping, býarlívi
og ikki minst tey áhugaverdu og
fjølbroyttu matstøðini, sum tann
sera metropoliski høvuðsstaðurin
hevur at bjóða. Møguleiki er fyri
at lesa um okkara vikuskiftistúr í
Sosialinum hvønn dag í vikuni, og
vónandi er tað ein inspiratión til
aðrar føroyingar sum leingast eftir
nýggjum og øðrum upplivingum
Væl vitandi um, at Londan hevur
eitt ótal av tilboðum at bjóða
teimum, ið dáma at fara ein túr býin,
fóru vit glaðar frá hotellinum. Vit
ætlaðu okkum sjálvsagt at royna
tær ymisku pubburnar og barrirnar,
ið eru so serstakar í Bretlandi við tí
mentan, ið har er.
Fyrst vildu vit tó eta eitthvørt.
Hetta kundi blíva ein trupulleiki, tí so
nógv er í at velja, men vit gjørdust
samdar um, at tað skuldi vera
kinesiskt.
Vit fóru frá hotellinum Express by
Holiday Inn, og eftir at hava gingið í
umleið 10 minuttir komu vit til eina
sera hugnaliga kinesiska matstovu.
Eftir ein frálíka góðan bita við
millum annað ristaðum rækjum,
spare ribs, dunnu rullaða inn í
pannukøku, lekkurt kryddaðum
kálvakjøti, nudlun….. og væl
smakkandi sósum og góðum víni
afturvið, gekk so leiðin víðari inn í
býin.
Fyrsta staðið vit steðgaðu, var
við Hyde Park. Yvir av Hyde Park
liggur stásiliga 5 stjørnaða hotellið
Metropolitan. Til hotellið hoyrir
ein barr, sonevnda víðagitna Met
Bar. Hetta er ein av teimum fínastu
barrunum í London, og ein skal vera
limur fyri at koma innar.
Av tí at barrin er so sera væl
umtókt millum betra slagið í London,
er tað ikki ein og hvør, ið sleppur
at tekna seg sum lim. Ert tú limur í
Met Bar, ert tú komin á tann mest
umtókta limalistan í London.
Veit ikki rættuliga hvussu, men
sum tíðindafólk hevði vinkonan
onkursvegna fingið okkum á
limalistan fyri hetta kvøldið. Vit fóru
inn til móttøkuna og skrivaðu undur
á eitt pappír, ið var í einari fínari
mappu, áðrenn dyrnar til barrina
vórðu lætnar upp…… Sigast má,
at hetta var eitt sindur av einum
skuffilsi.
Barrin var avbera fín, og
tónleikurin var góður, men barrin var
nógv minni enn vit høvdu væntað og
hevði so at siga einki dansigólv. Eftir
at hava verið í Met Bar eina løtu og
høvdu hugt okkum væl um, fóru vit
út aftur gjøgnum tær fínu dyrnar, har
maður í hvítum handskum opnaði
hurðina fyri okkum.
Eftir at vera hetta upplivilsið
ríkari, vildu vit fegnar royna eitthvørt
annað, og møguliga seinni eisini
dansa. Vit skuldu ikki ganga langt,
fyrr enn vit komu til tað staðið, ið
hevði alt, ið ein kann ynskja sær
av einum klubba. Vit vóru staddar í
hjartanum á London, við Leicester
Square, og staðið æt TigerTiger.
Hetta var ein klubbi, ið hevði nógv
at bjóða. Ein kundi bæði eta,
drekka, dansa og lurta eftir tónleiki í
TigerTiger. Klubbin var sera reinligur
og hugnaligur og er Publican Awards
Winner 2009.
TigerTiger er ein keta, og er
klubbin at finna í sjey ymiskum býum
í Bretlandi t.d. í Newcastle, Leeds og
Portsmouth.
Annars er náttarlívið í miðbýnum
í London avbera friðarligt. Har var
eingin harðskapur hvørki at hoyra
ella síggja til. Eitt, ið vit eisini løgdu
til merkis var, at hóast har vóru eins
nógv fólk á gøtuni, sum á ólavsøku,
so var býurin sera ruddiligur og
reinur, eingi fløskubrot og annað,
sum lá og rakst.
Tá ið vit høvdu dansað, prátað,
etið og drukkið og føldu, at nú
byrjaðu føturnar at troyttast, løgdu
vit leiðina heim aftur til hotellið. Av
tí, at vit vóru so troyttar í beinunum,
avgjørdu vit, at vit vildu leiga ein
hýruvogn, men hetta var lættari
sagt enn gjørt. Tað vóru ikki nógvir
hýruvognar at síggja, og teir, ið vóru
á somu gøtu, sum vit vóru á, høvdu
úr at gera.
Eftir eitt gott prát við fleiri bretar,
lukkaðist tað okkum umsíðir at fáa
ein hýruvogn, ið koyrdi okkum heim
aftur á hotellið, har vit troyttar, men
vælnøgdar fóru til songar.
Les meira um London by night á
næstu síðu.
London by night
LONDON
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
London hevur sera nógv at
bjóða kvøld og náttarlívinum
The Lion King er ein
sera væl umtókur
sjónleikur í løtuni